hósdagur 12. mars 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mars 2015
sosialurin 30
11
ISIS – ein hóttan úr miðeystri
Isis ella Is – er ein tann størsta
hóttanin móti okkara vestur-
lendska livihátti og demokratii.
Eydna Skaale
A
nnar er persónligt
samband við IS-fólk,
sum bara hava til
uppgávu at lokka
menn (og kvinnur) at berjast fyri
IS, og hin er eitt óvanliga væl út
bygt netverk á netinum, har øll
nýggj samskiftistøkni verður nýtt
fyri at lokka fólk til.
Mett verður, at umleið 20.000
útlendskir hermenn úr mist 90
ymsum londum eru og í Sýria og
Irak og berjast fyri IS.
Teir kunnu
skiftast í fýra
høvuðsbólk
ar, og londini
eru sett í rað
fylgju alt eftir,
hvussu nógvir
menn eru mettir at vera farnir til
Sýria og Irak at berjast fyri IS:
Norðurafrika
og miðeystur
1: Tunesia, 2: Saudiarabia,
3: Marokko, 4: Jordan, 5: Libanon,
6: Libya, 7: Egyptaland, 8: Ageria,
9: Ísrael, 10: Yemen, 11: Sudan,
12: Somalia, 13: Kuwait
Lond frá fyrrverandi
Sovjetsamveldinum
1: Russland, 2: Uzbekistan, 3:
Turkmenistan, 4: Kazakstan, 5:
Tajikistan, 6: Kirgistan, 7: Ukraine
Vesturevropeisk lond
1: Frakland, 2: Stóra Bretland,
3: Týskland, 4: Belgia, 5: Holland,
6 Svøríki, 7: Danmark,
8: Eysturríki, 9: Italia, 10 Finnland
Onnur lond:
Turkaland, Pakistan, Bosnia,
Kina, Australia, Kosovo, USA,
Kanada.
Tað eru í høvuðsheitum tveir mátar,
sum IS nýtir fyri at fáa ungar, út
lendskar menn at berjast fyri seg
IS hevur fleiri ymsar aggressivar samskiftisstrategiir,
sum allatíðina verða tillagaðar
Útlendskir
IS-hermenn
Vælsmurda samskiftismaskinan
■ Mett verður, at einir 3.400 borgarar eru farnir úr Vesturheiminum.
■ Í tølum eru flestir úr Fraklandi, men prosentvís í mun til fólkatalið
eru flestir úr Belgia, og næstflestir úr Danmark.
■ Mett verður, at eisini 550 vesturlendskar gentur eru farnar til
Sýria við lyfti um hjúnarband við IS-hermenn.
■ Eitt samt ST hevur hert revsingina fyri tey, ið ætla at fara ella
hava verið við frontin og barst fyri IS.
■ Í USA hava tey nýtt nógva orku uppá at læra lokalar
myndugleikar at eyðmerkja møgulig »ferðafólk«, sum fara til
Sýria í kríggj.
■ Allir hermenn fáa eina ideologiska og religiøsa indoktrinering,
eftir islamistisku tulkingini hjá Isis.
■ Teir fáa somuleiðis eina grundleggjandi militera útbúgving.
■ Hareftir fáa teir eina neyva útbúgving, alt eftir hvørjar uppgávur,
teir skulu gera.
■ Uppgávurnar kunnu vera at handfara serlig vápn, spreingievni,
handvápn, ella innan samskifti.
■ Útbúgvingin kann vara fleiri mánaðir.
Ein ódeyðiligur felagsskapur
Onkuntíð verður sagt, at Al Qaida var sum ein
høgguslokkur. Tað ganga nógvir og langir armar út frá eini
høvuðseind. Drepur tú »kroppin«, drepur tú alt dýrið.
IS verður hinvegin samanborið við ein tallerk av
spagetti. Tað er ein stór fløkja av sambondum allar vegir
um allan heimin, tað er einki høvuðsstýri, og tí er tað
nógv verri – kanska ómøguligt – at steðga teimum.
1
Religiøst
Islam er grundin undir rørsluni,
og endamálið er at skapa eitt mus
limskt kalifat. Hetta er nakað, sum
nógvir muslimar droyma um og
hava ynskt at endurinnføra, eftir at
vesturlendsk lond syndraðu seinastu
kalifatini. Nógvir muslimar finna
seg í brutala framferðarháttinum,
tí málið, kalifatið, er so stórt, gott og
rætt. Alt verður gjørt í navni Allah.
2
Politiskt
Í nærøkjunum í Sýria og Irak
átaka teir sær uppgávur, sum statir
eiga at gera. Rætttrúgvandi muslimar
fáa vatn, mat, el, hospital og vernd, og
hesin boðskapurin verður eisini væl
og virðiliga blástur út um allar geilar
har. Av tí sama hava teir ein ávísan
vælvilja frá fólkinum í økinum,
sum hevur upplivað ótryggleika og
óstøðugleika í longri tíð.
3
Óttaskapandi
Sum kontrast til tað, teir kunna
»rætttrúgvandi« muslimar um,
stendur teirra brutalitetur og ótta
skapandi samskifti, sum serliga er
vent móti vesturheiminum og móti
vantrúgvandi har í økinum. Amboðið
er ráur og brutalur óndskapur.
Til samskiftið við vesturheimin
nýta teir vesturlendskar samskiftis
leiðir, sum Youtube, Facebook,
Twitter, propaganda-avísir á enskum
og so víðari, men í nærøkinum eru
teir støðugt til staðar við álopum,
inhumanum avrættingum, hópdráp
um, neyðtøkum, trælahaldi, gísla
tøkum og øðrum.
Eingi tøl eru yvir, hvussu nógv
Isis-fólk arbeiða við samskifti burtur
av, men tað er greitt, at tað er eitt høgt
tal – og tað eru væl útbúgvin fólk,
sum standa handan samskiftið.
eydna@sosialurin.fo
Appelsingulu økini vísa
hvar IS herjar, og reyðu
økini á kortinum vísa økini,
teir hava tamarhald á.
IRAK
saudi arabia
IRAn
SÝRIA
turkaland
jordan
Endamálið er
at skipa eitt Kalifat,
ein homogenan
islamskan stat, sum er
eitt einaræðisveldi og ein
greiður mótsetningur til
demokratiið.