Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015 SOSIALURIN 30 5 ÚR TINGINUM Dagsskrá 1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum. 4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein nevndarlim sambært § 14. Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hanna O. Nielsen, bankakvinna, hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900 Vágur, sum nevndarlim. 5. Val av nevndarlimum. Gudfinn Olsen stendur fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk 4, í viðtøkunum. Nevndin mælir til, at Gudfinn Olsen verður afturvaldur. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskot nevndarinnar, verður víst til heimasíðu felagsins www.ss.fo og grannskoðaðu ársfrásøgnina. 6. Val av grannskoðan. Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara, Sp/f Numo, løggilt grannskoðaravirki. 7. Uppskot frá nevndini: Nevndin mælir til, at nevndarsamsýningin verður óbroytt galdandi fyri 2015 soleiðis, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir sparikassans verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki felagsins frá apríl 2013, við støði í hesum: Grundsamsýning: 30.000 kr. Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning Aðrir nevndarlimir 1 x grundsamsýning Fyri eykaarbeiði, í grannskoðanarbólkinum ella serligar nógvar nevndarfundir, kann veitast ein eykasamsýning. 8. Ymiskt Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi hósdagin 26. mars 2015 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn. Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mánadagin 23. mars 2015. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi mánadagin 30. mars 2015 kl. 16.00. Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin. Vágur, tann 11. mars 2015 NEVNDIN Ársaðalfundur í P/F Suðuroyar Sparikassa Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa mánadagin 30. mars 2015 kl. 19.00 á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur. ANNIJANNI