Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 familjutiltak rættiliga nógv seinastu 25 árini. Eg hevði eitt líknandi tiltak á Bursatanga fyri 25 árum síðani, men tað var sjálvandi ein nógv minni út­ gáva. Kunnleikin hjá fólki til tað, sum vit kunnu brúka úr sjónum er blivin nógv størri, men tað finst framvegis ein ørgrynna av ymiskum sjó­ gæti, ið vit kundu gjørt nógv meiri við, sigur Birgir Enni. Sum nakað heilt ser­ligt hendan dagin hava fyri­ reikararnir av stóra familju­ tiltakinum fingið avtalu í lag við Miklagarð, soleiðis at tað eisini fer at bera til at royna stórhvalatvøst hendan dagin. – Tað halda vit vera ógvu­ liga spennandi, tí ivaleyst eru tað nógvir føroyingar, ið ongantíð hava roynt stór­ hvalatvøst, siga teir. Vinnulívið vísir vælvild Spurdir, hvussu man kann skipa fyri einum slíkum til­ taki, har man bjóðar alskyns veitingar ókeypis til tey vitj­ andi, siga teir tríggir fyri­ reikararnir, at tað serliga er takkað verið stórari vælvild frá vinnulívinum. Vit hava verið úti og tos­að við nakrar fyritøkur í vinn­ uni, og tær hava allar víst stóra vælvild og játtað at stuðla tiltakinum. Harafturat er Tórshavnar Kommuna ógvuliga jalig við veiting av ymiskum hentleikum, ið vit skulu brúka hendan dagin, sigur Kári Sørensen. Umframt at hava fingið samstarv í lagi við fleiri veitarar í vinnuni um veiting av rávøru til stóra tiltakið, so hava fyrireikararnir eis­ini fingið avtalu í lag við Sjó­ savnið á Argjum. Sjósavnið fer at hava eina framsýning á torginum í Vágs­botni framman fyri Miðla­húsið, har tað fer at bera til at síggja alskyns liv­ andi djór úr sjónum, greiða teir tríggir frá. Bert byrjanin Tað eru nú bert smáir tveir mánaðir til stóra familjutiltakið í Tórsgøtu og Vágs­botni, men hóast hetta er tiltakið langt frá liðugt saman­sett, hvat viðvíkur ymsu tilboðunum. Man kann siga tað soleiðis, at vit hava sjálvt konseptið liðugt og ein stóran part av innihaldinum klárt, men tað fer ivaleyst at koma nógv afturat, áðrenn sjálvt tiltakið fer av bakkastokki, sigur Bogi Andreasen. Hann sigur, at høvuðs­ dent­urin sjálvsagt verður lagd­ur á at visa fram til fjøl­broytta tilfeingi, ið livir í hav­inum kring okkum, og hvussu hetta kann brúka sum rávøra. Men vit fara eisini at hava nógv annað mentanarligt á skránni. Tað koma at vera fleiri konsertir inni á Reinsa­ rínum, og so er ætlanin eisini at hava ymiskar fyrilestrar inni í Perluni. Vit hava gjørt avtalu við Eirik á Húsamørk frá Høvdavirkinum í Leirvík, sum kemur at greiða frá um teirra virksemi, og somu­leiðis koma umboð fyri Thor at greiða frá teirra skelja­fiski­ skapi, sigur hann. Kappast ikki við Sjómannadagin Men er eitt slíkt tiltak sum – ein dagur á grynnuni – ikki eitt kopi av stóra tilakinum í Klaksvík, sum eitur Føroya Sjó­mannadagur, spyrja vit teir tríggjar fyrireikararnar. Nei, tað er tað als ikki. Tiltakið í Klaksvík varpar í stóran mun ljós á sjómans­ lívið, og alt tað sum er rundan um sjómanslívið. Vit fokusera ístaðin upp á tilfeingið í sjó­ num, og vit fara til dømis ikki at hava kappingar í sjó­ man­stak og í at bøta trol. Sjómannadagurin er eitt frá­líkt tiltak í Klaksvík, men vit hava so valt at gera eitt heldur øðrvísi tiltak her í høvuðsstaðnum, siga teir tríggir og leggja afturat: Vit hava tó eisini við vilja valt at leggja tiltakið so­ leiðis, at tað er rúm tíð mill­ um okkarar tiltak og so Sjó­ mannadagin. So tað er eingin kapping okkara millum, siga fyrireikararnir at enda. Nólsoyar Pálsgøta 32 | FO-700 Klaksvík | Tel. +298 410000 | klaksvik@klaksvik.fo Søkt verður eftir maskinsmiði ella bilmekanikara til fast starv í Smiðjuna hjá Klaksvíkar Kommunu. Smiðjan tekur sær av øllum tekniskum umvælingum kommununar so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum, skeltum og øllum sum hoyrir til tekniska øki. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Klaksvíkar Handverkarafelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn skal sendast til: Klaksvíkar Kommuna Postboks 2 FO-710 Klaksvík ella klaksvik@klaksvik.fo Umsóknarfreistin er mikudagin 25. mars 2015 kl. 12:00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158 ella umvegist-post: smidjan@klaksvik.fo MASKINSMIÐUR ELLA BILMEKANIKARI MASKINSMIÐUR ELLA BILMEKANIKARI www.klaksvik.fo Hotel Tórshavn / hvonn brasserie Tórsgøta Undir Bryggjubakka Miðlahúsið Norðlýsið Perlan Tjald Osta- húsið Vágsbotnur Sjósavnið Reinsaríið Tjald Kortið her vísir, hvussu tjøld verða sett upp í Tórsgøtu, har ymiskur matur verður borðreiddur, og hvar Sjósavnið fer at hava sína framsýning. Harumframt verður ymiskt á skránni inni í Reinsarínum, Perluni og í Miðlahúsinum Heitið á familjutiltakinum – ein dagur á grynnuni – hava fyrireikararnir funnið í kenda sanginum hjá Poul Arna Joensen, Stórhvalagildið Hugskotið aftan fyri tiltakið er at varpa ljós á alt tað ríka tilfeingi, sum er í sjó­num kring okkum