hósdagur 12. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
17
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Katrin Kallsberg
yvirlækni og forkvinna í javnstøðunevndini
B
eint uppundir 8. mars las
eg eitt skriv í miðlunum
frá háttvirda løgtingsfor
manninum við yvir
skriftini »Hvat gera vit í ST?«
Eg undraðist stórliga á inni
haldið og ikki minni á avsendaran.
Løgtingsformaðurin, sum eg vænti
hevur serliga gott innlit í virksemið
í okkara løgtingi, sigur seg halda
tað vera ógvuliga løgið, at Føroyar
skulu »ganga til próvtøku hjá ST
í sambandi við javnstøðu«. Hann
leggur afturat, at hann eisini hevur
havt mistanka um, »at hetta er ikki
av tí góða«.
Eg undrist á, um hetta er
manglandi virðing fyri egnum
lógum, manglandi virðing fyri ST,
ella (vónandi) bert ein misskiljing?
Føroya Løgting hevur samtykt
løgtingslóg nr. 52 frá 3. Maj 1994,
um javnstøðu millum kvinnur og
menn. §1.Stk 1. sigur: Henda lóg
hevur til endamáls at beina burtur
allan mismun vegna kyn. Lógin
ásetur millum annað líka løn og
líka møguleikar til arbeiði. Eisini er
nevnt, at allar almennar nevndir
og ráð skulu hava javnstøðu, fyri at
taka trý ítøkilig dømi.
At ting taka tíð vita vit….
Hóast javnstøðulógin ásetur líka
løn, hava vit enn ein óforkláraðan
lønarmun á 2,9% millum kynini!
Hóast javnstøðulógin ásetur líka
møguleika til arbeiði, arbeiða yvir
helvtin av kvinnunum niðursetta
tíð. Vit vita frá Manntal, at 1400
kvinnur ynskja at sleppa upp í tíð.
Nýggjastu tølini frá Hagstovuni
vísa, at føroyskar kvinnur forvinna
umleið ein triðing minni í meðal
um mánaðin, enn føroyskir menn.
Eisini vísir Hagstovan á, at hetta
býtið hevur verið óbroytt í 25 ár!
Hóast javnstøðulógin ásetur, at
javnstøða skal vera í almennum
nevndum og ráðum, vísti seinasta
uppgerðin frá Løgmansskriv
stovuni, at enn er langt á mál har
eisini.
So hóast vit hava havt javn
støðulógina í góð 20 ár, lekur mill
um teori og praksis.
Í viðmerkingunum til Javn
støðulógina er víst til ST sátt
málan, lýstur at galda í Før
oyum 11. Juni 1987. Hetta er
sonevndi CEDAW-sáttmálin, ella
kvinnurættindasáttmálin hjá
ST. Hesin sáttmáli hevur verið
altjóðarliga í gildi síðani 1981.
CEDAW-sáttmálin hevur til
endamáls at beina burtur allan
mismun móti kvinnum, og at
fremja javnstøðu millum kvinnur
og menn á øllum samfelagsøkjum.
Tá Føroya Løgting 31. mars 1987
samtykti at seta CEDAW-sáttmálan
í gildi fyri Føroyar, góðtók løgtingið
tær treytir, ið fylgja við sáttmálan
um. Hesar treytir eru at lata frá
greiðingar til ST um, hvussu ymisku
greinarnar í CEDAW-sáttmálanum
verða hildnar. Føroyar lótu á
fyrsta sinni frágreiðing inn til ST
í 2004. Føroyar og Grønland lata
frágreiðing inn saman við tí donsku
frágreiðingini.
Tað, at Føroyar lata frágreiðingar
inn til ST ella fara til sonevnda
»próvtøku«, er ikki ókent. Í 2014
vóru Føroyar til »próvtøku« ella
hoyring um rættindi hjá einstak
lingum, ið bera brek.
So hetta, at Føroyar fara til
»próvtøku« hjá ST, átti ikki at verið
eitt ókent ella »løgið« fyribrigdi fyri
løgtingsformannin!
Í okkara grannalondum hevur
ljós í longri tíð verið varpað á
fyribrigdið »hate-speech«. Hate-
speech hevur til endamáls at
niðurgerða minnilutabólkar.
Eisini kvinnur (og menn), ið
luttaka í almenna kjakinum við at
varpa ljós á manglandi javnrættindi,
kunnu verða umtalaðar í neiligum
ella niðurgerandi vendingum.
