Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Tað tykist longu langtsíðani, at Gunnar Nielsen fekk eitt silvurheiðursmerki um hálsin saman við skotsku lið­feløgunum í Motherwell. Føroyski landsliðsmálverjin hevði tá verið í Motherwell í eitt ár. Alt sá ljóst og deiligt út, nú Gunnar endiliga hevði fingið ein veruligan møgu­ leika at spæla seg heitan í al­tjóða fótbólti. Glasgow Rangers, ann­að av stóru feløgunum í Skot­ landi, rótar í lægru deild­ unum, eftir at teir fóru á heysin stutt framman­und­an. Hetta hevur givið hinum lið­ num ein møgu­leika at kapp­ ast um silvur­heiðurs­merkið, meðan Celtic er givni vinn­ arin undan kappingini. Motherwell fær Champions League plássið frá Glasgow Rangers í 2012. Í 2013 er Motherwell í Europa League, tá teir teir heinta Gunnar Nielsen til felag­ið. Stuart McCall er venj­ari og hann boðar frá, at Gunnar skal kappast við Lee Hollis um fyrsta plássið millum stengurnar. Tó stend­ur ein avtala millum venjaran og Lee Hollis við frá kappingar­ ár­inum framman­undan, har Stuart McCall hevur lovað Lee Hollis møguleikan frá byrjan í kappingarárinum 2013-14. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn Gunnar Nielsen kem­ ur á vøllin. Lee Hollis blívur skaddur og so er Gunnar millum stengurnar. Hóast okk­urt misjavnt avrik, so eru úrs­litini góð, og Motherwell er í topp­inum í skotsku Premier League. Tíverri fyri Gunnar, so verður hann eisini skaddur. Felagið leigar kekkiska Dan Twardzik frá Dundee. Hann spælir fimm dystir fyri Motherwell. Helst mundi leiðslan síggja okkurt í hon­ um. Fyrst royndi felagið at leingja leigusáttmálan við hann. Tá tað ikki riggaði, so valdi felagið at keypa hann á sumri 2014. Fíggjarligir trupulleikar elva til politiskar avgerðir Undan kappingarárinum 2014-15, sum er í gongd nú, gerst alsamt meiri greitt, at Motherwell hevur fíggjar­ ligar trupulleikar. Leingi verður arbeitt við at finna nýggjan eigara. Tað endar við, at pensioneraði vinnilívs­ mað­urin, Les Hutchison, letur felagnum eitt rentufrítt lán. Síðani er meiningin, at eitt áskoðarafelag, tekur yvir stýringina av felagnum um fimm ár. Yvirtøkan hjá Les Hutchison er klár í desember 2014, tá eisini venjari verður skiftur. Í tíðini fram til eigara­ skiftið verður spart í hvørjum horni í Motherwell FC. Ein tann fyrsta avleiðingin plag­ar at verða, at spælarar við bonussáttmálum verða Gunnar Nielsen er loksins leysur av Motherwell, eftir at hann hevur sitið uttanfyri síðani á sumri í fjør. Føroyski landsliðsmálverjin var ikki í eini javnbjóðiskapping við hinar málverjarnar. Heldur var hann fangi í einum politiskum og fíggjarligum spæli fangaður í skuggasíðuni av fótbóltinum profilurin Gunnar Nielsen Alt sá ljóst og deiligt út, nú Gunnar endiliga hevði fingið ein veruligan møgu­leika at spæla seg heitan í al­tjóða fótbólti.