hósdagur 12. mars 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
16
KJAK
KLUMMAN
Góða mamma,
tað var ikki eg…
Tað stendur so forferdiliga væl til í Føroyum, at
londini í vestureuropa kunnu spegla sær í okkara
búskapi, vissar løgmaður okkum um. Tíðindafólkið,
sum fekk hesi góðu boð frá honum, gjørdist helst so
upplyft, at tað gloymdi at spyrja um landskassahall,
uttanlandsskuld og tílíkt keðiligt. Viðvíkjandi lands
kassahallinum, so verður tað burtur í næsta ár, tað
hava vit hoyrt. Hvussu tað skal gerast, tað fáa vit at
vita seinni. Um ikki annað, so fáa vit tað at føla.
Um somu tíð hoyrdu vit frágreiðingina frá Bú
skaparráðnum, og í henni vóru eingin fagnaðarróp.
Soleiðis verða summar útsagnir bara hangandi.
Annað dømi er, tá kringvarpsstjórin sang: Góða
mamma, tað var ikki eg … Eg hugsi um, tá hann
váttaði fyri tíðindafólkinum, at hann ikki vildi
hava okkurt lag við í sendingina um tollmálið.
Men tey, sum gjørdu sendingina, aktaðu hann ikki.
Hvat gjørdi hann so við tað, nei, tað varð hann ikki
spurdur. Men tað er júst tað, hann situr har til og fær
løn fyri. Ikki fyri at vaska sær um hendurnar. Annað
er so, hvat lurtarin skuldi brúka hasa upplýsingina
til.
Vit finna neyvan nakran skipara í Føroya søgu,
sum hevur givið dekkara skyldina fyri ringan fiski
skap. Kann tó ímynda mær, hvat reiðarin tá hevði
gjørt.
Eg veit væl, at tað er so lætt at finnast at. Men tað
er bara so keðiligt at hoyra hálvkvøddar vísur. Tað
er nú einaferð so, at tá fólk tosa hvønn annan upp
í lag, sum tað kann henda í einum meira ella minni
afturlatnum klubba, til dømis í einum landsstýri ella
á einum arbeiðsplássi, so er vandi fyri, at tú verður
rurað inn í fastar meiningar og hugburð. Víst er tað
gleðiligt, tá tað gongur væl, men tað er troyttandi, tá
ovfarakæti gerst blindandi. Somuleiðis tá eitt niður
lag, sum ein dómur er, førir til handatvátt, heldur
enn tað at taka sína ábyrgd.
Hetta fyribrigdið, at tosa hvønn annan upp í lag,
kenna vit flestu helst frá kaffisteðginum, í bindi
klubbanum og ymsum smærri bólkum, at tosið
kann gerast eitt sindur
trongskygt. Men har
er tað okey. Vit hava jú
brúk fyri at tosa um
bæði tað, ið vit blíva
forsyndað inn á, og
tað sum gleðir
okkum.
Vit øll
gera mistøk,
og eingin
er lýtaleysur. Tað er eingin
skomm at gera okkurt skeivt.
Men best er at taka ábyrgd
og avleiðingar av sínum
mistøkum, bæði
í privatlívinum og
arbeiðslívinum. Ikki minst er
tað gott fyri samvitskuna.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Bjarni Djurholm
Sum úrslit av
veljarakann
i n g u n u m
hava miðlar
nir fyri langt
síðani kosið
formannin í
Javnaðarflokkinum at verða
næsti løgmaður okkara.
Tað er sjálvsagt hugaligt
hjá honum at staðfesta – løg
maður er jú evsta politiska
embætið.
Spurningurin er tí sjálv
sagdur, hvønn politikk kunnu
vit so vænta okkum?
Jú, ein púra greiður boð
skapur hevur verið, komandi
løgmaður vil undir ongum
umstøðum samstarva við
Fólkaflokkin.
Tað er eitt erligt val, men
hvønn politikk ætlar so kom
andi løgmaður at fyrisita?
Henda samgongan hevur
eftir bert trimum árum fing
ið samfelagið úr alheims bú
skaparkreppuni. Góðu úrslit
ini, sum verða lítisgjørd av
andstøðu og í miðlunum, eru
eyðsýnd. Úr rúgvuni kunnu
verða nevnd:
Lægsta arbeiðsloysi í
Evropa, arbeiðmegin veks
ur alsamt, vaksandi netto
tilflyting, fólkatalið farið
at vaksa, flatskattaskipan,
nýggj pensiónsuppsparing,
eldraøkið til kommunurnar,
5% vøkstur í BTÚ (størstur
í Evropa), útflutningurin
setir met, yvirskot á hand
ils- og gjaldsjavna, lønargjald
ingarnar vaksa í øllum vinnu
greinum, sáttmálar á øllum
arbeiðsmarknaðinum, eingi
verkføll, løntakarar reallønar
vøkstur tí brúkaraprístalið
er óbroytt, mettal av lesandi
á Fróðskaparsetrinum og
miðnámsskúlunum, Markna
gilsdepilin skjótt liðugur,
Landssjúkrahúsið útbyggjast,
undirsjóvartunlar
undir
Tanga- og Skopunarfirði,
raksturin hjá landskassanum
gevur nú avlop, minsta lutfals
liga fíggjarlógarhall í Evropa
og avlop á fíggjarlógini í 2016,
lægstu almennu skuld í Evropa
(undantikið Noreg, Luxemburg
og Sveits), inntøkurnar hjá
landskassanum vaksa nú við
5% árliga, eisini Evropamet,
makrel- og sildaavtala við ES
o.s.fr, o.s.fr.
Eingin veit, tí
eingin spyr
Førda politikkin, sum hevur
bjargað samfelagnum, stuðlar
javnaðarformaðurin ikki. Men
hvat hevur hann so at bjóða?
