týsdagur 10. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
leygardagin í árinum, tá loyvt var at
skjóta haru.
Flestu harurnar skotnar
í Streymoynni
Kanningin vísir, at eins og í 2012
og 2013, so vóru eisini tær flestu
harurnar í 2014 skotnar í Streym
oynni; íalt 3.924 harur, sum svarar til
eina slaka helvt av øllum harunum.
Hetta er áleið sami brotpartur sum
í 2013 og 2012, tá ávikavist 45% og
47% av teimum føroysku harunum
vórðu skotnar í Streymoynni.
Í Vágum vórðu skotnar íalt 1.893
harur, 1.415 í Eysturoynni og 840 á
Borðoynni. Til samanberingar fyri
Vágoynna kann sigast, at bæði í 1991
og í 1997 vórðu umleið 1.400 haru
skotnar tilsamans hvørt árið. Árið
2014 var tí eitt sindur yvir miðal til
haru hjá vágamonnum.
Tað var eisini á Streymoynni, at
flestu túrarnir vórðu gjørdir í 2014;
íalt 388 túrar, sum svarar til 35% av
samlaða túratalinum. Í 2013 vórðu
41% av øllum harutúrunum gjørdir
í Streymoynni, í 2012, 45 %.
Kanningin sera væleydnað
Kanningin av haruveiðuni í Føroy
um í 2014 var sera væleydnað, og
harumenn vóru avbera raskir at
boða frá hvussu nógv teir høvdu
fingið á teimum ymisku túrunum.
Fyri 10 av teimum 15 oyggjunum,
har møguleiki er at skjóta harur,
eydnaðist tað at fáa upplýsingar
um veiðuna í øllum høgunum í
oynni. Talan er um oyggjarnar:
Fugloy,
Svínoy,
Viðoy,
Kunoy,
Streymoy, Vágar, Mykines, Hestur,
Nólsoy og Skúgvoy. Í Borðoynni
manglar ein hagi, Innistovuhagi.
Í Eysturoynni er 78% dekningur,
meðan tað fyri Kalsoynna, Sand
oynna og Suðuroynna mangla fleiri
hagapartar.
Haruhagtølini, sum eru við í frá
greiðingini, koma frá 366 ymiskum
heimildarfólkum
kring
landið.
Veiðitølini byggja í stóran mun á
upplýsingar, sum eru fingnar frá
harumonnum, sum hava boðað frá
úrslitinum í Facebook-bólkinum
»Haruskjóting í Føroyum«.
11. mars verður
harukvøld í Vestmanna
Í sambandi við, at frágreiðingin
»Haruveiðan í Føroyum 2014 og
annað tilfar um føroysku haruna«
nú er komin út, verður skipað fyri
einum harukvøldi á Fiskivinnuskúl
anum í Vestmanna . Tiltakið verður
11. mars kl. 20:00. Har fer Eyðfinn
Magnussen á leggja úrslitini fram
frá kanningini. Eyðfinn fer eisini at
vísa nøkur úrslit um haruskjóting í
Vestmanna og hvussu veiðan hevur
hilnast í teimum ymisku hagunum
tey seinru árini. Eisini ferð hann at
vísa, hvat haruhagarnir í Vestmanna
eru seldir fyri á uppboðssølu, líka
frá 1966 til nú. Aftaná fara teir báðir
Vestmeningarnir Jógvan Durhuus
og Petur Højgaard, sum báðir nú
eru búsitandi í Havn, at greiða frá
haruskjóting í Vestmanna. Teir báðir
hava í nógv ár skotið harur í Dølum.
Í 2013 hevði Jógvan “gullbrúdleyp”
sum harumaður. Hetta var hansara
hálvtrýssinstjúgunda ár, har hann
skeyt harur á Dølum, og hetta varð
hátíðarhildin um kvøldið í húsinum,
sum teir hava bygt í haganum.
Frágreiðingin
Hetta er triðja royndin at gera
eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar
harur verða skotnar í Føroyum.
Fyrsta royndin varð gjørd í 2012.
Frágreiðingin er heilar 75 síður
til longdar, við nógvum tølum og
øðrum tilfari um føroysku haruna.
Umframt at greiða frá haruveiðuni
í Føroyum í 2014 og hvussu nógv
var skotið ymsastaðni kring landið,
verður eisini í frágreiðingini greitt
frá tíðarskeiðinum, tá loyvt er at
skjóta harur í Føroyum og hvussu
hetta tíðarskeiðið er broytt síðani
1881. Nøkur eldri harutøl eru eisini
fingin til vega. Her sæst m.a., at
‘Heimi í Haga’ í Norðradali hava
teir skotið tilsamans 2.871 harur
árini 1976 til 2014. Eisini kann lesast,
hvussu nógvar harur eru skotnar
‘Skálatoftahaga’ á Borðoynni árini
1970 til 2014. Ein kapittul eru um
haruskjóting í Vestmanna og ein
kapittul eru eisini um kaninir í
Føroyum.
Aftast í frágreiðingini er listi,
sum vísir úrslitini frá hvørjum
einstøkum av teimum 1.123 haru
túrunum, sum vórðu gingnir í 2014,
skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti
og dato. Frágreiðingin kann takast
niður og lesast á leinkjuni:
http://setur.fo/uploads/
tx_userpubrep/NVDrit2015_01_
HaruveidanIFoeroyum2014.pdf
í Føroyum í 2014
Teir 20 hagapartarnar í Føroyum, har flestar harur vórðu skotnar í 2014. Eisini sæst hvussu nógvir
túrar vórðu gjørdir í hesum hagapørtunum. Tær 2.664 harurnar, sum vórðu skotnar í hesum 20
hagapørtunum, svarar til 29 % av øllum harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2014.
Á myndin sæst hvussu nógvar harur ( – ), sum vórðu skotnar hvønn
dagin í veiðutíðini, 3. november til 31. desember, og hvussu nógvir
túrar eru gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - ). Úrslitið fyri 2014
(reyðu linjurnar) er samanborið við 2013 (bláu linjurnar).
Á myndin sæst, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í tíggju teim
um bestu bygdunum í Føroyum í 2014. Vestmenningar vóru
bestir. Teir skutu 1.120 harur, sum teir fingu á 74 túrum. Næstir
teimum vóru miðvingar við 553 harum á 70 túrum.
Hóast tað í Føroyum er loyvt at skjóta haru einar 50 dagar um
árið, so verður tó mest skotið leygardagar. Á myndin sæst, hvussu
nógvar harur vórðu skotnar 12 ávísar dagar í 2014. Talan er um
fyrsta dag, 7 fylgjandi leygardagar, triðja jóladag og teir tríggjar
seinastu dagarnar, loyvt er at skjóta haru. Av teimum tilsamans
1.123 harutúrunum, har dato er givið, vórðu íalt 5.976 harur (74%)
skotnar og 55% av túrunum gingnir hesar 12 dagarnar.
Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar tilsamans í
hvørjari oyggj í 2014 . Flestar harur vórðu skotnar á Streymoynni,
tilsamans 3.924 harur, sum vórðu skotnar á 388 túrum. Í Vágum fingu
teir 1.893 harur á 210 túrum, í Eysturoy 1.415 harur á 262 túrum.
HARUVEIÐA