Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. mars 2015 · Nr. 29 ítróttur settir uttanfyri, tí tað verður roknað sum eykaútreiðsla. Tað kundi verið ein av orsøk­ unum, at Gunnar Nielsen ikki fekk spælitíð at byrja við. Um sama mundið kemur Ian Baraclough til, sum venj­ ari fyri Stuart McCall. Í sam­ røðu við The Dailyrecord sigur Les Hutchison, at ein av orsøkunum til valið av nýggjum venjara er, at hann hevur gott sam­band til írskan og enska Champion­ ship fótbólt. Við nýggja eigar­anum, og pengum at brúka, heitar Ian Baraclough fimm til seks spælarar til Motherwell. Ein teirra er George Long, sum verður lýstur sum ensk­ ur U21 landsliðsmálverji. Skriftin er á vegginum. Gunnar Nielsen er óynsktur og nýggi venjarin er ikki sinn­aður at geva honum ein møgu­leika, hóast felagið ligg­ ur til niðurflyting. Heldur vil hann satsa upp á tveir málverjar, sum ikki hava nakað av royndum Avrikini einki at siga Til seinast blívur støðan so greið, at tað er líka mikið hvussu væl Gunnar avrikar til venjing, tí felagið hevði av­gjørt, at føroyski málverjin ikki skal halda fram. Frá at verða partur av einum silvur­vinn­andi liðið, til ongan møguleika at fáa í kappingini við ein ungan málverja, sum upp til fleiri ferðir spælir und­ir miðal. Greiðasta dømi kemur, tá Dan Twardzik endar sum skemti í skotskum fóbólti, tá hann tvær ferðir í sama dysti missur bóltin í málið. Alíka­ væl fær Gunnar ikki so mikið sum ein dyst, at prógva seg í. Tað nyttar heldur einki, at Føroyar í november 2014 tekur allan fótbóltsheimin á bóli og vinnur 1-0 á Grikka­ landi. Her er vert at nevna, at Dan Twardzik ikki hevði spælt í skotsku Premier League undan leigu­sátt­mál­a­ num árið fyri, meðan George Long ikki hevur spælt nakran U21 landsdyst fyri Ong­land. Heitið »England U21 kepper«, er at strekkja lýs­ingina av George Long nakað langt, tí hann hev­ur í mesta lagi verið ein part­ur av liðnum. Sostatt kundi Gunnar venja so gali hann vil, men uttan møguleika fyri at fáa ein møguleika. Vil einki siga Gunnar Nielsen gjørdi í farnu viku eina fráfaringaravtalu við Motherwell, sum báðir partar hava skrivað undir. Gunnar venur enn við Mother­well, men tað verður bara meðan tey praktisku ting­ini koma upp á pláss. – Eg havi onga við­ merking, er stutta og greiða við­merk­ingin frá føroyska mál­verjanum, sum møtist saman við landsliðnum í Dan­mark, í vikuni undan lands­dyst­inum móti Rumenia 29. mars. – Tíðin var komin til at steðga í Motherwell. Fyribils havi eg onga viðmerking um framtíðina, men tað er greitt, at eg nú sum sáttmálaleysur má finna mær eitt nýtt felag, segði Gunnar Nielsen við in.fo mikudagin í farnu viku, beint eftir at tíðindini komu um, at hann steðgaði í felag­ num. Sum skilst, so verður ar­ beitt við at finna Gunnari Nielsen nýtt felag alt fyri eitt. Flytingarvindeygað er latið aftur í flestu støðu, men enn er tað opið í eitt nú Norra og Svøríki, umframt í lond­um sum Japan, Brasil og Avstralia. Sannlíkt verður leita í Norra og Svøríki fyrst og fremst. Verið í støðuni fyrr Gunnar Nielsen hevur verið í líknandi støðu fyrr. Tá hann steðgaði í Manchester City gekk nakað av tíð, áðrenn hann kom upp á pláss í Mother­well. Tá var hann millum annað eitt stutt skifti í danska Silkeborg. Tá tók tað honum eitt hálvt ár at finna eitt felag. Gunnar manglar enn at vinna seg fastan á einum lið­ ið og fáa nógva spælitíð. Tí kemur støðan hjá honum í Mother­well illa við. Tað pass­ aði honum kanska væl, at hann ikki skuldi spæla allar dystirnar í fyrsta kapp­ingar­ árinum, tí hann hevur fram­ vegis arbeitt við at koma fyri seg, eftir drúgvan skaða. Tað er ikki støðan hetta kapp­ ingar­árið. Gunnar Nielsen er 28 ár gamal og er í løtuni uttan felag. Hann hevur nú eisini roynt hvussu tað er, at verða fang­aður í einum fíggjar­lig­ um og politiskum spæli í fót­ bólts­heiminum. trondur@sosialurin.fo profilurin Tíðin var komin til at steðga í Motherwell. Fyribils havi eg onga viðmerking um fram­ tíðina, men tað er greitt, at eg nú sum sáttmála­ leysur