mánadagur 9. mars 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28
ítróttur
fótbóltur
Fleiri enn hálvthundrað
áskoðarar til gott spæl
og nógv mál. Uppmøting
og støði kann ikki
kleynast havandi í
huga, at vit eru fyrst í
mars-mánaða. Hetta
boðar frá góðum!
Uttanlands er krav, at læknar eru
knýttir at hópunum. Í minsta lagi
ein lækni kundi verið krav fyri at
bøtt um trygdina við álvarsligum
skaðum, sum Jónas Tór Næs í
ein mun var fyri henda dystin.
vístu skjótt og gott saman
spæl. Tað var eisini tað, sum
átta minuttir eftir málið
hjá Víkingi enn einaferð
fekk javnvág í roknskapin.
Ibrahima
Camara
legði
bóltin av til Jákup á Borg,
sum staddur uttanfyri brots
teigarmarkið
langaði
til.
Skotið var bæði ferðmikið
og beinrakið og sat í netinum
til 2-2.
Andreas, Andreas,
Andreas
Nú var ikki leingi til hálv
leiks, men spenningurin var
í hæddini hvønn veg næsta
málið mundi fara. Og tað
skuldi vísa seg, at málveitsl
an ikki var liðug henda fyrra
hálvleikin.
Víkingur breiddi spælið
væl út stórar partar av
fyrra hálvleiki, og tað var úr
høgru síðu, at uppskriftin til
leiðslugevandi málið kom
stutt undan hálvleikssteðg
inum. Innlegg varð sent
innfyri málið, har hvør ann
ar enn Andreas Lava Olsen
trein fram og stýrdi bólt
inum í málið. 3-2 og hattrikk
til Andreas Lava Olsen, sum
var knívskarpur í fyrra hálv
leiki og ikki sýntist vera
darvaður av skaðanum, sum
annars hevur ávirkað hans
ara fyrireikingar til kapp
ingarárið.
Í somu atløgu gjørdist
Jónas Tór Næs hjá B36
skaddur. Hann varð útskiftur
alt fyri eitt. Í hansara stað, á
vinstra bakk, kom Gestur B.
Dam.
3-2 var hálvleiksstøðan
eftir ein sera undirhaldandi
fyrra hálvleik.
Málmøguleikar
Í seinna hálvleiki var setn
ingurin hjá meistarunum
greiður. Teir skuldu út at
elta triðja útjavnandi málið
í dystinum, meðan Víkingur
skuldi royna at verja leiðsl
una. At byrja við sá tað tó út
til, at teir kundu hugsað sær
fjórða málið, og tað var eisini
tætt við longu í triðja min
utti, tá ið Andreas Lava Olsen
breyt ígjøgnum í vinstru.
Hørður Askham fekk tó
ruddað burt.
Sami
Hørður
Askham
var lítla løtu seinni tætt við
at javna, tá ið hann Hanus
Thorleifsson sendi honum
innlegg, ið hann stýrdi á
tvørtræið. Eisini Gestur B.
Dam og Finnur Justinussen
høvdu
góðar
møguleikar
fyri hvør sítt lið, men eftir
framúr undirhaldandi fyrra
hálvleikin og lívligu byrjan
ina upp á seinna hálvleik,
so fór luftin so við og við úr
dystinum. Størsti parturin
av seinna hálvleiki fór við
einum væl betri skipaðum
Víkini, sum B36 hevði trupult
við at bróta ígjøgnum. Eitt
grovt heglingsæl gjørdi ikki
umstøðurnar betri til skip
aðan fótbólt.
Camara á blettinum
Sum dysturin leið vóru teir
úr Víkingi minni og minni
hugaðir í at lata triðja útjavn
andi málið inn. B36 royndi og
royndi, men tøtt var verjan.
Hóast tað, so skuldi tað vísa
seg, at tey kviku uppspølini
hjá B36 vóru munagóð henda
dystin. Níggju minuttir fyri
leiklok var uppspæl í høgru
síðu hjá B36, har Jákup á
Borg sendi innlegg í brots
teigin. Tað sá ikki út av
nógvum – tað var rættiliga
lágt – men Ibrahima Camara
fekk tó sneitt bóltin ímóti
handaru stong, har Geza
Turi ikki rakk eftir bóltin og
hann sníkti seg inn um til 3-3.
Hetta var sostatt triðju ferð
í dystinum, at B36 svaraði
aftur.
