Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 8 Eisini vóru øll fólkini svørt, og vit kendu, at øll eyguni vóru vend móti okkum. – Vit kendu okkum ótrygg, tí alt var so ókent, og vit vóru eygleidd. Har var nógv fátækardømi, og tað gekk ein mánaður, áðrenn kenslan av ótryggleika fánaði. Tann síðsta mánaðin var tann kenslan horvin, og tá kendu vit okkum heima, siga bæði Leif og Laila. – Hóast fyrsta óttan, so vóru kensl­ urnar sum heild positivar. Nátturan er so ómetaliga flott, og øll fólkini vit komu í samband við vóru fitt, sigur Leif. Ótti og ræðsla fylgdi við Eftir at uppreistrarbólkurin »Al- Shabaab« hevur gjørt nógv um seg í Somalia og Kenja, hevur ver­ið ávarað ímóti at vitja summi støð í land­inum. Tí slapp familjan ongan­ tíð til høvuðsstaðin Nairobi ella væl­ umtóktu oynna Mombasa, tí danska uttan­ríkis­ráðið mælti frá hesum. – Eg vildi bara sleppa avstað, og vildi ikki hoyra nakað um, at tað ikki var okey at fara. Eg bleiv næstan óð, tá fólk spurdu, um eg tordi. Eg skuldi avstað, nú eg endiliga hevði tikið stig til tað, sigur Laila. – Tó høvdu vit eina keðiliga upp­ living, meðan vit vóru har. Eg legði ein mynd út á Facebook av familjuni jólaaftan, og skrivaði gleðilig jól til familju og vinir. Síðani síggi eg, at onkur persónur, sum hevði dekkað helvtina av andliti sínum við turri­ klæði, hevði skrivað »Shoot, no mercy, shoot to die!« Tá hugsaði eg, at nú mugu vit heim, sigur Laila, eitt sind­ ur uppøst. Laila greiðir frá, at hendan hend­ ingin skelkaði hana so mikið nógv, at Leif sendi ambassaduni eitt bræv, men ambassadan sissaði familjuna við, at hatta óivað ikki var ein verulig hóttan. – Hetta var bert ein roynd at skapa ótta, og tað var tilvildarligt, at tey valdu okkum, hóast tað var skelkandi, sigur Leif. Eftir hesa hendingina blokeraði Laila myndina, og tók allar myndirnar frá Kenja niður av netinum aftur, tí hon var bangin fyri, at barnaheimið av onkri orsøk var í vanda av hesum til­burðinum. – Á barnaheiminum høvdu tey eis­ini upplivað líknandi hóttanir nakr­ar ferðir, men tað hevur tíbetur ikki verið meir enn tómar hóttanir, sigur Leif. Tó er týdningarmikið at verja seg væl við trygdarútgerð, tá man sum felagsskapur hevur meir pen­ing um hendi, enn vanligt er í har nær­um­ hvørv­inum. Heimið er eisini vart við tríggjar metrar høgum garði, tveimum sjefara­hundum og vaktarmanni. Eisini eru ávaringarlúðrar í hvørjum rúmi. Skrelliplássið Felagsskapurin, sum familjan ar­ beiddi hjá í Kenja, hevur ymiskar skúlar til børnini, sum hoyra til heim­ ið. Leif og Laila umrøða ein av hesum skúlunum, sum »skrelliplássið«. – Har er eitt stórt skrellipláss, har eini 3000 fólk búgva. Har eru ungar gentur, sum geva kropp sín til mannin, sum koyrir skrellibilin, fyri at fáa prei um, hvar tað besta skrellið liggur, og so tær kunnu standa á rætta stað, tá skrellið kemur, sigur Laila sjónliga ávirkað av minnunum. – Tað eru børn hjá hesum, sum búgva á skrelliplássinum, sum felags­ skapurin tekur sær av. Tey fáa mat hvønn dag og fáa eisini útbúgving, so møguliga kemur vend í óndu ring­ rásina, sigur hon. Vit skilja ikki fátækaradóm Tey bæði, Leif og Laila hava búð ymsa staðir í heiminum, og serliga Leif hevur ferðast nógv. Tó hevði hvørgan teirra verið í Afrika, áðrenn tey fóru avstað í desember. – Vit hoyra sjáldan nakað positivt um Afrika. Vit hoyra mest um hungr­ andi børn, ræðslu ella neyð og vesala­ dóm. Tað fylgir altíð eitt sindur av ótta við tí , sum vit hoyra um Afrika. Vit høvdu eisini henda óttan, men um vit fara avstað aftur, so verður hann ikki har, tí nú eru vit trygg í Kenja, sigur Leif. – Hóast vit nú eru trygg, so sóu vit ymiskt, sum vit ikki hava sæð fyrr og sum hevur fest seg. Tað var serliga hart at síggja smábørnini á gøtuni um kvøldið. Tey vóru lítil, og har var ongin, sum var góður við tey. Tey búðu í ringasta slumminum, og nógv av teimum vóru skeiv, tí tey sniff­aðu lím. Tey tóku límfløskur úr lummanum og luktaðu til tær við jøvnum millumbilum, og síðani sótu tey og flentu býtt, greiðir Laila frá. Leif sigur, at í Kenja búgva umleið 44 milliónir fólk, og fólkavøksturin er yvir trý prosent um árið. Arbeiðs­ loysið er um 40 prosent, og har er eitt øgiligt fátækaradømi. Tí er møgu­ leikin fyri at yvirliva sera