hósdagur 12. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mars 2015
sosialurin 30
12
tema Islamskur Statur
Eiga at
hjálpa har
vit kunnu
– IS kann illa samanlíknast við aðrar terrorbólkar kring heimin. Meðan
Al Qaeda roynir at vinna sær størri undirtøku millum lokalfólkið, og tí tekur
summi – um enn ov fá – menniskjalig atlit, so er IS bert áhugað í at yvirtaka
økir í landinum – og drepa tey, sum standa fyri. Tað besta Føroyar kunnu gera
er tí at hjálpa teimum, sum flýggja undan IS. Tað heldur 31 ára gamli Heini
Jacobsen, sum hevur verið í Afghanistan sum hermaður fyri danska herin
Barbara Holm
E
g havi upplivað, at kríggj
kann oyðileggja vaksnar
menn. Ímynda tær so tey,
sum liva í krígssonum alt
sítt lív. Tað er tað fyrsta, ið rennur
vágbinginum Heina Jacobsen til
hugs, tá ið hann skal seta orð á sínar
tankar um Isis.
Í 2009 varð Heini Jacobsen
útsendur fyri danska herin til
Afghanistan at berjast ímóti Taliban.
Eftir fleiri ára venjingartíð á venj
ingarstøðini hjá danska herinum á
millum annað Bornholm, gjørdist tað
hansara túrur at fara frá familjuni í
kríggj.
– At fara úr Danmark var natúrligt.
Tú fert at gera tað, sum tú hevur vant
miðvíst ímóti. Men at uppliva eitt
krígsrakt land er ikki nakað, ið fólk
kunnu ímynda sær, áðrenn tey fara,
sigur Heini Jacobsen.
Sum MD – ella læknahjálpa –
hevði Heini ábyrgdina av at hava
heilivág og líknandi um hendi, um
okkurt skuldi hent.
Á Mob Price støðini í Afghanistan,
har allir hermenninir hildu til, var
tað eisini vanligt, at lokalu fólkini
komu at leita sær eftir hjálp, tá ið
teirra nærmastu vóru særd ella deyð.
Orsøkin var, at tey fingu pengar, um
lokalfólkið varð komið ímillum, tá ið
danskir ella aðrir hermenn skutu eftir
Taliban.
– Einaferð minnist eg, at ein maður
kom við einari ungari gentu. Hon lá
fyri deyðanum, og doyði stutt eftir.
So var tað mín uppgáva at hyggja at
henni og staðfesta, at hon veruliga
var farin, greiður Heini Jacobsen frá.
Tíðin í Afghanistan hevði eisini
við sær, at hermenninir vórðu tætt
knýttir at flóttafólkalegum í lokal
økinum. Og júst tankin um flótta
fólkalegurnar í Afghanistan er nakað,
sum fær Heina at steðga á eina løtu
og við sorgblídni minnast aftur á tey
fólk, sum har vóru.
– Summir føroyingar hava
kanska verið á flóttafólkalegum og
gjørt hjálpararbeiði. Men um nakar
føroyingur hevur verið á teimum
mest neyðarsligu legunum, so vita
tey, at tær eru einki annað enn eitt
alternativ til deyðan, sigur Heini.
Á flóttafólkalegunum upplivdu
Heini og hinir hermenninir, at fólkini
vóru óttafull, vónleys og fjálturstung
in um, hvat nú mundi fara at henda
teimum. Teirra dagar høvdu als einki
innihald, teirra liviumstøður vóru
ræðuligar og eingin glotti var at hóma
í eygum teirra. Tey vóru slóknað.
Heini Jacobsen
»Vit kunnu
sjálvandi ikki
taka fleiri
túsund flótta
fólk til Føroya.
Men vit mugu
royna at hjálpa
so nógvum, vit
kunnu«