Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Lagt til rættis: Tróndur Arge Martin Jørgensen: De professionelle Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir Martin Jørgensen ljóðar ikki sum ein av mest spennandi fótbóltsspælarunum at lesa um. Hann hevur sjáldan verið í miðlunum fyri tey keði­ligu tingini, og tykist í størri mun sum ein dreymur av einum svigarsoni. Tað merkir tó ikki, at Martin Jørgensen ikki hevur upp­livað nógv í síni tíð sum full­tíðar­fótbóltsspælari. Hann spældi í nógv ár við Udinese og Fiorentina í Italia, har hann hevur nógv­ ar gløggar eygleiðingar. Fót­ bólt­heimurin er ein eitt sind­ ur skitin verð, har alt ikki er, sum tað sær út. Nógv ting hanga saman, sum tú ikki ordi­liga hevði roknað við í eini verð, har umboðsmenn og eigarar av feløgunum hava stóra makt. Skrivar tú ikki undir nýggj­an sáttmála, so sleppur tú ikki at spæla. Klárar tú teg ikki til venjing, so er ongin, sum tekur synd í tær. Gongur tað illa hjá liðnum, so best at sita inni, tí viðhaldsfólkini í Italia eru ikki so fyrigevandi. Bókin lýsir eisini væl onkrar av skuggasíðunum í fót­bóltsheiminum. Millum annað tekur bókin útgangs­ støði úr lands­dyst­inum, tá Martin Jørgensen endaliga kemur til niðurstøðuna, at hann orkar ikki at spæla á lands­liðnum longur. Les hana um... Um tú hevur fylgt eitt sindur við yrkisleiðini hjá Martini. Eisini hevur bókin fleiri áhuga­verdar eygleiðingar úr eini kaldari fótbóltsverð. Altíð áhugavert at lesa slíkt. Ikki lesa hana um... Tú vætar eina bók fulla av sprutti, sex og skøkjum, ella eina bók við »name dropping« og samanstoytum við kendar spælarar. Hvussu er hon at lesa... Hon er løt og líka til at lesa. Væntaði ikki, at hon fór at fanga meg so væl, sum hon gjørdi. Hvat sigur tú... Bókin tók meg eitt sindur á bóli, tí tað er kjøt á inni­hald­ inum. Eg fekk nógv burturúr at lesa hana. So tí fari eg eisini at siga, at hon er verd at lesa. trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 16 ára gamal skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ sunnudagin, men hvussu eitur hann? 2 Hvussu eitur málskjúttin hjá AB frá vikuskiftinum? 3 Hvat var serligt við málinum hjá TB móti AB? 4 Hvussu eitur forsetin í ÍSF? 5 Pál Joensen hevur vunnið tvey gullheiðursmerki í altjóða svimjikapping, men hvar er kappingin? 6 Hvussu eitur 17 ára gamli NSÍ spælarin, sum skoraði sítt fyrsta mál í Effo-deildini móti EB/Streymi leygardagin? 7 Hvussu nógvar dystir leikbann fekk Lukasz Cieslewicz? 8 Hvussu eitur liðskiparin hjá NSÍ? Quizzin, svar: 1: Jákup B. Andreasen, 2: Teitur Jónnesarson, 3. Beinleiðis hornaspark, 4. Petur Elias Petersen, 5. Marseille í Fraklandi, 6: Meinhardt E. Olsen, 7. 3 dystir, 8: Klæmint A. Olsen Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Martin Jørgensen er viður­ kendur danskur fótbólts­spælari, sum frá 1997 til fyri kortum spældi í italskum fótbólti. Hann er ein av teimum »góðu« dreingjunum, men hevur upplivað nógv sum spælari. Hann er framvegis høgt í metum í italskum og donskum fótbólti. ★★★★★★ Hevur tú fingið nógvar reaktiónir frá áskoðarum, spælarum og øðrum, síðani tú tók brotssparkið? – At tað bleiv ein sigur í brots­sparkskappingini gjørdi sjálvandi, at tað bleiv tosa eitt meira um støðuna, tá eg skuldi skjóta. Høvdu vit tapt, so hevði neyvan verið tosað so nógv um tað. Reaktión­irnar vóru ymiskar, men tað, ið tey flestu løgdu merki til, var mátan eg fór til upp­gávuna uppá. Sera róligur og nógv yviskot er tað, ið eg havi hoyrt mest. Hvat hugsaði tú um løtuna áðrenn tú skuldi skjóta? – Nei, eg hugsaði ikki so grúð­iligt. Eg visti hvar eg vildi skjóta og tók tað sum eitt vanligt straffi. Eg trúgvi uppá mín sparkieginleika, so eg hugs­aði ikki um, hvussu tað fór at verða, um eg brendi. Hevði tú avgjørt áðrenn hvar tú skuldi skjóta brotssparkið móti Randers? – Ja, eg visti, hvar eg fór at skjóta áðrenn. Hvat dámar tær, at Ståle kallar teg fyri ein »kaldan fisk«? – Nógv havi eg hoyrt, men hasa samanlíkningina havi eg ongantíð hoyrt. Nokkso komiskt. Hevur tú ein serliga fyrimynd, tá tað kemur til at skjóta brotsspørk? – Nei. Tað handlar um hjá mær, at bestemma meg hvar eg skal skjóta, og halda fast við tað. Navn: Brandur H. Olsen Ítróttargrein: Fótbóltur – Vit hava altíð luttikið í hesum evropeisku svimjukappingunum og enntá vunnið heiðursmerki, men nú er vandi fyri at vit missa møguleikan at luttaka undir egnum flaggi, tí vit ikki eru limir í IOC. Tað vilja vit ikki góðtaka. Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, um at vit ikki sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi til til juniormeistarakapping í Baku – Eg má vera erligur og siga, at hatta var eitt sjálvmál. Eg fegnaðist bara saman við liðnum. Ikki fyri at fáa málið. Klæmint A. Olsen, NSÍ, um sjálvmálið hjá EB/Streymi, sum hann ikki ætlar at tiltuska sær – Nú hava teir argað meg eitt sindur, tí eg havi havt nakrar stórar møguleikar fyrr, men tað var deiligt at fáa fyrsta málið. 17 ára gamli Meinhardt Egilson Olsen, sum skoraði sítt fyrsta mál fyri NSÍ í bestu deildini móti EB/Streymi ?