hósdagur 12. mars 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mars 2015
sosialurin 30
13
– Kann nakar ímynda sær at
vakna hvønn dag til einki. At einki
kunna gera. Fáa lítið og einki at eta.
Og vera bangin fyri um tú nú fert at
enda tínar dagar soleiðis, spyr Heini.
Men hví eru tað flóttafólkalegur
nar í Afghanistan, sum Heini velur at
venda aftur til, tá ið hann skal hug
leiða um Isis?
Tí tær í Afghanistan vóru ein
dansur á rósum í mun til tær, sum
hýsa flóttafólkum úr Sýria.
Nýtt slag av terror
»Et lands terrorist er et andets fri
hedskæmper«. Soleiðis sigur eitt
gamalt dansk orðatak, sum Heini
nýtur at greiða frá tí, sum Taliban
er. Taliban roynir at vinna valdið í
Afghanistan, og fyri at gera tað, er
neyðugt, at Taliban økir um undir
tøkuna millum fólk. Um alt fólkið
í landinum er ímóti tí, sum Taliban
ger, so er skjótt, at Taliban missir fóta
festið og fer í søguna.
Men soleiðis er veruleikin hjá Isis
ikki. Isis er ein felagsskapur, sum vil
hava sín egna stat – og tey fólkini,
sum standa fyri, vera dripin.
– Isis ynskir ikki at økja um undir
tøkuna. Tað tænir ongum endamálið,
tí teir vilja bara fáa ein kalifat-stat í
miðeystri – kosta hvat tað kosta
vil. Teir eru ekstremistar, sum vilja
doyggja fyri sína sak, sigur Heini
Jacobsen.
Hann vísir á, at í fjør boðaði Al
Qaeda alment frá, at teir ikki stuðlaðu
Isis. Og tá ið ein felagsskapur er ov
víðgongdur fyri Al Qaeda – ja, tá
stendur illa til. Tí er neyðugt at
viðgera Isis øðrvísi enn aðrar
hóttanir, sum hava verið.
– Al Qaeda og Taliban eru
felagsskapir, sum vilja verja
víðgongdar og siðbundnar
muslimar. Vesturheimurin er
fíggindin. Men Isis er ein víðgongdur
bólkur av sunnimuslimum. Ert tú
ikki samdur við teimum, so verður
tú dripin, greiður Heini frá.
Isis hevur tó ikki møtt nóg nógvari
mótstøðu frá fyrstan tíð, tí teir vóru
upprunaliga ein uppreistrarbólkur,
sum bardist móti Assad í Syria, og
stýrið har var mett at vera ein størri
hóttan. Men nú hava USA og Dan
mark í nakrar mánaðir tikið dystin
upp við Isis.
– Vesturheimurin er noyddur at
fara til verka ímóti Isis, tí teir eru ein
heilt ørðvísi og ein meira víðgongd
hóttan enn tað, vit áður hava sæð,
sigur Heini Jacobsen.
Hann heldur, at diplomatiskar
loysnir ikki eru ein møguleiki, tí víð
gongdi felagsskapurin er ikki sinn
aður at slaka í krøvunum.
– Vit kunnu undir ongum umstøð
um seta okkum aftur á og eygleiða, at
fólk í hópatali vera tikin av døgum,
sigur Heini Jacobsen.
Føroyar kunnu gera mun
Hóast Føroyar ikki hava eitt herlið,
og í so máta ikki kunnu luttaka í
dystinum móti Isis, so er Heini av
gjørdur um, at føroyska samfelagið
eigur at taka trupulleikan við Isis í
álvara.
– Vit kunnu sjálvandi ikki taka
fleiri túsund flóttafólk til Føroya.
Men vit mugu royna at hjálpa so
nógvum, vit kunnu, heldur Heini
Jacobsen.
Kjakið í Føroyum um flóttafólk er
farið av sporinum, og fólk greiða frá
viðurskiftum, sum tey als ikki skilja.
Tey, sum ynskja at hjálpa fólki við at
senda pening til flóttafólkalegur, vita
ikki, hvat tey tosa um.
– Eg havi verið á einari flóttafólka
legu. Tað er ikki eitt lív at bjóða fólki,
heldur Heini Jacobsen.
Eftir hansara tykki er tað ov bíligt
og ov einfalt at siga, at vit kunnu
senda pengar til teirra. Og at argu
mentera fyri, at tað er ov dýrt at hava
flóttafólk í Føroyum.
– Kunnu vit seta eina upphædd á
menniskjalív? Eg havi verið í londum,
har menniskjalív vera gjørd upp í
krónum og oyrum. Men eg trúði ikki
man kundi tað í Føroyum, sigur Heini.
Tá ið føroyingar kjakast, snýr tað
seg mest av øllum um tunlar, makrel
og líknandi, og vit hava sterkar
hugsanir um flóttafólk. Men hvat
høvdu vit sagt, um kríggj brast á í
Føroyum, og eingin vildi hjálpa?
– Eg skilji væl, at føroyingar hava
trupult at seta seg inn í støðuna hjá
teimum fólkum, sum líða undir Isis.
Men eg haldi Føroyar er eitt frálíkt
stað, og fólkini eru góð. Ímyndið
tykkum, hvussu gott lív, vit høvdu
kunna bjóðað teimum, sum í dag
liva á flóttafólkalegum orsakað av
Isis, sigur Heini Jacobsen.
Spurningurin um Isis vendist
skjótt til ein spurning um at bjarga
mannalívum, tá ið Heini skal viðgera
evni. Eftir hansara tykki er spurning
urin um flóttafólk og um Føroyar skal
hjálpa í stríðnum móti Isis sera ein
faldur at svara. Tað kostar meira at
lata vera við at hjálpa flóttafólki frá
Isis.
– Um føroyska samfelagið á nakr
an hátt kann gera seg til reiðar at taka
ímóti hesum fólkunum, so er tað
okkara skylda. Vit kunnu ikki vaska
hendurnar og siga, at Isis ikki er okk
ara trupulleiki.
barbara@sosialurin.fo
» Vesturheimurin er noyddur at fara
til verka ímóti Isis, tí teir eru ein heilt
ørðvísi og ein meira víðgongd hóttan
enn tað, vit áður hava sæð«
Isis er nógv
tann ríkasti
terrorbólkurin í
heiminum, tí teir
hava tamarhald á
oljuríkum
økjum.
Heini Jacobsen í Afghanistan.
Mynd: Privat