Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2015 · Nr. 28 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Svangaskarð er upplagda høvið, um fótbóltshøll skal byggjast skjótast gjørligt Nú um dagarnar var borgarstjórin í Nes Kommunu frammi við útsøgn um, at Svangaskarð er besta boðið upp á eina komandi fótbóltshøll. Enntá eini fótbóltshøll, sum hartil eisini kundi hýst frælsum ítrótti. Fótbóltshøllin hevur leingi staðið heilt ovarliga á ynskislistanum hjá føroysku fótbóltsfeløgunum. Vit hava fleiri ferðir sæð – og síggja aftur nú – at kappingarárið í Føroyum er somikið drúgt, at annaðhvørt byrjanin ella endin fellur saman við ikki serligani høgligari fótbóltsárstíð, og við t.d. tveimum stórum hallum hevði tað ikki verið nakar trupulleiki yvirhøvur, um fyrstu dystirnir verða spældir um mánaðarskiftið februar/mars. Ein slík vildi eisini givið møguleika til veruliga fótbóltsvenjing alt árið, umframt at vetrarkappingar av ymsum slag eisini høvdu verið ein møguleiki. Tað stutta av tí langa í so máta er, at tað er og verður ein meinbogi fyri menningina av føroyskum fótbólti, tá onnur lond spæla fótbólt ein størri part av árinum, enn okkara spælarar gera tað. Og tað sama er í ovurmát galdandi fyri aðrar uttandura ítróttagreinar. Frælsur ítróttur kundi fingið eitt satt boost, um tey høvdu hallarumstøður til at kappast í stilli alt árið, og slík høll kann altso eisini nýtast til at annað enn at sparka og renna. Røkt av egnum áhugamálum er kanska ein av uppgávunum hjá borgarstjóranum á Toftum, men í hesum føri innihalda orðini eisini so nógv meira enn bara hetta. Eitt er, at við tveimum fótbóltsvøllum hava toftafólk “ráð” til, at annar vøllurin verður innilokaður, og bara hetta í sjálvum sær vil alt annað líka gera íløguna til eina høll munandi minni. Tak hartil, at allur infrastrukturur við atkomuvegi, parkering, skifting v.m. longu er til staðar. Her tosa vit um sparingar í tíggjutals-tmillióna-flokkinum, um alternativið er at gera nýggja fótbóltshøll í at kalla óbygdum onkra aðra staðni kring landið. Fyri havnarfólk er mest upplagda boðið uttan iva, at høllin verður í høvuðsstaðarøkinum, og tað er eisini upplagt, at næsta høllin verður staðsett onkra staðni í Hoyvíkshaganum ella har um leiðir. Men spurningurin er, um vit hava ráð at bíða, tí Havnin hevur so sanniliga eisini nógvar og stórar íløgur fyri framman. Havandi skúlabygging og aðrar stórar verkætlanir í huga, so ganga helst nøkur ár, áðrenn høvuðsstaðurin hevur rúm fyri fótbóltshøll á síni íløguætlan. Og við komandi Eysturoyartunli er fjarstøðan úr høvuðsstaðnum til Toftir ikki meira enn so, at ein lítil túrur á prutli er nóg mikið til at koma leiðina fram. Fíggjarliga er avbjóðingin sjálvandi at fáa okkurt slag av interkommunalum samstarvi upp at standa. Tað er longu roynt einaferð, og tá var um reppið, at ætlanin bar á mál. Kunnu kommunurnar nú finna semju um hetta, so er lítil ivi um, at tær saman við teimum stuðulsmøguleikum, sum kunnu troytast hjá altjóða fótbóltssamgongunum, eru førar fyri at lyfta uppgávuna. Um altso bara viljin er til staðar. Lok á Svanga­ skarð www.ab.fo: Vit burdu fingið meira burturúr ídag, men vit mugu eisini rósa TB leikarunum fyri at klára at halda okkum frá at skorað fleiri mál enn tað eina. www.b36.fo: Tríggjar ferðir vóru vit aftanfyri móti gestunum úr