Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tilsamans skutu teir 9.400 harur á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið. Raskastir vóru vestmenningar. Hetta kann lesast í nýggju frágreiðingini: »Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna«, sum júst er útkomin Eyðfinn Magnussen Biologur, Fróðskaparsetur Føroya Í frágreiðingini kanst tú lesa um, hvussu haruveiðan í 2014 hilnaðist kring landið. Teir, sum vóru rask­ astir at skjóta harur í Føroyum í 2014, vóru teir í ‘Útihaganum á Bjørgum’ í Vestmanna. Teir fingu 214 harur, sum teir skutu á 11 túru­m. Teimum á baki koma teir í haga­partinum ‘Norðurtriðingur, Norðari­partur’ í Sørvági við 203 harum á 14 túrum. Teir í Neshaga í Vest­manna vóru beint aftanfyri Sør­vingarnar við 202 harum, sum teir fingu á 14 túrum. Á fjórða plássi vóru teir í Sjeyndum í Tjørnuvík við 201 harum á 12 túrum. Tað er sera ymiskt hvussu nógv­ ar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum kring landið. Av teimum 334 sjálvstøðugu haga­ pørtunum, har skotið varð í 2014, varð helvtin av samlaðu veiðuni skotin í 47 hagapørtum. Av hesum, vórðu 25 %, tað eru 2.323 harur, skotnar í 16 hagapørtum, Tey fyrstu 25% av harunum, har teir fingu fægst harur, vórðu skotnar í 235 haga­pørtunum. Vestmanna er haru­ bygdin í Føroyum Vestmanna er tann bygdin í Før­ oyum, har mest verður gjørt burtur úr haruskjóting. At áhugin fyri haruskjóting er stórur í Vestmanna, sæst eisini aftur á prísunum, sum hagarnir verða seldir fyri. Samlaði prísurin, sum haruhagarnir í Vest­ manna eru seldir fyri, frá 1966 til í dag, er nú farin upp um 2.2 milli­ ónir. Hesin stóri áhugi, sum er fyri haruskjóting í Vestmanna, sæst eisini aftur á talinum á harum, sum verða skotnar, tí Vestmanna er tann bygdin, har nógv tær flestu harurnar vórðu skotnar, bæði í 2014, 2013 og í 2012. Tilsaman skutu vestmenningar í fjør 1.120 harur á 74 túrum í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina. Hetta eru13% av øllum harunum, sum vóru skotnar í Føroyum í 2014. Av teimum 7 høgunum, har flestar harur vórðu skotnar Føroyum í 2014, vóru fýra teirra í Vestmanna. Næstflestar harur skutu teir í Miðvági; 553 harur á 70 túrum. Á triðja plássi er Sørvágur við 496 harum á 42 túrum, fjórða plássi er Sandavágur við 463 harum á 70 túrum. Veiðan dag fyri dag Í kanningini er skrásetingin av haru­veiðuni gjørd fyri hvønn ein­ stakan dag, sum skotið hevur verið. Tí ber eisini til at gera upp, hvussu veiðan hevur hilnast dag fyri dag í veiðitíðin, og til ber at samanbera, hvussu veiðan hevur verið í mun til undanfarin ár. Í 2014 var fyrsti dagur, har loyvt var at skjóta harur, mánadagin 3. no­vember. Hendan dagin, vórðu til­samans 1.100 harur skotnar í 75 hagapørtum kring landið. Saman­ bera vit haruveiðuna í 2014 við 2013 síggja vit, at munurin var serliga fyrsta dag, sum hilnaðist munandi betri í 2013 enn í 2014. Tær tríggjar seinastu vikurnar í 2014 vóru hin­ vegin, munandi betri í 2014 enn í 2013. Annars hevur gongdin verið hin sama tey bæði árini. Í 2013 fall tað soleiðis, at fyrsti dagur, tá loyvt var at skjóta harur (2. november), var ein leygardag. Tá líkindini at skjóta harur eisini vóru framúr góð hendan dagin í 2013, vóru eisini nógvir harumenn í fjøllunum. Skotnar vórðu tá til­ samans 2.458 harur á 122 túrum kring landið. Í 2012 skutu teir 1.304 harur á 93 túrum tann fyrsta Yvir 1.200 mans skutu harur Kanningin av haruveiðuni í Føroyum í 2014 var sera væl eydnað. Fyri 10 av teimum 15 oyggjunum, har møguleiki er at skjóta harur, eydnaðist tað at fáa upplýsingar úr øllum hagapørtunum, sum eru í oynni. Tilsamans eru upplýsingar fingnar fyri 348 av teimum íalt 454 hagapørtunum, sum eru í Føroyum. Ongar harur eru í Koltri, Stóru Dímun og Lítlu Dímun HARUVEIÐA