hósdagur 12. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mars 2015
sosialurin 30
10
Isis ella Is – er ein tann størsta hóttanin móti okkara vesturlendska livihátti og
demokratii. Ein ófrættakendur og brutalur felagsskapur, sum serliga er kendur fyri
barbariskar avrættingar, trælahald, kvinnukúgan og kríggj um økið í Irak og Sýria.
Men hvat er hetta fyri ein felagsskapur, og hvat kunnu vit í Føroyum gera í stríðnum?
Islamskur Statur
tema
Eydna Skaale
I
slamskur Statur vaks úr vestur
lendsku hertøkuni av Irak í
2003.
■ Fyrsti leiðarin var Abu Musaad
Al Zarkawi, ein brutalur maður úr
Jordan, sum fyrstu tíðina nevndi
bólkin fyri »Al Qaida í Irak«. Hann
hevði tá somu ideologi, sum Bin
Laden og hataði vesturheimin á sama
hátt.
Men munurin var, at Al Zarkawi,
sum er Sunni-muslimur eisini legði
eftir shia-muslimum í Irak, og teirra
markleysi óndskapur fekk at enda
Al Qaida at venda teimum baki, tí
ógvusliga framferðin var ov nógv av
tí góða, sjálvt fyri heimsins kendasta
terrorist, Bin Laden.
■ Al Zarkawi varð dripin í einum luft
álopi í 2006, og bólkurin spjaddist tá.
■ Men tá amerikonsku tropparnir
vórðu tiknir úr Irak í 2007, og tá
Assad, einaveldisforsetin í Sýria, varð
koyrdur frá um sama mundið, fingu
víðgongdu islamistarnir ein nýggjan
møguleika.
■ Nakrar mánaðir seinni fingu teir
sær navnið »Islamiskur Statur í Iraq«,
og í 2011 varð maðurin, Abu Bakr al-
Baghdadi nevndur nýggjur leiðari.
Hann sigur seg vera beinleiðis í ætt
við profetin Muhammed, og hansara
ætlan fevndi longri enn hjá undan
gongumanninum. Hann vildi leggja
størri øki undir seg.
■ Í 2013 skifti bólkurin aftur navn
til »Islamskur statur í Irak og Sýria«
ella ISIS. Nú vóru teir ikki bert í Irak,
men skjótt tóku teir tann fyrsta stóra
býin í Sýria, og flagg teirra hongur nú
í býum har eysturi í Sýria. Hetta økið
er grundarlagið undir teirra vaksandi
rørslu.
■ Í januar 2014 samanbar Obama
rørsluna við eitt ítróttarlið, sum hevði
latið seg í búnarnar hjá einum øðrum
liði, men sum hóast tað ikki kundi
samanberast við røttu stjørnurnar
(Hann sipaði til, at teir »lótu sum um,
at teir vóru terroristar«).
Men bert fimm mánaðir seinni
hertóku teir stór øki bæði í Sýria og
Irak, millum annað Mosul , heimbýin
hjá Saddam Hussein, sum er næst
størsti býur í Iraq við meiri enn eini
millión íbúgvum.
■ Ferð eftir ferð hevur irakiski her
urin tapt sløg ella flýggjað undan IS
hermonnunum. Teirra brutali fram
ferðarháttur er øllum kunnigur, og
ofta hava hermenninir flýggjað í ótta,
tá teir síggja IS nærkast. Sostatt hava
teir ofta tikið øki uttan at møta mót
støðu.
■ Oddamaðurin, Abu Bakr al-
Baghdadi, hevur kunngjørt, at økini,
sum verða hertikin, hoyra til ein
nýggjan islamiskan stat. Eitt kalifat,
sum er eitt einaveldisstýri, har ein
kaliffur ræður og grundar sínar
fundamentalistiskar og víðgongdar
stýrishættir á Islam. Abu Bakr al-
Baghdadi skal eyðsæð sjálvur vera
kaliffur.
■ Islamskur Statur er uttan saman
bering ein tann mest effektivi terror
bólkurin, tá um rekruttering ræður.
Fleiri enn 20.000 útlendskir hermenn,
nógvir úr vesturheiminum, hava
ferðast til Sýria og Irak fyri at gerast
partur av herinum.
■ Í august gav Obama boð um luft
álop móti IS í Irak, fyri at steðga
teirra herferð, men seinni í sama
mánaði kunngjørdi IS eitt video, har
amerikanski journalisturin, James
Foley, varð brutalt avhøvdaður. Áðr
enn avrættingina ávaraði hann USA
móti fleiri álopum á IS.
■ Men Obama svarði aftur: Okkara
uppgáva og ætlan er greið. Vit skulu
berjast ímóti og tileinkisgera IS.
■ Hvørki amerikonsku luftálopini á
IS ella ógvusligu avrættingarnar av
fangunum hjá IS eru steðgaðar. IS trýr
framvegis uppá ein apokalyptiskan
samanbrest millum rætttrúgvandi
muslimar og vantrúgvin, og tað er
hendan trúgvin, sum er grundarlagið
undir álopum, sum nú henda uttan
fyri sjálvt krígsøkið, til dømis í París
og í Keypmannahavn.
■ Í fleiri førum hevur IS ført fram,
at teir hava loyniligar bólkar í øllum
vesturlendsku londunum, og í øllum
statunum í USA. Teir vilja taka allan
heimin og leggja alt undir nýggja, is
lamska kalifatið.
■ ST metir, at tað í løtuni eru 180.000
familjur – ella meiri enn ein millión
fólk – sum eru flýggjað undan ISIS.
ISIS – ein
hóttan úr
miðeystri
Hvat er Islamskur Statur?
Í økjunum, sum
ISIS hevur yvirtikið,
er nú deyðadómur fyri
kristna trúgv, shia-
muslimska trúgv og
samkyndleika.
Abu Bakr al-Baghdadi.
libanon