Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Longu teir gomlu grikkarnir og róm­ararnir høvdu gáað eftir, hvussu kensluborin strongd kann føra til høvuðpínu. Nýggj gransking bendir eisini á, at ávísir tankar kunnu geva meira høvuðpínu enn aðrir. Høvuðpína kann vera tekin um bæði lívfrøðiliga, fysiologiska og sálarliga ójavnvág. Tá so kroppur og sál hanga saman sum ertnahálmur, kann tað vera trupult at siga, hvat er hønan, og hvat er eggið í hvørjum einstøkum føri. Tankar, sum føra til eina kenslu av máttloysi, eru ofta teir heilt stóru syndararnir, tá ræður um høvuð­pínu. Ymisk tankamynstur Tað var sálarfrøðingurin, Martin Seligman á Universitetinum í Penn­sylvania, sum fyrstu ferð fór at arbeiða við hesum tonkum og avleiðingum av hesum. Seligman fann út av, at kenslan av máttloysi hongur neyvt saman við, hvussu vit tulka ymiskar støð­ ur. Ella rættari: Hvørjar brillur, vit taka upp á okkum, tá vit hyggja at tí, sum hendir í okkara lívi. Nú hevur nýggj gransking sett sjóneyku á, hvussu júst hesi tanka­ mynstur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til høvuðpínu. Tað vísir seg, at tað serliga eru trý sløg av tonkum, sum kunnu geva trupulleikar við pínu á ovastu hædd. Eitt er vanin at tulka støð­ur sum óbroytiligar, vanin at gene­ ralisera - og vanin við at »persónali­ sera«. Bert fyri eina tíð Viðhvørt kunnu vit menniskju síggja keðiligar støður sum »óbroyti­ ligar«, hóast okkara logikkur sigur, at støðan bert er fyri eina tíð. Eitt nú kunnu vit hugsa, at »mín høvuðspína heldur ongantíð uppat…« í staðin fyri at hugsa: »Eg havi høvuðpínu beint nú…« Generalisering snýr seg um hugburðin at síggja »negativ ting í einari støðu« sum um, at hetta er galdandi fyri allar aðrar støður eisini. Eitt nú »eg eri sjúkligur av náttúru…« í staðin fyri bara at siga »eg havi høvuðpínu…« Sjálvandi er tað týdningarmikið at taka ábyrg av egnum mistøkum, men viðhvørt fýlast vit at okkum sjálvum fyri ting, vit ikki hava ábyrgd av - ella bara hava ein part av ábyrgdini av. Hetta er tað, sum danir rópa »personalisering«. Eitt dømi: »Eg havi skyldina av, at vit eru aftur út á okkara deild, tí eg fór heim við høvuðpínu…« í staðin fyri at hugsa »Eg fekk høvuðpínu og fór heim… vit tóku ov seint hond um uppgávuna…« At bróta vanar Avleiðingin av negativum tanka­ mynstri kann verða, at tankarnir fáa teg at føla teg máttleysan, og kenslan av hesum ger, at tú gerst keddur, óður og óttafullur. Hetta eru júst slíkar kenslur, sum fáa vøddarnar í kroppinum at spenna seg, og tað kann elva til høvuðpínu. Haraftrat kemur, at vit ikki duga serliga væl at taka hond um trupulleikan við eitt nú at strekkja út ella veita okkum sjálvum linna, tá vit frammanundan eru í einum tankamynstri, sum sigur okkum, at »tað er einki sum hjálpir…« Kelda: www.helse.dk Kenslan av máttloysi hongur neyvt saman við, hvussu vit tulka ymiskar støður. Nú setir nýggj gransking sjóneyku á, hvussu júst okkara tankamynstur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til høvuðpínu.Tað vísir seg nevniliga, at tað serliga eru trý sløg av tonkum, sum kunnu geva trupulleikar við pínu á ovastu hædd Hvussu frísk eru vit? Vit máta BMI, blóðtrýst og kolesterol fyri at finna út av, hvussu sjúk - ella frísk - vit eru. Men, hvat er nú tað, sum sigur okkum rættiliga nógv um, hvussu frísk vit nú einaferð eru? Jú, tað ger okkara kynslív sambært eini frágreiðing, sum Vidensråd for Forebyggelse hevur skrivað. Millum tey, sum hava skrivað frágreiðingina, er læknin og professarin í kynslæru, Christian Graugaard, sum er leiðandi í Danmark innan gransking í kynslívi. Hann er ikki í iva. – Meðan BMI, blóðtrýst og kolesterol sigur okkum nakað um, hvussu sjúk vit eru, so sigur kynslívið okkum nakað um, hvussu frísk vit eru. Hugsa tær eina minni høvuðpínu heilsa Avleiðingin av negativum tankamynstri kann verða, at tankarnir fáa teg at føla teg máttleysan Viðhvørt kunnu vit menniskju síggja keðiligar støður sum ”óbroytiligar”, hóast okkara logikkur sigur, at støðan bert er fyri eina tíð