Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 6 Annika Kunoy Im V it sita við stóra køks­borð­ ið í rúmliga og ljósa køk­ inum hjá Leif og Lailu av Reyni í Kollafirði. Tað eru bert ellivu dagnar, síðani tey bæði, saman við báðum børnunum komu aftur til Føroya eftir at hava verið tríggjar mánaðir á einum barnaheimi í Kenja. Hetta er ein gamal dreymur, sum tey nú hava gjørt til veruleika. Ætlanin hevur altíð verið at fara av­ stað til fjarskotið land, áðrenn børnini byrjaðu í skúla. Nú eru børnini sjey og fimm ára gomul. Skuldi tað verða, so mátti tað verða nú, greiða Leif og Laila frá. – Hjá mær er skjótt frá tanka til gerð. Eg eri øgiliga spontan, og seti eg mær nakað fyri, sum eg ikki klári at gera, so kennist tað sum eitt niðurlag, sigur Laila. Laila vildi fegin sleppa avstað í eitt ár, men tað gekk eitt sindur striltið at fáa mannin við uppá tað, so Laila byrj­aði at siga fyri fólki, at tey høvdu gjørt av at fara í tríggjar mánaðir. Og borðið fangaði, tí seks mánaðir seinni fór lítla familjan avstað. Kenja var eitt trygt val Tá ið avgerðin var tikin, var ikki torført at velja landið, sum farast skuldi til. Leif visti um eitt danskt par, sum hevur sett á stovn barnaheimið »New Life Africa International« í Kenja. Fyri 20 árum síðai byrjaði hetta parið við sunnudagsskúla, og sum tíðin leið varð virksemið breiðkað. Í dag eru umleið 800 børn á New Life Africa International, sum eisini fevnir um ein seymiskúla. Tá Leif og Laila av fyrstan tíð hoyrdu um felagsskapin, valdu tey at stuðla eini gentu fíggjarliga, soleiðis at hon fekk møguleika at nema sær vitan gjøgnum útbúgving. – Av tí at vit javnan fingu tíðinda­ skriv frá barnaheiminum, vóru vit ofta mint á tey. Eisini hevur heimið ein seymiskúla, sum eg vildi sleppa á, tí har kundi eg koma við mínum íkasti, sigur Laila. – Tað gjørdi tað heldur ikki verri at sleppa at hava mannin, sum ar­ beiðir nógv, fyri meg sjálva í longri tíð. Vit vóru eisini forvitin eftir at vita hvat hendir á skúlanum, sum spon­sor­barnið hjá okkum gongur á, sigur hon. Sum í Lion King Heima í Kollafirði, á vegginum í kam­ ar­inum hjá sjey ára gamla soni teirra, hongur eitt stórt kort av heim­inum. Kvøldið fyri at familjan fór av­stað, sótu tey og hugdu at kort­inum. – Tá settu vit okkum spurningin, um vit vóru ov djørv at fara so langt burtur. Tað virkaði øgiliga langt vekk júst tá, siga tey bæði. Hesin tankin tarnaði tó ikki ætlan­ unum hjá familjuni, sum dagin eftir fór á 24 tíma longu ferðina úr Kolla­ firði til Kenja. – Tá vit lendu, kendist tað simpulten, sum vóru vit lend í film­ inum »The Lion King«, flennir Laila. –  Tað var tíðliga um morgunin, sólin bakaði og fram við vegin stóðu sebrur, apur og onnur djór, sum vit vanliga fara í djóragarðin fyri at síggja. »Har eru ungar gentur, sum geva kropp sín til mannin, sum koyrir skrelli­ bilin, fyri at fáa prei um, hvar tað besta skrellið liggur, og so tær kunnu standa á rætta stað, tá skrellið kemur« persónssøga – Tað var serliga hart at síggja smábørnini á gøtuni um kvøldið. Tey vóru so lítil, og har var ongin, sum var góður við tey. Tey búðu í ringasta slumminum, og nógv av teimum vóru skeiv, tí tey sniffaðu lím, greiða Leif og Laila av Reyni úr Kollafirði frá. Tey hava verið í Kenja í tríggjar mánaðir og hjálpt til á einum barnaheimi skilja ikki fátækra­ dømi Leif og Laila av Reyni ...framhald á síðu 8 Myndir: Privat