týsdagur 10. mars 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Terji Nielsen
Ein dagur á grynnuni – tað
er heitið á stóra familju
tiltakinum, sum teir tríggir
Birgir Enni, Bogi Andreasen
og Kári Sørensen hava tikið
stig til, og sum verður í Tórs
gøtu og í Vágsbotn leygar
dagin 9. mai.
Gamalt hugskot
Teir tríggir stigtakararnir
hava allir hvør í sínum lagi
gingið í rúma tíð við hug
skotinum til eitt tílíkt tiltak,
og seint í fjør savnaðust teir
so av álvara um at fáa tiltakið
av bakkastokki.
Birgir hevur jú sum øll
vita fingist nógv við at gera
mat burturúr tilfeinginum
í sjónum í nógv ár, og Kári
hevur kavað saman við hon
um og verið nógv við Norð
lýsinum í fleiri ár. Teir hava
havt okkurt hugskot um eitt
tílíkt tiltak í langa tíð, og tað
sama havi eg eisini havt, og
í fjør funnu vit so saman og
fóru undir at fyrireika hend
an dagin, sum vit hava valt at
doypa – Ein dagur á grynn
uni, greiðir Bogi Andreasen
frá.
Birgir Enni og Kári Søren
sen hava áður verið uttan
lands og gjørt mat burturúr
tilfeingi úr sjónum.
Vit vóru í fjør heyst á ein
um festivali í Hollandi, og tá
gjørdu vit mat til eini 1.200
fólk, sigur Birgir Enni.
Teir tríggir fyrireikararnir
siga, at hugskotið aftan fyri
tiltakið er at varpa ljós á alt
tað ríka tilfeingi, sum er í sjó
num kring okkum.
Matur úr sjónum er tank
in, og kanska vilja vit allar
helst varpa ljós á tað til
feingi, sum vit ikki kenna so
øgiliga nógv til sjálvi, siga teir
tríggir.
Fyri alla familjuna
Fyri teir tríggjar fyrireikarar
nar hevur tað sera stóra
týdning, at tiltakið verður
eitt familjutiltak, og sum ikki
skal verða ein stór útreiðsla
fyri fólk.
Tað hevur stóran týdning
fyri okkum, at talan verður
um eitt tiltak, sum verður
fyri alla familjuna. Tað skal
ikki vera ein fíggjarlig byrða
fyri eina familju at koma til
tiltakið, siga teir.
Á skránni hendan dagin
verður sum áðurnevnt borð
reiðan av ymiskum rættum,
ið verða gjørdir burtur úr til
feinginum í sjónum.
Vit fara at hava stórar
grillir, har ymisk fiskasløg
verða grillað, og eisini verða
borðreitt
við
ymiskum
skeljadjórum, og Birgir Enni
fer at gera sína víðagitnu
fiskasúpan. Hetta verður
alt ókeypis at fáa, sigur Bogi
Andreasen.
Júst Birgir Enni man um
nakar verða ímyndin av mat
gerð, har rávøran er tilfeingi
úr havinum kring okkum, og
skiparin á Norðlýsinum dylur
heldur ikki fyri, at hetta er
ein heimur, sum hevur flutt
seg nógv seinnu árini, men
sum framvegis hevur nógvar
møguleikar, ið vit hava gjørt
okkum dælt av.
Tað er einki at ivast í, at
matmentanin hevur flutt seg
Varpa ljós á til
feingið í sjónum
Leygardagin 9. mai verður skipað fyri stórum tiltaki í Tórsgøtu í Havn, har ljós verður varpað á
tilfeingið í sjónum. Talan verður um eitt ókeypis familjutiltak, har fólk fáa høvi at royna alskyns mat
úr sjónum, og harumframt verður eisini skipað fyri fleiri mentanarligum tiltøkum hendan dagin
familjutiltak
Tað eru teir tríggir Bogi Andreasen, Birgir Enni og Kári Sørensen, ið hava sligið seg saman til at fyrireika stóra familjutiltakið – ein leygardag á grynnuni Mynd: Álvur Haraldsen