Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 14 tema Islamskur Statur IS er komið Eydna Skaale Y nskið hjá IS er at etablera kalifatið áðrenn dóma­ dag, og tey, sum eru í kalifatinum dómadag, sleppa beinleiðis í Paradís. At stovna kalifatið er ein gamal muslimskur dreymur, sum nú er veruleiki. IS er ein politisk rørsla, sum hvílir á einum teo­kratiskum grundlarlagi, vísir Heini í Skorini á. Men hví fær ein so víðgongd rørsla so stóra undirtøku – eisini millum fólk, sum eru fødd og uppvaksin í Vestur­heiminum? – Meðan boðskapurin hjá Al Qaeda var: Kom upp í okkara felagsskap, krógva teg í fjøllunum í Afghanistan og sprong teg sjálvan í luftina, so er boðskapurin hjá IS: Kom upp í okkara felagsskap, tak familjuna við til kalifatið, vit hava ein stat her, og vit skulu taka okkum av tykkum. Tað er ein stórur munur, vísir Heini á. IS er eftirhondini ein funktionellur statur. Ein nógv betri skipaður felags­ skapur, nógv ríkari og nógv greiðari í sínum máli, enn Al Qaeda var. Tí kunnu hesir felagsskapirnir als ikki saman­berast í dag. Etnisk útreinsan Ein av orsøkunum til, at teir eru so víðgongdir og drápssinnaðir, er ynskið um ein homogenan sunni- muslimskan stat. Hetta merkir eisini etnisk útreinsan av øllum, sum ikki eru rætt­trúgvandi, so IS fær eina so einstáttaða fjøld av íbúgvum í kalifatinum sum gjørligt. Um tað bert er ein einstøk trúgv í statinum, er størri møguleigi fyri at skipa eina støð­uga eind, sum ikki syndrast innaní­frá. – IS hoyrir til sunni-muslimsku trúnna, og tað er hana, teir vilja verja. Tí verða bæði kristin og jødar, men eisini shia-muslimar og kurdar, slaktað frá hond, sigur Heini. Hann vísir á, at økið leingi hevur verið óstabilt, og við Irak-krígnum og arabiska uppreistrinum, sum vit í vesturheiminum naivt trúðu, fór at gera alt betri, varð vegurin slóðaður fyri IS. – Tað kom eitt vakuum eftir Saddam Hussein í Irak og kríg­num móti Assad í Sýria. Vit í vestur­ heiminum hildu, at tað fór at vera viljin til demokrati, sum fór at sigra, men tey, sum ynsktu demokrati, vóru ov fá og ov illa skipað. Heini vísir á, at aftanfyri herrópini um demokrati á gøtunum í teimum stóru býunum, lá ein onnur massiv muslimsk rørsla og bíðaði. – Tað, at so nógvir smáir terror­ felagskapur svørja IS trúðskap, vísir, at teir hava eina sera sterka savnandi megi, og teir hava longu vunnið eitt stórt økið í Irak og Sýria, og teir savna hermenn úr øllum heiminum. Tað er órealistiskt at hugsa, at vit nakrantíð kunnu sleppa av við IS aftur – felags­skapurin er tíverri komin fyri at vera. Tvístøðan fyri vesturheimin Heini hevur sett seg væl inn í tingini viðvíkjandi IS og sambært honum er statsprosjekið væl ávegis. – Teir ynskja at skipa eitt mus­ limskt kalifat, og tað er nógv, sum bendir á, at teir eru við at megna tað nú. Teir hava longu átikið sær ymsar statsligar uppgávur í øki­num, so sum at skipa fyri skúla, s j ú k ra h ú s i , mati, vatni, infra­kervi og so víð­ari. Teir ráða yvir stórum oljufeltum, sum fíggja allar statsfunktiónirnar, men eg vænti ikki, at teirra ekspan­ sión heldur fram. – Men hóast vit ikki vilja viður­ kenna IS sum ein sjálvstøðugan stat, so er tað skjótt, at vit so ella so verða noydd at fyrihalda okkum til tann veruleikan, at teir agera sum ein sjálv­støðugur statur. Kunnu vit sleppa undan at skapa onkur sløg av diplomatiskum sambondum við ein stat, sum er á stødd við Stóra Bretlandi við 6 milliónum íbúgvum mitt í Miðeystri? – Teir eru rík­ir og sita á stór­um olju­felt­um, og vandin er sjálv­andi, at økið verður eitt nýtt Afghanistan áðrenn 2001. Tað vil siga ein klekingar­ maskina fyri terror­istar, sum fara at fremja álop á vestur­heimin. – Leypa vit hinvegin á, brúka teir tað í síni rekruttering av nýggjum fólki. Hvørjaferð vesturheimurin leypir á, bumbar ella annað, fóðra vit teirra propagandamaskinu og hat­urin ímóti vesturheiminum, og har­við økist talið av hermonnum, sum fara upp í IS. – Vit síggja, at teir knúsa ment­ anar­arvin í økinum, fleiri túsund ára gamlar standmyndir, teir for­ fylgja minnilutum á ræðuligan hátt, teir hálshøgga fólk og leggja tað út á Youtube og so víðari, og hetta eru alt liðir í ætlanini um, at vestur­ heimurin skal hoppa í felluna, lata seg provokera og skipa fyri bumbu­ álopum. Men jú oftari vit bumba, jú fleiri sivil doyggja, og jú meiri vind fær IS í seglini har á leiðini. Álvarsamt IS er nógv tann ríkasti yvirgangs­ felagsskapurin í heiminum. Teirra olja verður seld á svarta marknaðinum fyri fleiri milliardir árliga, og teir pengarnir verða millum annað nýttir til vatn, skúlar, infrakervi og annað. – Ynskið er at fáa stabilitet í tí økinum, teir nú hava og skipa ein stat. Men tað skapar ein stóran og »IS hoyrir til sunni-muslimsku trúnna, og tað er hana, teir vilja verja. Tí verða bæði kristin og jødar, men eisini shia-muslimar og kurdar, slaktað frá hond« Heini í Skorini, Ph.D.-lesandi – Tað verður trupult at oyða IS, og fyrr ella seinni verða vit tíverri noydd at fyrihalda okkum til hendan nýggja og ræðuliga statin. Tað sigur Heini í Skorini, Ph.D.-lesandi, sum hevur skrivað nógv um miðeystur Heini í Skorini. Isis stendur fyri »Islamskur Statur Irak Sýria«, og IS stendur bara fyri »Islamskur statur«.