Henda niðurgerðandi umtala kann
vera við at forða sjónarmiðum
teirra at koma fram.
Hetta við at niðurgerða og
láturliggera sjónarmið, ein ikki er
samdur í, kann køva eitt annars
fruktagott kjak um evnið.
Nú 8. mars er farin afturum,
hevur ljós verið varpað á javnstøðu
avbjóðingarnar - eisini í okkara
grannalondum. Millum annað
hevur NIKK, »Nordisk Information
for Kundskap om Køn« spurgt
ymisk fólk um, hvat tey síggja sum
størstu avbjóðingina fyri javnstøðu
í norðurlondum. Birgit Søderberg
frá LOKK, Danska landsfelagið
fyri kreppumiðstøðir, sigur at
»debatklimaet er så betændt. Det er
faktisk umuligt at få en konstruktiv
debat om tiltag, der kan fremme
ligestilling«…
Hetta sjónarmiðið má eg
viðganga, at eg kendi meg aftur í….
Eisini her í Føroyum haldi eg, tað
kann vera ringt at halda kjakið um
javnstøðu og átøk, ið kunnu betra
um javnstøðu, á einum virðiligum
støði.
Men hví brúki eg so nógv pláss
til hetta eina mál?
Tí eg haldi, at tað lýsir eina av
stóru javnstøðuavbjóðingunum í
Føroyum í dag: Javnstøðulógin, sum
er er samtykt av Føroya løgtingi fyri
góðum 20 árum síðani, verður enn
ikki tikin fyri fult!
Heldur enn at kjakast um tey
nógvu og konstruktivu uppskotini,
ST tilmælir, verða einstøk mál
framhevjað. Hesi mál verða eftir
míni bestu sannføring feiltolkað
og brúkt til at sáa iva um CEDAW.
Eisini verður ST skýrt sum ódemo
kratiskt.
Mítt vón er, at fólk (kanska
serliga politikarar og løgtings
formaðurin) gera sær tann
ómak at lesa tilmælini frá ST.
Millum uppskotini til bata á
javnstøðuøkinum í Føroyum
er til dømis tað, at betra um
møguleikaranr hjá tilfluttum
kvinnum og at betra um
viðurskiftini hjá kvinnum, ið
eru fyri harðskapi. Eisini mælir
ST-nevndin til, at vit tryggja eldri
kvinnum sømulig livikor. Alt tiltøk,
sum áttu at verið sjálvsøgd í einum
framkomnum samfelagi.
Í staðin fyri at skýra ST
ódemokratiskt og ákæra ST fyri at
undirgrava føroyska fólkaræðið,
áttu vit at umhugsað, um ikki ST
nevndin kann hava grein í sínum
máli?
Verður tað, at tryggja eldri
kvinnum sømulig livikor, endin á
føroyska fólkaræðinum?
Hvat er so ófrættakent við at
betra um viðurskiftini hjá kvinnum,
ið eru fyri harðskapi?
Mín vón er, at vit sum land eru
við at verða búgvin til at halda tær
lógir, vit sjálvi hava viðtikið. Um
einstakir politikarar ikki halda
javnstøðulógin er verd at taka
fyri fullt, hava teir jú møguleika
at leggja broytingaruppskot fyri
løgtingið, heldur enn at niðurgerða
ta lóg, teir sjálvir varða av.
Eg varð eisini spurd av NIKK,
hvat eg helt vera størstu javnstøðu
avbjóðingina í Føroyum beint nú!
Mítt svar var manglandi kvinnuligar
fyrimyndir. Vit hava løgtingsval í
ár, og sjálvt um føroyskar kvinnur
hava havt valrætt í útvið 100 ár, er
bert ein kvinna í Landsstýrinum!
Kanska høvdu fleiri kvinnur
innan tinggátt verið við at lyft
javnstøðukjakið?
Eg veit tað ikki, men hevði tað
ikki verið áhugavert at sæð, um tað
ger mun?
Leinkjur:
http://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-
stor-skomm-og-ohugnaligt/
http://www.lms.fo/media/6165/cedaw_c_
dnk_co_8_19525_e.pdf
www.javnstoda.fo
www.nikk.no
Eg haldi, tað kann vera ringt at halda
kjakið um javnstøðu og átøk, ið
kunnu betra um javnstøðu, á einum
virðiligum støði
Javnstøða í Føroyum?
Hugleiðingar nú 8. mars er farin afturum!