hósdagur 12. mars 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
18
Maud W. Hansen &
Johan Mortensen
Tað verður sagt at í sublimum
tónleiki ber til at hoyra rødd Guds !
Allir tónleika áhugaðir føroyingar
frøddu seg yvir Stellu Polaris
kappingina. Tað var veruliga huga
ligt og stórt at siggja og hoyra allar
hesu gávuríku ungu tonleikarar
okkara sum vit uttan iva fara at
hoyra meira frá tey næstu árini,
vit ynskja teimum øllum »the best
of luck« og eina stóra tøkk til teirra
lærarar.
Undirritaðu sótu í nevndini
hjá Tórshavnar Musikkskúla sum
fekk hugskotið til nevndu kapping
og EIK skal eiga stóra tøkk fyri at
tey sóu potentiali í slíkari kapp
ing og játtaðu at stuðla henni
fíggjarliga. Næsta Stella Polaris
kappingin verður í 2017. Tað er
okkara vón at støðið verður enn
hægri og at virðislønirnar somu
leiðis verða nógv størri og skulu
td., kunnu fíggja eitt scholarship
á hægri lærustovnum uttanlanda.
Tað var, og er framvegis, vónin
at Stella Polaris kann menna seg
til at verða ein kapping á altjóða
støði og sum fær tey alla bestu
talentini at koma sær fram.
Tónleikurin fyllir nógv í okkara
samfelagi, men synd er at siga at
hann og mentan yvirhøvur fáa
tær bestu sømdirnar, niðurpíndar
umstøður, skerdar játtanir osfrs.,
og høvdu vit ikki so idealistiskar
lærarar stóð illa til.
Í Tórshavn eru framvegis stórir
bíðilistar til Tórshavnar Musikk
skúla. Guð viti um nýggjur musik
skúli yvirhøvur verður bygdur ella
hann verður kleimdur inn í Salt
sølubyggningin tá avtornar !
Tað gjørdist øskukalt við olj
uni her á landi. Øll oljufeløgini
sum høvdu licence á sinni bundu
seg til at lata pening til »raising
business competance«. Latnar
vóru ikki minni enn 84 mio kr ! til
at menna businesslívið við, latið
varð til alt handa slag, einasta treyt
var at ikki eitt oyra skuldi latast til
mentan! Hvat hugsaðu avvarðandi
myndugleikar? Hví hevur mentan
so lítlan prioritet í Føroyum ?
Tað er valár í ár og skjótt fara
vit at kvalast í vallyftum. Tað
mugu vera einar 5.000 atkvøður
í Tórshavn, sum hava samband
við Tórshavnar Musikkskúla. Vit
eru sera spent uppá hvør flokkur
fer eftir hesum atkvøðum við
einum realistiskum boði uppá
eina veruliga, stórtøkna játtan til
okkara fjølbroytta mentanarlív.
Tað eru okkara listarfólk sum ríka
Føroyar, latið tey fáa ein menta
málaráðharra, sum er teimum
verdug/ur og sum torir at hugsa
stórt og á altjóða støði.
VOX DEI Nú má loksins ruddast upp
eftir Føroya dýrasta drong
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Formaðurin í Tjóð
veldinum
roynir
at billa fólki inn, at
onnur enn hann
sjálvur hava ”spol
að upp undirskot og
skuld í landsbúskapinum, sum vit øll
skulu gjalda”.
Føroya dýrasti drongur hevur
talað, men føroyingar vita betur:
•
Í 2002 skar HH í óðum verkum 366
mió. kr. av ríkisveitingini, hvørt ár
frameftir
•
Ríkisveitingin var tá 980 mió. kr.
•
Higartil hevur niðurskurðurin
kostað Føroyum 4,8 milliardir kr.
í beinleiðis inntøku
•
Í 2002 fastfrysti HH prístals
viðgerðina av tryggastu inntøkuni
•
Fastfrystingin hevur til í dag
kostað Føroyum eina góða milli
ard krónur
•
Íalt hava Føroyar soleiðis mist
uml. 6 milliardir krónur av
vælferð til og við 2014
Hetta er ein stór rokning, sum Høgni
Hoydal eigur saman við Fólka
flokkinum. Saman førdu teir knívin
í 2002. Tey, sum hava mest brúk fyri
vælferðini, gjalda rokningina.