lítil. – Har eru so fáir møguleikar, og tí missa nógv drívmegina at kempa, sigur Leif. Vit liva ikki í einum slíkum samfelagi, har grundleggjandi tørv­ir­ nir ikki eru dekkaðir. Tá vit í Føroyum tosa um fátækaradømi, so er tað tí, at peningur ikki er til biografbilettir ella Adidas-skógvar til børnini. Tað er ein stór kontrast til tað, sum vit upplivdu í Kenja. Bæði Leif og Laila halda at børn­ini ikki vóru eins ávirkað av vesala­dóm­ inum, sum tey bæði vaksnu. Børnini hugnaðu sær hesar mán­ aðirnar, og tey sóu tingini á ein annan hátt, enn vit gjørdu. Allíkavæl vóru tey tilvitað um at hava okkum vaksnu í eygsjón, og tey fóru ongantíð burtur frá, heldur Laila. Kendist, sum vildu øll hava okkurt – Í fyrstuni føldi eg ikki, at nakað var væntað av mær, men tað gekk ikki long tíð, fyrr enn fólkini har á stað­ num góvu til kennar, at tey vildu hava pengar. Hetta kann tykjast keði­ ligt, men ein má eisini hugsa um, at tey veruliga onki eiga sjálvi. – Fatanin er, at ert tú hvítur, so eigur tú óavmarkaða nøgd av peng­ um. Onki er óført hjá teimum hvítu. Tey, sum vit komu í samband við, vóru eisini glað at koma at kenna ein hvítan persón, tí tað er so forkunnugt hjá teimum. Øll vóru tey blíð og góð við okkum og vildu geva okkum gáv­ ur og døgurða, hóast tey onki høvdu sjálvi, leggur Leif afturat. Sponsorbarnið Veronika Laila og Leif høvdu ikki sagt sponsor­ barni sínum frá, at tey fóru at koma til Kenja. – Eg sat við seymimaskinuna og seymaði gardinur, tá Veronika, sum var okkara sponsorbarn, kom inn í rúmið. Síðani spurdi eg hana, um hon æt Veronika. Hon segði ja. Eg sigi so við hana, at eg eri sponsorurin hjá henni. Tað var ræðuliga stórt fyri hana. Hon fór at tára, klemmaði meg, fór út og sendi fólk inn at hyggja at mær. Laila og familjan brúktu nógva tíð saman við Veroniku og forkelaðu hana, meðan tey vóru har. Veronika fekk eina nýggja seymimaskinu frá teimum í jólagávu og slapp at royna ymiskt saman við familjuni. Omma hennara var eisini ómetaliga glað fyri tann stuðulin, tey høvdu givið Veroniku. – Tað var stuttligt at síggja, hvat stuðulin, man hevur givið teimum, kann føra til, sigur hon. Eg eri ikki líka sum tá eg fór – Síðani vit eru komin heim aftur, havi eg lagt merki til ymiskt í ger­ andis­degnum her í Føroyum, sum setur tingini í eitt annað perspektiv. Sum eitt dømi kann nevnast, at eg var til hond­bóltsdyst í vikuskiftinum, og eitt barn datt á vøllinum. Í tí barnið dettur, rennur mamman inn á vøllin fyri at ugga tað. Hetta var ikki hent í Kenja, har vit vóru, tí mong teirra áttu onga mammu. Eg fái ein klump í hálsin, tá eg hugsi um tey, sigur hon rørd. – Tú heldur tó inntrykkini tú hevur fingið eitt sundur burtur, tí líkamikið hvat tú gert, so er tað ein dropi í havinum. Har búgva so nógv fólk, og tú fært ikki gjørt ein ovur­ honds­stóran mun. Vit hugsa øll tank­ an um, hvussu ein kann gera mun í Afrika, og har spælir skúlin heilt víst ein stóran leiklut, leggur Leif afturat. – Man setur tó størri prís uppá tað sum man hevur. Vit sleppa at velja út­búgving, starv og lívsleið - tey hava onki val! sigur Leif. Sjálvt um Leif var meir aftur­hald­ andi, tá familjan gjørdi av at fara av­ stað til Kenja í tríggjar mánaðir, so var hann fyrstur at siga, at tey skulu av­stað aftur seinni, flennir Laila. Og fam­iljan fer heilt víst avstað aftur um eini tvey ár, siga tey bæði, sum við ein munn. ■ Leif er 38 ár og er produktiónsleiðari á Bakkafrosti. Hann er eisini hondbóltsvenjari hjá U8, dámar væl at renna, ganga í fjøllunum og at íðka joga. ■ Leila er 34 ár og er leiðari á klædnadeildini á Tekniska Skúla í Tórshavn. Henni dámar væl at sniðgeva kjólar, syngja, at verða kórleiðari og at prýðka um heimið. ■ Eivind er 7 ár og gongur í fyrsta flokki. Honum dámar væl at ganga í fjørðuni, svimja og súkla. ■ Natasja er 5 ár og gongur í barnagarði. Henni dámar væl at tekna, syngja og dansa. ■ Í vikuskiftinum plagar familjan at hugna sær saman fríggjakvøld við einum góðum teknifilmi, gularótastavum, kips og dipp, og at svimja sunnumorgun. ■ Næsta ferðin verður ein kanotúrur í Svøríki har tey sova í tjaldi. Tá vit í Føroyum tosa um fátækra­ dømi, so er tað tí, at peningur ikki er til biograf­ bilettir ella Adidas-skógvar til børnini« Myndir: Privat persónssøga