Víkingi. Men tríggjar ferðir svaraðu vit aftur, so vit hóast alt fingu eitt stig aftur fyri harða arbeiðið. www.hb.fo: Vit áttu at fingið øll 3 stigini við aftur til Havnar í dag, men í síðsta enda noyðast vit at fegnast um tað eina stigið, sum vit fingu burturúr í Fløtugerði. www.eb-streymur.fo: Ja, ja. Vit vistu, at vit kundu fáa smekk í onkrum dysti, men keðiligt kennist tað kortini! Men sum ein ávísur Víkingaleikari plagar at taka til: Tað er bara at koma upp á hestin aftur. www.nordlysid.fo: Í dag byrjaðu tríggir leikarar fyri fyrstu ferð og hendan djarva avgerðin hjá venjaranum gav úrslit. Tí tvey av trimum KÍ málum komu frá leikarum, sum fyri fyrstu ferð byrjaðu inni á besta liðnum hjá KÍ í landskappingini. www.kyndil.fo: Kvinnurnar snávaðu í Vági í dag á heilt óskiljandi hátt. Kyndil var frammanfyri 17-12, tá knappir 10 minuttir vóru eftir. Tá liðugt var, hevði VB vunnið 19-18. Ítróttar klumman Jákup Mørk Pál tvífaldur gullvinnari í Marseille Fótbóltshøll á Toftum Tróndur Arge Pál vann fyrst gull í 400 metr­um við tíðini 3:50.22. Í gjár vann hann 1.500 metrar teinin við tíðini 15:10.35. Fimm sekund frammanfyri Jacob Heldtmann úr Týsk­ landi. Pál Joensen er í løtuni í tungari venjing og letur væl at tíðini. – Eg svimji skjótari enn eg gjørdi í fjør í tungari venj­ ing. Tað eru slík ting, sum við avprøva nú, sigur Pál Joensen við Kringvarpið. Pál Joensen skal seinast í hesum mánaðinum svimja í Danish Open. Hann fer ikki at niðurtrappað undan kappingini. Nakað sum fleiri av hinum svimjarunum fara at gera, tí tey skulu klára krav­tíðirnar til HM seinni í árl. Tað hevur Pál Joensen longu gjørt, so hann kann halda fram við at venja nógv, sum tó merkir, at hann ikki er optimalt fyri til kapp­ingina. Hann leggur tó afturat, at hann fer at leggja nógv fyri í kappingini. trondur@sosialurin.fo Føroya fyrsta fótbóltshøll eigur at verða bygd á Svanga­skarði á Toftum. Tað heldur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu. Páll á Reynatúgvu, ting­mað­ ur fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at byggja tvær fótbóltshallir í Føroyum. Síðani hevur eitt ávíst kjak tikið seg upp um, hvussu slíkar hallir skulu vera, og ikki minst, hvar tær skulu vera. Men teir báðar spurningarnar hevur borgar­ stjórin á Nesi eitt greitt boð upp á. Hann heldur, at ein slík fótbóltshøll eigur at koma so nógvum ítróttarfólki sum gjørligt, til góðar. Og í hesum sambandi grevur hann eitt uppskot frá 2012 framaftur um at byggja eina stóra høll á Svangaskarði. – Har hava vit ein vøll við plássi til frælsan ítrótt og við rennibreyt rundan um, sigur Jóhannus Danielsen, men sum umstøðurnar eru nú, verður hann ikki nógv brúkt­ur, leggur hann afturat. Hann heldur, at tað er sjálvsagt, at taka uppskotið frá 2012 framaftur og gera Føroya fyrstu fótbóltshøll við at byggja vøllin á Svanga­ skarði inni. Sostatt fáa vit tvey fyri eitt, sigur hann. Vit fáa eina høll til fótbólt, men vit fáa eisini eina høll, at tað ber til at íðka frælsan ítrótt undir taki. – Tað hevði verið eitt risa framstig fyri fótbóltin, men tað hevði so sanniliga eisini fyri eitt risa framstig fyri frælsan ítrótt, staðfestir Jóhannus Danielsen. sosialurin@sosialurin.fo Pál Joensen vann um vikuskiftið tvey gull heiðursmerki í Meeting Open Méditerranée, sum var í Marseille í Fraklandi heimasíðurnar skriva...