týsdagur 10. mars 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
føroysku tónlistavirðislønirnar
FMA heiðrar
Væleydnaða tónlistatiltakið Faroese Music Awards vendir aftur leygar
dagin 14. mars, har fremstu føroysku tónleikaavrikini verða heiðrað
Mortan Østerø
Konsertskráin til Faroese
Music Awards – ella FMA
– leygardagin 14. mars borð
reiðir við øllum frá fólkslig
um tónum til víkingamálm
og kórsang. Júst hetta er
eisini tað, sum eyðkennir
hugsanina handan tiltakið:
eitt tónlistatiltak fyri tón
leikarar.
– Føroysku tónleikararnir
geva okkum ómetaliga nógv,
og vit ynskja at bera teimum
okkurt aftur, sigur Rólant
Waag Dam, sum samskipar
ársins FMA.
Hann var eisini samskip
ari fyri arbeiðsbólkin, ið tók
stig til at fara undir FMA
farna ár, tá ikki færri enn 20
heiðurslønir vóru handaðar
føroyska tónleikalívinum.
– Eitt tiltak, sum fagnar
og heiðrar føroyskum tón
leikarum er avgjørt eitt
neyðugt tiltak, har tónleik
ararnir fáa viðurkenning fyri
tónleikin, sum teir ríka okk
um við. Tað eru ikki fíggjar
lig áhugamál ella vinningar,
sum dríva okkum at skipa
fyri tiltakinum, men heldur
tónlistaligi áhugin. Í arbeiðs
bólkinum vildu vit heiðra
tónleiki, sum annars ikki fær
innivist í fjølmiðlunum ella
verður spældur á tamb í loft
miðlunum – hóast eyðsýnda
tónlistarliga góðsku, sigur
Rólant.
Fevna breitt
Helst
størstu
kappingar
neytarnir innan føroyskan
tíðindaflutning – Miðlahúsið
og Kringvarpið – skúgvaðu
eisini
kappingarhugin
til
viks eina løtu og settu tón
listahugan
fremst,
sum
varð til tríbýtt samstarv við
Norðurlandahúsið, ið eisini
er karmur um Faroese Music
Awards.
Arbeiðsbólkurin
letur væl at fyrstu royndini
at skipa fyri tiltakinum, og
hava koppsett seg fyri barna
sjúkurnar.
– Tá ið endamálið er
at
fevna
breitt
innan
føroyska
tónleikaheimin,
verður sjálvsagt ógvuliga
torført at flokka ymisku
sjangrurnar,
sum
eisini
gjørdist
eitt
av
kritikk-
punktunum til FMA 2014.
Tær tríggjar høvuðsflokk
ingarnar
eru
varðveittar,
men tó munandi snøggari.
Haraftrat hava vit avgjørt,
at tað verður fullkomiliga
upp til førleikasterku og
serkønu
dómsnevndirnar
at heiðra 20 avrikunum frá
farna ári. Áhoyrarin er tó
ikki heilt útihýstur, men fær
fríar teymar at greiða sms-
atkvøðu til ársins live bólk
ella einstakling, treytað av,
at hesi hava havt minst eina
almenna framførslu í 2014,
sigur Rólant.
Til FMA 2014 vóru somu
leiðis tríggir høvuðsflokkar,
sum vóru fyri atfinningum
fyri at bólka ov ósaman
hangandi sjangrur saman.
Millum annað vóru rokkur,
málmur, jassur, blues og folk
tónleikur flokkað saman,
og tá varð ivast í hvørt tað
yvirhøvur bar til at viga eitt
nú málm tónleik móti jassi.
Hesaferð eru rokk-poppur
ein flokkur, síðani er folk,
country og blues í ein øðrum
flokki og til endans er ein
'opin bólkur', sum fevnir um
jass, klassiskan tónleik, kór,
instrumentalan tónleik og
world tónleik.
Taka tónleikin í álvara
Tey eru trý tónleikaáhuga
úr ávikavist Miðlahúsinum,
Kringvarpinum og Norður
landahúsinum, sum manna
arbeiðsbólkin
saman
við
einum samskipara, umframt
tveimum valdum umboðum
fyri
tónleikararnar.
Til
tess at tryggja, at tónleik
urin verður neyvt mettur
eftir dygdunum innan sína
sjangru, valdi arbeiðsbólk
urin at seta fleiri dóms
nevndir at meta um.
– Talan var ongantíð
um, at FMA skuldi vera ein
popularitetskapping,
skilt
á tann hátt, at einans rúm
skuldi vera fyri mest út
breidda og kenda tónleik
inum. Heldur skuldi dygdin á
tónlistarliga fjølbroytninum
í Føroyum heiðrast. Tískil
hava vit skipað heiðurs
lønahandanina
soleiðis,
at køn fólk innan ásettu
flokkingarnar
treytaleyst
sleppa at lata virðislønirnar.
Á tann hátt taka vit bæði
førleikarnar hjá dómsnevnd
unum og ikki minst tónleik
arunum í størsta álvara,
sigur Rólant Waag Dam, ið
gleðir seg til enn eitt umfar
av tónleikafagnaði.
Benjamin Petersen eigur flestar tilnevningar til ársins FMA tiltak við fýra tilnevningum tilsamans. Sjálvur er hann tilnevndur
ársins mannligi sangari umframt at hava møguleika at vinna tríggjar virðislønir fyri síni avrik við bólkinum AVE
Savnsmynd
Rólant Waag Dam, samskipari av FMA