Hvørja ferð B36 hevði
javnað, byrjaði Víkingur at
spæla meiri ágangandi fót
bólt, og soleiðis var eisini
hesaferð. Tað bylgjaði aftur
og fram, men í allar seinastu
minuttunum legði Víkingur
eitt stórt trýst á B36-málið.
Fleiri hornaspørk vunnu teir
sær, men tað gjørdist ikki til
meiri enn tað sama, og liðini
máttu harvið semjast um
eitt stig í part. 3-3 í einum
frálíka undirhaldandi dysti
– stundum við sera góðum
spæli hjá báðum liðum. Hin
vegin skulu bæði liðini ar
beiða við verjupartinum, um
tey skulu geva sær vónir um
tey stóru mál, tey hava sett
sær fyri árið.
Eftir stendur, at sjálvs
útnevndu FM-avbjóðararnir
framvegis ikki hava vunnið
ein dyst.
albinus@sosialurin.fo
2
Geza Turi
Óheppin og prísgivin, men
eiheldur nakað stórspæl. Tríggjar
ferðir í málið eftir bóltinum.
3
Gert Hansen
Høgra síða í verjupartinum
stóð seg stinnari enn hin. Var
ósekur í øllum trimum málunum.
3
Atli Gregersen
Hevði tamarhald á Ibrahima
Camara fram til málið, og
var kanska nærmari offur
fyri køldum og effektivum
atsóknum.
3
Erling D. Jacobsen
Á sama hátt. Var við til at
halda B36-álopinum í stuttum
tjóðri, og trý mál ígjøgnum
tykjast verri enn avrikið var.
2
Hanus Jacobsen
Hevði úr at gera á vinstra
bakki, haðani nógv innlegg
komu. Tað eina kostaði mál.
4
Philip Djordjevic
Lívligur og avbjóðandi.
Framúr upplegg í 1-0-málinum
og gav innskifta B36-
vinstrabakkinum torføra
uppgávu. Nógv innlegg.
3
Sølvi Vatnhamar
Nýklakti landsliðsleikarin
var ikki millum teir mest
eyðsýndu á vøllinum. Einki býtt,
einki framúr – miðal.
4
Súni Olsen
Ger tað, hann dugir best.
Garvaður og gott spælskil. Góðar
spælingar og nakrar næskar
skotroyndir.
3
Bárður J. Hansen
Riggar helst betur á høgra
bakki, men als ikki óbrúkiligur á
vinstra vongi. Setti ferð á og tað
var kramm í innleggunum.
2
Finnur Justinussen
Átti uppleggið til
annað málið, men stóð
annars í skugganum av
álopsmakkaranum.
6
Andreas Lava Olsen
Tríggjar nertingar og trý mál.
Sera høgur klassi upp á 57min.
(útskiftur, skaddur) Hattrikk,
toppkarakter og dagsins leikari!
spælarameting
Mangla tað síðsta – Vit mangla tað síðsta í dag. Fyrra hálvleik eru
vit væl omaná, og B36 fær ein og ein hálvan møguleika og fær tvey mál.
Í seinna hálvleiki hevði B36 bóltin meir, men eg haldi ikki, at teir skaptu
nógv. Vit høvdu kontra'ini, og vit høvdu handan hjá Finni. Fór hann inn, so
høvdu vit lukkað dystin, segði Sigfríður Clementsen við Rás2 eftir dystin.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham,
Odmar Færø, Jónas Tór Næs (45. Gestur B. Dam ■)
– Andrias Eriksen (73. Árni G. Nielsen), Jákup á Borg,
Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson,
Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara
Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen,
Erling D. Jacobsen ■, Hanus Jacobsen – Bárður Hansen,
Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Philip Djordjevic
– Andreas Lava Olsen (57. Heðin Hansen)
Finnur Justinussen ■
Lissi Mouritsen
B36
Tá vit ikki orka at renna meira
so hála vit bara í teir hjá B36!
Ikki tað besta hjá okkum
– flott komi aftur B36!
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Væntaði eitt brøl fra teimum
hvítu í dag, men tað var meira
eitt mjav. Javnleikur í gundadali
eigur til ein og hvørja tíð at vera
eitt góðtikið úrslit, men í dag
kendist tað sum vit mistu 2 stig
ístaðin fyri eitt vunnið. Annars
kann viðmerkjast at spæla
dystin í skýming er ikki optimalt,
nú hyggja vit fram til dystin
ímoti AB, har hann skal vinnast.
WLYV
fjepparin