Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Gundadalur var sunnudagin karmur um kanska mest spenn­andi dystin hetta um­ farið, har verandi føroya­ meist­ar­arnir úr B36 fingu vitjan av einum av bestu FM-avbjóð­arunum, steypa­ vinn­arunum úr Víkingi. Hóast sítt veðurgóða lyndi, so vóru líkindini ikki av teimum bestu til fótbólt í Gundadali. Eitt fitt lot og heglings­ælingur spældu eitt puss, og í løtum var vøllurin hvítur. B36 mátti vera Alex Mellemgaard og Lukasz Cieslewicz fyri uttan. Alex er skaddur, meðan Lukasz hev­ur leikbann í tríggjar dystir. Víkingur hevði valt at seta ein smáskaddan Hans Jørgen Djurhuus á beinkin. Lívlig byrjan Eitt kavaæl stutt áðrenn dystar­byrjan syrgdi fyri, at vøllurin var nærum hvít­ klæddur, og at leikarar máttu ansa sær fyri ikki at missa fóta­festið. Ein, sum ikki misti fótafestið hesa fyrstu løt­una, var Philip Djordjevic. Longu tá ið tríggir minuttir vóru farnir, rann hann seg væl inn í vøllin og prikaði eina framúr spæling inn um verjuna hjá B36, har Andreas Lava Olsen rann seg púra leysan og við fyrstu nerting lang­aði bóltin í málið til 1-0 til gestirnar. Hetta var vorðið sum hvøkkur hjá heimaliðnum, sum eftir málið skuldi royna at skrúva eitthvørt saman í eini roynd at fáa útjavnandi málið. Tað vóru tó nógvar villur, sum gjørdu seg gald­ andi hjá B36 hesa fyrstu løt­ una, og tað gav Víkingi mest tíð á bóltinum. Men við eitt broyttist. Brádliga riggaði saman­ spælið hjá B36, og eftir eitt fram­úr­skarandi væl mynstr­að álop, har fleiri vakrar fyrstu nertingar vóru at síggja, bragdaði. Upp­spæl­ið var sera vakurt, men restin var hepni. Hanus Thorleifsson langaði til uttan­fyri brotsteigarmarkið. Bólturin sá út til at hava kós við síðuna av mál­inum, men hann brast í ein Víkinga- leik­ara, fangaði Geza Turi á skeiva beininum og smeyg sær inn í málið til 1-1. Javnaðu aftur Eftir útjavnandi málið tevj­ aði B36 meiri, og teir komu eitt vet longri fram á vøllin. Hetta kom tó at kosta teim­ um. Eftir at B36 lorkaði bólt­ in burt í álopsspælinum, vóru teir úr Víkingi fúsir og settu mótálop í gongd. Súni Olsen sendi Finn Justinussen av­stað í høgru, haðani hann legði yvir um til ein púra blankan Andreas Lava Olsen. Skotroyndin miseydnaðist full­komiliga, men hepnið javn­aðist út aftur ímillum liðini við tað at bólturin stakk upp í luftina og upp um Tórð Thomsen. Enn eitt fyri­myndar­ligt uppspæl við hepnum enda, og nú var 2-1 til Víking. Uppskriftin var nú tann sama hjá heimaliðnum, sum royndi at lúka villurnar burt­ ur úr spælinum og stund­um fótbóltur H E S A V I K U N A 2 Tórður Thomsen Fekk lítið og einki gjørt við málini. Ivasama verju frammanfyri seg, men tó eingin stórbjarging. Trý mál tala fyri seg. 2 Høgni Eysturoy Fangaður langt frammi á vøllinum í fleiri umførum. Nakrar góðar spælingar hjálptu honum frá botnkarakteri. 3 Hørður Askham Kundi nakar av B36- verjuleikarunum verið nøgdur við egið avrik, so kundi Hørður rætt hondina upp. Vardi fyri møguligum fleiri málum. 2 Odmar Færø Annars støðugi og tryggi verjuleikarin hevði ikki ein av sínum bestu dystum. Spældi seg tó upp sum dysturin leið. Jónas Tór Næs Ov stutt inni til at fáa støðumet. 4 Jákup á Borg Ótrygga byrjan, men reistist mannliga. Eitt vakurt mál og eitt vakurt upplegg var avgerandi fyri, at B36 fekk javnleik. 4 Hanus Thorleifsson Tók ábyrgd og royndi nógv frá egnum fótum, tá ið á stóð. Var avbjóðandi og atsøkjandi – legði eitt mál eftir seg. 3 Róaldur Jakobsen Enn ein hálv-friðarligur dystur hjá spælskiparanum, sum tó í løtum býtti spælið skilagott. Ikki frægari, enn ein kundi væntað – miðal. 3 Andrias Eriksen Svingandi hvussu hann riggar í Klæmint Matras- leiklutinum, men fekst nógv við at rudda upp eftir liðfeløgum, og tað lyfti samlaða avrikið. 2 Hans Pauli Samuelsen Einans ferilin av stórspælinum frá EB/Streyma- tíðini og sær ikki út til at hava funnið seg til rættis á B36- liðnum enn. 3 Ibrahima Camara Eitt upplegg og eitt mál enda í pluss-bókini, men renningar og samanspæl enda í minus-bókini. Samanumtikið miðal. spælarameting FM-favorittar í undirhaldandi málveitslu Tríggjar ferðir royndi Andreas Lava Olsen at gera av við B36 í Gundadali. Hann legði Víking á odda 1-0, 2-1, og 3-2, men meistararnir úr B36 svaraðu steypavinnarunum aftur hvørja einastu ferð. 3-3 og eitt stig í part í einum frálíka undirhaldandi og stundum væl spældum dysti, har verjurnar tó høvdu bæði útsølu og leingi opið Spæla sum kyllingar Liðformaðurin hjá B36, Jákup á Borg, var hampiliga nøgdur við eina stigið – og tó: - Kanska ímóti endanum, nú vit hava verið aftanfyri tríggjar ferðir í dystinum, eru vit nøgdir við eitt stig. Men hetta var ikki gott nokk hjá okkum. Vit eru á heimavølli, og tá ið vit tora at spæla, so er nokk av plássi, men í dag spæla vit sum kyllingar, og so er úrslitið eisini hareftir, segði hann við Rás2 eftir dystin. 1 til 6 (2-3) 3-3 0-1: Andreas Lava Olsen, 3. 1-1: Hanus Thorleifsson, 20. 1-2: Andreas Lava Olsen, 26. 2-2: Jákup á Borg, 34. 2-3: Andreas Lava Olsen, 42. 3-3: Ibrahima Camara, 81. Dómari: Páll Augustinussen