Seks milliardir krónur – pluss
meira enn 200 milliónir krónur árliga
í mistari prístalsviðgerð – eitt stórt
krónutal.
Upphæddin svarar til:
•
fólkapensjón til allar núverandi
fólkapensjónistar í 12 ár
•
ella bygging av 50 Boðanesheimum
•
ella hálvan áttanda Sandoyar
tunnil
•
ella fimm Skálafjarðartunlar
Í grundini er upphæddin, ið tey hava
søplað burtur, ørandi stór.
Dugdu ikki at fylla holið
Fullveldisgarparnir, sum í síni
stórheitstíð í ár 2000 vildu loysa fyri
danskar pengar, dugdu tíverri ikki
at fylla holið eftir ríkisveitingina.
Teir táttaðu heldur ikki lívreimina.
Ímóti allari sunnari fornuft hendi
tað øvugta.
Hygg
at
diagramminum
ovast í hesi grein. Tað vísir úrslit
landskassans 1997-2014. Diagrammið
er úr frágreiðingini til játtanarkarmar
í 2015.
Tað vísir, at longu tvey ár eftir
blokkniðurskurðin fóru inntøkurnar
niður um útreiðslurnar. Hall komu á
almenna budgettið, og gapið millum
inntøkur og útreiðslur hevur verið
stórt líka síðani.
Við teimum avleiddu hallunum á
løgtingsfíggjarlógini er skuldin økt ár
undan ári, og í 2014 er bruttoskuldin
komin upp á 6 milliardir krónur. Tá
eru milliardastóru pensjónsgjøldini
til tænastumenn ikki íroknað.
Í grundini taka Føroyar rakstrar
lán – tey nevna tað eisini nýtslulán
ella forbrúkslán – fyri tað, sum plagdi
at vera ein trygg inntøka í ríkis
veitingini. Føroyar nærkast aftur
búskaparligu tromini.
Hetta er orsøkin til, at sam
bandsfólk og onnur skilafólk aftur og
aftur vísa føroyingum á dáragerðina
í 2002, sum hevur álvarslig lang
tíðarárin á almenna budgettið og
harvið á verandi og framtíðar vælferð
í Føroyum.
Nýskipanir og øktar
inntøkur bráneyðugar
Hvussu bjarga vit føroyska bú
skapinum undan avleiðingunum
frá 2002? Hvussu bjálva vit landið til
framtíðina?
Uppskriftin finst, og hon krevur
politiskan rygg at fremja.
Fram um alt má og skal fiskivinn
an nýskipast. Yvirskipaða og real
istiska málið er ein góð tvífalding av
útflutningsvirðinum, sum í dag er
6 milliardir krónur. Tað gerst við at
nýskipa atgongdina til europeiska
marknaðin við sonevnda Álands
modellinum. Harumframt skal ein
fræls fiskivinna í størri mun enn í
dag vera við til at fíggja vælferðina.
Føroyar mugu eisini ígjøgnum
reformar á ymsum økjum. Kommun
urnar mugu verða færri og størri,
og almenni sektorurin – herundir
heilsuverk, almannaverk, skúlaverk
og miðfyrisiting - má einfaldgerast og
fyrireikast til framtíðar avbjóðingar
og krøv.
Í triðja lagi skal ríkisveitingin dag
førast, so hon kemur upp á dagsvirði.
Tá gerast Føroyar førar fyri at
gjalda sína skuld, so okkara samfelag
ikki endar í rentufelluni, tá ið altjóða
renturnar fara at hækka.
Uppruddingin eftir Høgna Hoydal
og Fólkaflokkin, sum seinnu árini
eisini hevur eksperimenterað við
føroyska búskapinum, verður stór.
Men hon er neyðug, um Føroyar
skulu koma víðari fram á leið.
P.S.
Alt reypið hjá H. Hoydal um, at full
veldisrørslan hevur staðið fyri øllum
framburði í okkara landi, er sjálvrós
og mytumakarí. Tað allar mesta av tí,
sum hann vil eiga heiðurin av, er farið
fram í tøttum samstarvið í ríkinum,
ikki minst tá ið tað kemur til fígging.
Tað krevur politiskan rygg at rudda upp í langtíðar avleiðingunum eftir ábyrgdarleysa
blokkniðurskurðin í 2002 – men tað letur seg gera við reformum og øktum inntøkum
KJAK