Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2004 31 8 Sosialurin Nr. 125 - 3. juli 2004 SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Stuðulin, sum Gunnar hevur fingið, gevur honum møguleika til at fara uttanlanda at lesa í eitt ár. Gunnar hevur seinastu fimm árini lisið í Danmark, og í november í fjør var hann liðugur við kandidatútbúgving sína innan støddfrøði. Grunnurin, sum letur stuðulin, varð stovnaður við fæinum frá einum ríkmanni, sum æt Walde- mar Andersen. Hesin doyði í sekstiárunum, og lat hann ognir sínar í hendan gávugrunnin, sum letur ferðastuðul til kandidatar innan støddfrøði frá universitet- inum í Keypmannahavn. Samstundis fekk hann eina aðru flugu í sama slagi. Tí sama dag sum hann fekk stuðulin, fekk hann at vita, at hann hevði fingið starv við studentaskúlan í Hoydølum. – Sjálvandi kemur ein slíkur møguleiki, júst tá ein er tilreiðar at festa røtur. Men eg hevði verið galin at sagt nei takk, so vit fara øll um innan fyri eitt ár, sigur Gunnar, sum júst er fluttur heim saman við sínari familju. Alt goldið – Hetta er ein ótrúligur møgu- leiki, sigur Gunnar, sum er rættu- liga spentur. Hann vísir á, at við flestu stuðlum er tað jú soleiðis, at tað er ein ávís upphædd, sum verður latin. Soleiðis er ikki við stuðlinum úr grunninum hjá Waldemari Andersen. Hann umfatar allar útreiðslur so sum lesnað, kost og logi og so framvegis - eisini fyri familjuna hjá Gunnari. Tó ikki møguligan lesnað hjá gentu hansara í tíðarskeiðinum. Ongin ávís upphædd verður latin. Og har er heldur onki loft fyri, hvussu langt upp kostnað- urin kann fara. Tað vil siga, at Gunnar ger sjálvur av, hvar hann vil fara, og so verður upphæddin sett eftir tí. Men sjálvandi eru nakrar treyt- ir og fyrireikingar, sum skulu gerast áðrenn. Gunnar skal gera eina lestrar- ætlan fyri seg sjálvan, eina fíggjarætlan og fáa sær kontaktir, har hann skal undir lesnað. Hetta skal alt gerast á einum realistisk- um støði og síðani góðkennast, áðrenn tað letur seg gera. Hvagar leiðin gongur, hevur Gunnar ikki endaliga gjørt av, men hann sigur, at hann hevur hugsað nógv um Toronto í Kanada. So tað kann verða, at leiðin hjá teimum liggur tann vegin um eitt knapt ár. Vann lutakast Ikki mong verða liðug um árið við kandidatútbúgving innan støddfrøði á universtitetinum í Keypmannahavn. Um tíggju í miðal. Millum hesi verður so lutakast um, hvør skal verða tann hepni móttakarin av lestrar- stuðlinum. Gunnar greiðir frá, at hann hevði hoyrt um hendan stuðulin frá øðrum, sum hava fingið hann, men annars visti hann ikki nógv um hann. – Tað er nokk so loyniligt alt hetta við stuðlinum. Vit vistu ikki eingongd, nær tað lutakastið var, greiðir hann frá. Tað er ein advokatfyritøka, sum umsitur grunnin og tekur sær av lutakastinum. Fráboðanina um, at hann hevði fingið stuðulin fekk hann fyri einum mánaði síðani. Hann bleiv rættuliga kløkkur, tí tá helt hann, at lutakastið hevði langt síðani verið. – Eg fekk ein stóran bræv- bjálva sendandi. Helt fyrst, at tað mátti vera okkurt, sum var komið skeivt fyri. Eg droymdi ikki um, hvat tað var, tá eg læt hann upp. Men tá eg so sá bókina um Waldemar Andersen, sum var við, visti eg beinan- vegin, sigur hann. – Sjálvandi bleiv eg sera glað- ur. Satt at siga púra paff. Tað mundi taka mær eitt døgn at koma niður aftur á jørðina, greiðir hann flennandi frá. Gunnar væntar, at fólk fara nú at siga, at hetta hevur hann fingið orsakað av ummælinum, men soleiðis er tað ikki við hesum. Hann samanber tað við at vinna í Lotto. Leypir í tað Gunnar hevur ætlanir um seinni at fara at arbeiða innan gransk- ing. Har er ein partur av treyt- unum, at hann hevur verið uttan- lands í lestrarørindum. Tað