Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015 SOSIALURIN 30 4 Partur av tokkanum hjá felagsskapum sum IS er, at teir veita borgarunum tænastur, sum stjórnirnar í londunum ikki megna at veita teimum DANJAL AV RANA Hans Holm, fyrrverandi lærari á Føroya Lærara­skúla, sigur, at røturnar hjá IS eru elligamlar. Skal ein finna kjarnuna í trupulleikanum skal ein langt aftur, minst aftur til Sykes-Picot avtaluna frá 1916. Í stuttum legði avtalan millum franskmenn og onglendingar grundarlagið undir landa­ mørkunum, ið skapti nýggju statirnar í miðeystri, í kjalarvørrinum av upploysnini av Ottomanska ríkinum. – IS, sum aðrir bólkar undan teimum, leggja dent á, at landamørkini í økinum eru ónátúrlig. Samstundis gera teir sær dælt av, at nógvar elitur i økinum kappast um at ráða og í ávísan mun máa grundarlagið undir hvørjari aðrari, sigur Hans Holm. Hans Holm heldur, at stríðið í mið-eystir í stóran mun er eitt stríð millum ymisku fólka­ bólkarnar í økinum. Tað, at einki samband er millum, hvar fólkabólkarnir búgva og hvar landamørkini ganga, er við til at grugga málið í ovurhonds stóran mun. Hann vísir á, at í fleiri av londunum eru tað minnilutar, ið stýra einum meiriluta, og ofta elvir tað til ógvusliga misnøgd millum fólkið. – Harumframt eru minnilutarnir ofta stuðlaðir av vesturlendskum stjórnum, og gevur hetta IS góðan gróðrarbotn. Teir kunnu peika á vána­ligu umstøðurnar hjá fólk­in­ um, at vestur­heimurin er við til at kúga tey, og at tey tí hava ein felags fígginda, sigur Hans Holm. Ein partur av tokk­anum hjá IS er, at teir í mong­ um førum kunnu veita tæn­astur, sum stjórnirnar ikki kunnu veita. Teir veita trygg­ leika, teir veita sosiala hjálp, teir veita kreppu­hjálp, alt møguligt, sum stjórnirnar í hes­um londunum ikki hava megnað at veitt fólkinum í áratíggju. Í grundini eru tað sosialar og fíggjarligar vón­svikakenslur, sum liggja undir tí at­dráttar­ megi, sum felagsskapir sum IS hava. – Hesir unglingarnir uppliva eina fremm­ andagerð í teimum londunum, tey koma til. Teir fáa ikki arbeiði, teir sleppa ikki upp í part, gerast ikki integreraði í samfelagið, teir búgva í. Tað er torført at føla seg útstoyttan, serglia um tú ikki skilir hví. Í IS vera tey góðtikin, tey fáa ein felagsskap, eitt heim av líkasinnaðum. Brád­liga hoyrir tú heima onkustaðni, sigur Hans Holm og vísir á, at ein felagsskapur sum Nation of Islam eisini fekk góða undir­tøku millum tey svørtu í USA. Hans Holm heldur, at IS í ávísan mun dyrg­ir eftir høgt útbúnum inn­flytarum í Evropa. – Teir hava nomið sær góða útbúgving, men fáa kortini ikki starv, ofta orsaka av navni sínum. Tí gerast teir vónsviknir, og opnir fyri ávirkan frá víðgongdum fe­lags­ skapum sum IS. Við at fáa hesar í sín part, kann IS nýta teir sum eitt slag av fimtu kolonnu, sigur Hans Holm. Hugtakið fimta kolonna verð­ ur nýtt um ein bólk, sum kann máa støð­ið undan ein­ um øðrum størri bólki, innanífrá. ­– Málið hjá IS er at endurreisa muslimska kalifatið, og síðani leggja allan heimin fyri sínar føtur. Um tað skal eydnast, má Evropa eisini knúgvast á leiðini, sigur Hans Holm. Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og suðri og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið hósmorgunin: Eitt stormlágtrýst, 965 hPa. sunnanfyri Ísland fer móti Íslandi og brúgvalagið haðani kemur hendavegin. Veðrið fríggjanáttina: Stormlágtrýstið yvir Eystur-Íslandi fer í landnyrðing. Seinnapart: Stormur av suðri og útsynningi og ælingur, partvís kavi. Hitalagið millum 1 og 4 stig. LEYGARDAGIN HÓSDAG FRÍGGJADAGIN 20-25 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s 22-29 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Tjaldur ver vælkomið ...Havi hvørki hoyrt ella sæð nakað tjaldur- inntil fyri 5 minuttum síðani. Á sjálvari Grækarismessu sóust tvey í bønum niðanfyri húsini. Nú er várið í hondum!!« Sæð á Facebook: »Størsti trupulleikin við globaliseringini er, at hon tekur ikki hædd fyri føroyingum« Greiða málið hjá samgonguni var at skipa eina fiski­ vinnunýskipan í brátt farna valskeiði. Hetta hevur ikki eydnast, og eftir at andstøðan í seinastuni eisini hevur verið við í samráðingunum, er løgmaður bjartskygdur, meðan Jacob Vestergaard ikki longur heldur seg hava mandat til at skipa fyri tilgongdini. Allir flokkar og miðlar hava farnu vik­una tosað um fisku­ vinnunýskipanina – ella rættari vantandi fiskivinnunýskipanina. Okkurt kundi bent á, at breiðasta semj­an fæst uttanum Fólka­ flokkin – og sambært veljarakanning hjá Sosialinum, avspeglar hetta eisini hugsanina hjá veljaranum. fiskivinna kv1e vinna við fiskiveiðu og fiskavirking nýskipan kv2 e-t ið er el. verður skipað av nýggjum, skipan av nýggjum, ~ av skúlanum Valevnini byrja so smátt at koma undan kavi, og fleiri flokkar hava presenterað fyrstu umboðini. Jógvan sang seg víðari í X - Factor.Jógvan sang seg víðari í X - Factor. Sambandsflokkurin fær ein dyggan frammaná, og veljarin vil sleppa undan Fólkaflokspolitikki komandi valskeið. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin.   Ein maður verður tikin í Havn fyri at stjala innsavningsbússur til Abc-barnahjálp. Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Jørgen Niclassen um at landið skal taka eitt lán á 155 milliónir. Páll Joensen vann tvær ferðir gull í stórari svimjikapping í Marseille. Pál vann á 1500 og 400 metrum, og Krista Joensen vann silvur á 50 metrum í Danish Open fyri brekað. Búskaparráðið ger í nýggjastu frágreiðingini greitt, at okkum vantar 750 milliónir í fíggjarkarmunum. »Fiskivinnunýskipan« Gera sær dælt av fremmandagerð IS: HÓSDAG MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir kr. So nógv vuksu lønarútgjaldingarnar frá 2013 til 2014. (kelda hagstova.fo) 366 MANGT OG HVAT Visti tú? Tjóðsangurin í Grikkalandi hevur heili 158 ørindi HÓTTANIN FRÁ IS s. 10–15 STÓRT TEMA