Eingin veit, tí eingin spyr –
og slettis ikki miðlarnir.
Haðani er bert tann eini og
sami spurningurin og sama
svarið. Formaðurin fer ikki í
samstarv við Fólkaflokkin .....?!
Hví ikki seta skuggaløg
manni spurningar um hansara
politikk?
Í 2011 fornoktaði komandi
løgmaður flatskattin og boðaði
frá, at skattareformurin skuldi
rullast aftur. Hvat sigur hann
nú? Eingin spyr.
Okkurt vøkkult hevur
verið um, at skattaskipanin
skal gerast meira stigvís við
skattalætta til lægru inntøk
urnar. Hvussu skal tað fíggj
ast? Eingin spyr.
Komandi løgmaður var
hart ímóti forskattingini av
pensiónunum, eisini hon
skuldi rullast aftur. Hvat held
ur hann nú? Eingin spyr.
Og fiskivinnureformurin.
Har hava verið onkur ullint
svar í miðlunum um, at
heimaflotin skal hava tað
gott (hvør vil ikki tað?), nakað
av útlendskum kapitali skal
vera, stigvís uppboðssøla og
annað ókonkret. Men hvat vil
komandi løgmaður í grundini?
Eingin spyr.
Eisini hevur komandi løg
maður boðað frá, at vinnan
skal rinda 600 mio kr árliga
í landskassan í tilfeingis
gjøldum. Hvussu skal inn
krevjingin skipast, og hvussu
ætlar hann, at vinnan skal fóta
sær við okursgjøldum at nýta
til almennan rakstur? Eingin
spyr.
Í 2011 legði komandi løg
maður, sum tá var fíggjarmála
ráðharri, pensiónsuppskot fyri
tingið.
Henda samgongan arbeiðir
við pensiónsreformi, sum er
skorin eftir sama leisti. Nú
er komandi løgmaður ímóti.
Hvat vil hann so? Ein sam
haldsfasta, sum verður bæði
for- og eftirskattað? Eingin
spyr.
Á
fígg jarlógarøkinum
hartar komandi løgmaður
samgonguna fyri óforsvar
ligan politikk. Sjálvur hevur
hann (saman við Tjóðveldi og
Framsókn) í fleiri umførum
lagt uppskot fyri tingið um at
hækka raksturin við smáum
100 mio hvørja ferð. Hvussu
ætlar hann at fíggja rakstrar
økingina og samstundis fáa
javnvág á fíggjarlógina? Eingin
spyr.
Hvat ætlar komandi løg
maður at gera við flóttafólka
spurningin? Tað hevur ikki
kvokkið úr honum, um hann
ætlar at gera sum floksbrøð
urnir í grannalondunum, har
øll borglið eru opin. Eingin
meining, eingin veit og eingin
spyr.
Og hvat ætlar komandi
løgmaður á sjúkrahúsøkinum
(býtið millum sjúkrahúsini
og játtanir annars), almanna
økinum (forsorg, pensiónir
o.a.), skúlaøkinum, sam
ferðsluøkinum og á rikis
rættarliga økinum (meira ella
minni samband)? Eingin veit,
tí eingin spyr.
Men formaðurin hevur
vind í seglunum, hann verður
løgmaður siga miðlarnir upp í
saman.
Hann ætlar sær ikki at
samstarva við Fólkaflokkin –
tað er politikkurin.
Reyða kabinettið
Hvat fáa vit so? Eina reyða
samgongu við Javnaði, Tjóð
veldi og Framsókn? Hví verð
ur komandi løgmaður ikki
konfronteraður við henda
politiska veruleika? Men
eingin spyr.
Um Javnaðurin ikki vil
samstarva við Fólkaflokkin
fær Fólkaflokkurin ikki and
vekur av.
Henda samgongan mill
um Sambandið, Fólka- og
Miðflokkin, kann vísa á søgu
liga góð úrslit, hevur bjargað
okkum undan skrædlinum,
nakað sum vekir undran í um
heiminum.
Komandi
løgmaður
ikki tekur undir við hepna
politikkinum, hevur hann
boðað frá. Alternativið hjá
skuggaløgmanni er ókent,
eingin spyr...
Ætlar Javnaðurin eina
reyða gongu, har málið er at
bólgna almenna sektorin við
hækkandi skattum, avgjøldum
og eftirliti, ja - so verður tað
sjálvsagt uttan Fólkaflokkin.
Bert spell, at formaðurin
í Javnaðinum, komandi
løgmaður,
einvegis
og
áhaldandi sleppur undan
spurningum yvirhøvur um,
hvønn politikk hann vil reka.
Tað er ov bíligt, ikki minst,
tá vit nú eftir øllum at døma
skulu inn í ein sosialistiskan
royndartúr við Javnaði, Tjóð
veldi og Framsókn í Tinganesi.
Øll ynskja tað besta fyri
samfelagið. Vit vita hvat vit
hava, men slettis ikki hvat vit
kunnu fáa.
Alternativið er ein borgarlig
samgonga millum Sambandið,
Fólka- og Miðflokkin, tíbetur.
Ein politikkur, sum hevur
verið niðraður av mongun,
men sum hevur tryggjað væl
ferðina hjá øllum í ringastu
krepputíð síðani tríatiárini.
Tað er óreingiligt.
Spennandi at vita, hvussu
leikur fer, livst so spyrst.
Hvønn politikk hevur
komandi løgmaður, ella
hevur hann nakran?
Simona
Weihe
– eingin spyr, nú vit sambært veljarakanningum eru ávegis á ein sosialistiskan
royndartúr við Javnaði, Tjóðveldi og Framsókn í Tinganesi