fær hann við hesum stuðlinum. Hann følir seg sera hepnan og er ikki í iva um, at hetta er ein møguleiki fyri lívið. Og tað kann ikki annað sigast, tí tað eru ikki mong, sum fáa møguleikan til at fara uttanlanda í lestrarørindum og fáa sína familju við. Samstundis leggur hann dent á, at hann ikki er stúrin fyri at royna hetta. – Eg leypi í tað, so fáa vit at síggja, hvussu tað gongur. Eg fái so í øllum førum ongantíð hendan møguleikan aftur, sigur Gunnar Restorff at enda. Møguleiki fyri lívið Gunnar Restorff hevur fingið lestrarstuðul úr einum serligum gávugrunni til uttanlanda lestur. Sama dag fekk hann eisini at vita, at hann hevði fingið starv við studentaskúlan í Hoydølum. Hann er komin heim at arbeiða, men einaferð komandi ár fara hann og familjan at gera nýtslu av stuðlinum, sum hann hevur fingið. Tí sum hann sigur sjálvur, er hetta ein møguleiki, sum bert kemur einaferð í lívinum – Hetta er sum at vinna í Lotto, sigur ein ovurfegin Gunnar Restorff, sum innan fyri tað næsta árið leggur leiðina út í heim saman við familju sínari at lesa Mynd: Jens K. Vang C M Y K 31 30 Sunda Byrsufelag hevur havt ársaðalfund, og nýggj nevnd varð vald. Í nevndini sita nú Michael Dalbø, formaður; Marius Joensen, næstformaður; Rúni Debes, peningarøkil; Jóanes Joensen, nevndarlimur og Robert Hansen, nevndarlimur. Magni Dam og Áslakkur Johannesen eru tiltakslimir. Sunda Byrsufelag hevur skjótibreyt millum bygdirnar Norðskála og Svínáir. Í fyrstu atløgu verður vant mikukvøld klokkan 19:00 og leygarmorgun klokkan 10:00. Talan er um skeet- skjóting, og øll áhugaði eru vælkomin at royna seg. -hkm TÍÐINDASKRIV Innlendismálaráðið Nú verður gjørd ein roynd at seta á stovn eina Lokal Agenda 21-skrivstovu í Føroyum. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur gjørt av at lata Føroya Kommunufelag stuðul av játtanini til umhvørvis- verndartiltøk til eina verk- ætlan, sum hevur til enda- máls at staðfesta, um áhugi og tørvur er á eini Lokal Agenda 21-skrivstovu í Føroyum. Ætlanin er, at skrivstovan í fyrstu atløgu skal virka fram til 31. desember 2005. Tað, sum er eftir av hesum árinum, verður denturin lagdur á at seta skikkað fólk í starv, sum skal fara undir kunnandi virksemi, til tess at vekja áhugan ímillum kommunur, feløg og einstaklingar at fara undir ítøkilig umhvørvis- tiltøk. Tað stendur øllum í boði at luttaka og nýta tænast- urnar hjá skrivstovuni. Landsstýrismaðurin í um- hvørvismálum sigur seg vóna, at áhugin verður stór- ur, soleiðis at skrivstovuni verður lív lagað. Íverksetan av Agenda 21 ætlanini um umhvørvistil- tøk hjá kommunum og landi er partur av sam- gonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Mikukvøld er byrsukvøld Agenda 21 Finalan í Steypakappingini hjá kvinnum millum EB/Streym og KÍ verður leygardagin tann 3. juli klokkan 17:00 á Tórsvølli. Dómari til dystin verður Petur Skarðenni. Hjálpardómarar verða Magni Hansen og Laurits í Króki. Fjórði dómari verður Jónleif Frederiksen. -hkm Kvinnur dystast Ókeypis internet um náttina Allan julimánað verður tað ókeypis hjá internetkundum hjá Føroya Tele at nýta internetið um náttina INTERNET Tíðindaskriv – Null krónur pr. meg- abyte allar julinæturnar. Tað er summartilboðið frá Føroya Tele. Allan julimánað kunnu privatir I-net breiðbandskundar vera á netinum hvørja nátt millum midnátt og 08 um morgunin – púra ókeypis! I-netkundar kunnu ljósu næturnar allan juli rógva út á alnetinum, taka niður tónleik og filmar o. s. fr., púra ókeypis. Hervið setir Føroya Tele í verk tað, sum aðrastaðni verður kallað flat-rate. Flat-rate-hugtakið merkir, at talan er um eitt fast gjald fyri eina tænastu, uttan mun til, hvussu nógv tú brúkar tænastuna.