Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015 SOSIALURIN 30 9 SVIK FYRI 1,5 MILLIÓNIR KRÓNUR Ein bankamaður var í Føroya rætti dømdur tvey ára fongsulsrevsing, har av 21 mánaðir vóru treytaðir, fyri at hava svikað hálvaaðru millión frá Eik banka við gjaldoyra- og virðisbrævahandli DANJAL AV RANA Í trý ár brúkti bankamaðurin peng­ar­nar hjá øðrum til at keypa og selja gjaldoyra- og virðis­brøv og flutti vinningin inn á sína egnu kontu. Hann slapp at spekulera við virðisbrøvum uttan váða fyri seg sjálvan. Maðurin keypti gjaldoyru fyri bankans pengar til ávísan kurs, og keypti teir síðani sjálvur frá banka­ num. Síðani seldi hann bankanum gjald­oyrini aftur til hægri prís. Í øðr­um førum nýtti hann pengar av kontum, sum hann varðaði av í sín­ um starvi, at keypa virðisbrøv fyri. Tá virðisbrøvini hækkaðu í virði, sel­ di hann tey aftur, setti vinningin inn á egna kontu, og flutti peningin aft­ur á kontuna, hann hevði tikið teir av. Av og á flutti hann eisini ómaks­g­jald, sum bankin av røttum skuldi fing­ið, inn á egna kontu. Tilsamans hevur maðurin vunnið sær 1,5 milliónir krónur á hendan hátt. Pengarnir fóru tó beint aftur til bankan. Tað vísti seg, at maðurin hevði ovurstóra skuld í bankanum, og pengarnir hann snýtti seg til, vórðu nýttir at gjalda lánið aftur við. Maðurin hevur arbeitt í Eik í langa tíð, og gjørdi sum mong onn­ ur starvsfólk – keypti partabrøv í banka­num, tá høvi beyðst til tess. Ráð­ini frá leiðslu bankans vóru greið, ein íløga í Eik var ein trygg íløga, og tað var ikki torført at fáa lán til partabrævakeyp. Maðurin grei­d­di í rættinum frá, at hann upp á tað mesta rindaði um 30.000 krón­ur um mánaðin til bankan fyri lán­ið, ið var á góðar 5 milliónir krónur, tó at netto-inntøkan ein­ans var um 16.000 krónur um mánaðin. Tað vísir seg, at með­an bankarnir seta krøv um til­ tøku­pening sum treyt fyri húsa­lán­ um, vóru ongar líkn­andi treyt­ir tá settar til lán til parta­bræva­keyp. Maðurin greiddi frá, at tá sum best stóð til, varð virðið á parta­brøvu­ num voksið við tveimum millión­um síðani keypsdagin. Tá var blivið honum greitt, at hann mát­ti selja, fyri at minka um útreiðslur sín­ar, men tað var ikki so ein­falt. Seldi hann øll virðisbrøvini í einum, hevði hann ikki fingið rætta høga prísin fyri tey. Samstundis hevði virðið á partabrøvunum follið, sum hevði ver­ið keðiligt fyri bankan, og tískil kom maðurin í eina trúfestiskreppu. Tað, sum var best fyri hann sjálvan, var ringt fyri Eik. Maðurin vildi tí vera við, at hann ikki hevði sama frælsi sum ein hvør annar kundi, at frítt keypa og selja partabrøvini. Hann valdi tí at selja tey í smáum, eitt sindur eftir hvørja rokn­skap­ar­ fram­løgu, men áðrenn hann slapp av við øll, var bankaskrædlið veruleiki. Eik fór á heysin, partabrøvini mistu alt virði, og hann stóð eftir við ong­ari ogn, men eini ovurhonds stórari skuld. So hann fann sær eina aðra inn­tøku­keldu. Hann nýtti pen­ing bankans til at spekulera í gjald­oyr­ u­m og virðisbrøvum. Men í 2012 var liðugt. Tá legði innanhýsis grann­ skoðanin hjá Eik til merkis, at okkurt løgið gekk fyri seg við kund­a­viður­ skiftunum hjá ákærda. Ákærin spurdi í rættinum ákærda, hvussu tað var gjørligt hjá honum at svika soleiðis í fleiri ár. Ákærdi greiddi frá, at har var so gott sum einki eftirlit. Deildarleiðarar høvdu stórt álit á sínum starvsfólkum, og tó at tað í ávís­um førum var neyðugt at fáa góð­kenning frá leiðaranum, tá keyps­upp­hæddirnar gjørdust sera stórar, høvdu starvsfólkini stórt frælsi, eisini til at biðja um hesa góðkenning, eftir at keypið var farið fram. Tá hevði maðurin av órøttum vunn­ið sær hálvaaðru millión krón­ ur, við at seta pengarnar hjá øðrum í váða. Alt fyri at gjalda egna skuld, ið hann hevði átikið sær at keypa parta­ brøv fyri. Ákærin kravdi 18 mánaðir fongsuls­revsing. Hann legði dent á, at fleiri fordømi eru, har fólk hava snýtt pengar frá sínum arbeiðs­gevara og meginreglan er, at tey verða revsaði við treytaleysari fongsuls­revsing. Ákærin segði seg tó vera sinnaðan at víkja frá einum kravi um, at allur dómurin skuldi vera treytaleysur, men legði dent á, at part­ur av revsingini mátti vera treyta­leys. Verjin vísti á, at ákærdi hevði verið undir stórum trýsti, tá brots­ gerð­ir­nar vóru framdar. Hann hevði verið samstarvssinnaður alla tíðina, síða­ni hann var handtikin, og verjin metti, at alt hetta skuldi tala ákærda til fyrimuns, og hann bað tí um, at hægst tríggir mánaðir av revsingini vóru treytaleysir. Dómarin dømdi ákærda tvey ára fongsulsrevsing, har av trígg­ir mán­ að­ir vóru treytaleysir. Roynd­ar­tíð­in er tvey ár. Harumframt skal ákærdi gera samfelagstænastu í 275 tímar og verða undir eftirliti av kriminal­ forsorgini í eitt ár. Ákærdi skal eisini gjalda Eik banka 1,3 millión­ ir í endurgjaldi, umframt sakar­ málskostnaðin. Dómarin legði dent á, at revs­ing­in fyri brotsgerðir móti einum arbeiðs­ gevara er treytaleys fongsulsrevsing. Dóm­arin vísti á, at hetta hevði staðið á í langa tíð, og at tað vóru nógvar at­skild­ar og einstakar hendingar. Dóm­ar­in metti, at tað, at maðurin hevði sett seg í skuld fyri at keypa parta­brøv, vóru á ongan hátt linn­ andi umstøður. Tvey ár eru heilt víst í tí lægra endanum, fyri hvat ein slík brotsgerð hevur uppiborið, segði dómarin. Harumframt kundi dómarin hugsað sær at gjørt ein størri part av revsingini treyta­leysa, men at lógin forðar fyri at døma longri fongsulsrevsing, tá sam­ felagstænasta er partur av revsing­ini. Tískil gjørdist treytaleysi part­ur­in av fongsulsrevsingini so stuttur.