Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 15 fyri at vera álvarsaman trygdartrupulleika fyri vesturheimin, ikki minst orsak­að av mongu vesturlendsku her­monn­ unum, sum koma aftur til Evropa. Tað er eyðsæð, at væl vandir heil­ agir krígsmenn skapar ein trygdar­ trupulleika, vísir Heini á. Heini vísir til serfrøðingar, sum siga, at einasti mátin at oyða IS er við einum longum, hørðum og áhaldandi kríggi úr luftini og á jørðini, eins og kríggið í Irak ella Afhganistan, og beint nú er tað eingin, sum hevur hug ella orku at byrja eitt slíkt kríggj. – So tað er eingin ivi um, at IS er ein felagsskapur, sum er komin fyri at vera, og at hann er nógvar ferðir verri at berjast ímóti, enn til dømis Al Qaeda. Vesturlendingar í kríggi Tí tað eru sera nógvir vestur­lend­ing­ arnir, sum verða rekrutteraðir til IS. Teir eru í stóran mun smákriminellir, nýkonverteraðir muslimar, sum Heini skýrir »religiøsar analfabetar«. – Kann­ing­ ar vísa, at fleiri teirra ikki hava lisið koranina og kenna ikki mus­ limsku trúnna ser­ liga væl. Fleiri tendra meiri uppá brutalu fram­ ferðina og machomentanina, og teir fella fyri lyftunum um at gerast hetjur, held­ur enn at sita við kassan í onkrum supermarknaði í Evropa, her teir bara vera sæddir sum taparar. IS gevur teimum nýggja meining við lív­ inum, og teir duga ekstremt væl at selja tann rætta boðskapin, serliga á sosialu miðlunum. Heini vísir á, at hóast IS nýtir mið­ aldarliga framferð á summum økjum, til dømis við brutalum háls­høgg­ ingum, so eru teir samstundis ein super­modernaður og væl skipaður felags­skapur, sum nýtir nýggjastu tøkn­ina at náa evropeiskar muslimar. – Eg haldi tó ikki, at vit skulu tvinna álopini í París og í Keyp­manna­havn alt ov fast saman við IS. At ein­ stak­ling­ar svørja IS trú­ skap merk­ir ikki, at álop­ini eru fyri­reikað av IS. Men IS gevur islam­istum í vestur­heim­inum eina legi­tima grund til at leypa á. – Og størstu tapararnir í øllum hesum er tann stóri meirilutin av friðarligum muslimum, sum nú verða lagdir undir fremmandahatur, islamofobi og álop. Eftir Charlie Hebdo vóru álop á fleiri enn 80 moskur – bara í Fraklandi. – IS drepur fyrst og fremst mus­ limar, sum ikki eru rætttrúgvandi, og í vestur­heiminum veksur óttin fyri mus­limum generelt. Tann óttin er vanda­mikil, tí hann kann sanniliga eis­ini vera við til at radikalisera ungar mus­limar, sum bara vilja liva í friði í vestur­heiminum við síni trúgv. Eydna Skaale E isini ungar gentur verða drignar við av hugsjónini og av lyftum um at verða viðfarnar sum prin­sessur í Sýria. Sannleikin er tó fjart frá tí, tí ISIS eru sera víð­ gongd­ir í kvinnukúganini. Tað eydnaðist einum bretskum kvinnuligum journalisti, undir følskum profili, at koma í samband við ein leiðandi ISIS-hermann. – Hann setti seg í samband við meg, og tá eg hevði játtað at eg var rætttrúgvandi muslimur, bleiv eg spammað av vøkrum lyftum um eitt gott lív í Sýria. Hann skuldi fara við mær, sum eini Sýrianskari prinsessu, eg skuldi hava tað gott, hann skuldi taka sær av mær og geva mær nógv børn. Óteljandi boð og skype­sam­ røður seinni fyrireikaði hann henn­ara ferð til Sýria. – Hann syrgdi fyri øllum, tí hann segði seg vera so góðan við meg, og hann kallaði meg sína trúlovaðu. Eg skuldi flúgva úr Bret­landi via Amsterdam til Turka­land, har ein kona skuldi taka ímóti mær og fáa meg um markið til Sýria. Tá hon ikki møtti upp í Turka­ landi, óraði maðurin ilt, og hon livir nú undir jørð við politivakt døgnið runt, tí hon er í støðugum lívs­vanda. Men hátturin ISIS fær lokkað kvinnur er greiður: teir siga tað, ungar gentur vilja hoyra. Gylt lyfti um, at tær fara at verða bornar á lógv­um. Veruleikin er tó langt frá lív­inum, sum vesturlendskar gentur liva. ISIS eru kendir fyri at vera sera kvinnukúgandi, og kvinnurnar hava einki at siga í nýggja kalifat­ inum, annað enn at føða børn og taka sær av manninum. Eisini er tankin um, at tær koma í miðlarnar og gerast kendar sera dragandi fyri summar. Tað er teirra vegur til at fáa upp­merk­ semi. Eingin húð má síggjast Nógvar kvinnur úr økinum eru tiknar til fanga av ISIS, og frá­ greið­ingin frá tveimum ungum kristnum gentum, sum megnaðu at flýggja, er skelkandi. – Teir hava eitt heilt harem av trælagentum, heilt niður í smá­ gentualdur. Flest allar kvinnurnar verða hópneyðtiknar og torturer­ aðar. Teir eru sadistiskir og full­ kom­iliga líkaglaðir við einstaka lív­ inum. Tær kvinnurnar, leiðararnir ikki sjálvir skoyta um, verða lætn­ ar øðrum ISIS hermonnum ella seld­ar sum sextrælir. Nógvar fangaðar kvinnur gera enda á sær, og nógvar verða dripnar. ISIS hevur eisini kvinnuligar her­menn, men tær eru ikki sjálv­ bodnar. Tær eru tvungnar inn í herin við harðskapi, neyðtøkum og ótta. Tær tora ikki annað. Nógvar av kvinnunum í ISIS hava til uppgávu at fáa fleiri kvinn­ur við, og at halda eftirlit við kvinn­unum í økinum. Tær skulu melda tær, ið ikki fylgja víðgongdu lóg­unum og summar hava eisini til uppgávu at revsa tær. Tær hava ikki loyvi at fara út, uttan so, at maðurin er við. Tær skulu ikki vísa nakra húð, sjálvt ikki um øklar ella hendur. eydna@sosialurin.fo Tað eru ikki bara ungir menn, sum verða lokkaðir til Sýria og Irak av ISIS Isis og kvinnurnar Kristnar kvinnur tiknar til fanga og lætnar í búna, sum ikki vísir nakra húð. New York Times endurgav onkra teirra fyri at siga: – Kunnu tit ikki bumba okkum? Síðani eg var tikin fangi, eri eg neyðtikin minst tredivu ferðir. Eg vil ikki liva longur. Mett verður, at knapt hundrað túsund fólk doyðu í Irak í 2014. Harav vóru knapt 35.000 sivil fólk, sum vórðu avrættað av ISIS m.a. orsakað av skeivari trúgv.