hósdagur 12. mars 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
19
NØVN
Føðingar
3.mars fingu Gunn Poulsdóttir Joensen Tórshavn & Poul Eli Ellebye Olsen,
Tórshavn, ein son. Hann vigaði 2520 gr og var 46 cm langur.
Minningarorð um pápa mín
Thomas Juul Askham
F. 9. juli 1944 – D. 17. januar 2015
Tað kennist so óveruligt, at eg siti
her og skal skriva nøkur orð um mín
elskaða pápa ... babba, sum megin
partin av mínum lívið hevur verið
tann stóri, sterki og fríski maðurin,
sum altíð var fullur av orku og
hugskotum, tað var altíð lív rundan
um hann, og nú er hann brádliga
ikki hjá okkum longur ... eg skrivi
brádliga, tí hóast babba var illa sjúkur
av parkinson og vit vistu, hvønn veg
tað bar, so kom deyðin so brádliga á.
Tað er so nógv, eg kann siga um
babba, og tá tankarnir leita aftur, so
eru tað mong og fjálg minnir, sum
liggja goymd.
Neyvan eru nakrar døtrar so
nógv klemmaðar og mussaðar, sum
vit tríggjar altíð eru blivnar, heilt
frá tí at vit vóru føddar og líka til
babba ikki longur orkaði at leggja
armarnar um okkum, hevur hann
givið okkum kærleika ... altíð tá hann
kom inn, kom hann til mín, tók um
meg, mussaði meg og segði:” Nú kera,
hvussu stendur til?”
Åh, sum hann elskaði, tá bjóðað
varð til samveru við familjuni ... so
kom hann og, sum oftast var tað
hansara lutur at skera kjøtið niður, tí
hann dugdi so væl, at skera tað tunt,
og so smakkaði hann líka á sovsina
eisini, ímeðan mamma hongdi eitt
fyriklæði um hann, so hann ikki
fekk plett á seg, tí vælklæddur var
hann altíð ... antin var hann arbeiðs
klæddur, ella var hann, og tað var
hann oftast, vælklæddur í skjúrtu
og slipsi ... og altíð hóskaði alt saman
í liti, buksur, jakki, skjúrta og slips ...
tað syrgdi mamma altíð fyri.
Um morgnarnar elskaði hann at
fara til bakaran at keypa rundstykkir,
og so komu hann og mamma antin
til okkum ella til Rúnu, og so var
tað tann góði morgunhugnin, tá
mangt, bæði til álvara og gaman var
á skránni.
Mamma og babba fluttu niður í
90-unum og høvdu 10 sera góð ár í
DK, tað var so deiligt at ferðast hjá
teimum, tey elskaðu at gera mat
pakkar og pakka kurvina og so fóru
vit túrar.
Hettar tíðarskeiðið tey búleikaðust
í DK byrjaði sjónin hjá mær av álvara
at vikna, og tá tey fluttu heim aftur,
hevði eg mist alla sjónina, og tá komu
tey við jøvnum millumbilum og tóku
hond í hjá mær, babba plagdi at
dustsúgva, ímeðan mamma tók sær
av reingerðini, tó so, tað vóru tvey
ting, sum babba altíð gjørdi rein, tað
var køliskápið og bakarovnurin ... tað
var sum nýtt, tá hann hevði verið í
sving, tí hann var so sera vælgerin.
Øll barna- og ungdómsárini
var babba sera virkin í andaliga
arbeiðnum her á landi, og hettar
vóru vit heilt natúrliga ein partur
av, eg elskaði at vera við babba á
bygd til møtir og var so glað fyri, tá
eg so smátt hevði onkran leiklut á
møtunum eisini ... hann helt okkum
til og tað, sum hevði størstan týdning
var at leggja trúnna á Jesus í okkum,
tað løgdu mamma og babba stóran
dent á.
Tey síðstu tvey árini var babba illa
sjúkur, hann fekk fyri 1½ ár síðani
staðfest ringa parkinson sjúku, men
hóast hesa døpru diagnosu, var hann
ongantíð beiskur, hvørki inn á Gud,
læknar ella okkum, sum rundanum
hann vóru.
Í fyrstani hevði hann ilt við at
góðtaka, at hann var bundin av hjálp
frá øðrum, hann, sum altíð hevði
verið tann, sum ornaði so nógv, mátti
nú biðja um hjálp til nógv ting.
Tey síðstu árini mamma var á
arbeiðsmarknaðinum, elskaði hann
at hugna um og gera døgurða, til
hon kom heim, hettar mátti hann so
spakuliga gevast við, tí hann hevði
ikki førligheitina til at standa og gera
døgurða ella í heila tikið at standa og
stákast í køkinum.
Tá tey høvdu verið og keypt inn,
at bera vøruna inn ... tá kavi lá, at
skumpa kava ... bera ruskposan út í
ruskílatið ... vaska bil ... skifta perur
og aðrar umvælingar í húsinum ...
ja eg kundi hildið á, at nevnt ting í
dagligdegnum, sum babba spakuliga
mátti uppgeva at gera og tað, at sita
og eygleiða, at mamma mátti gera
hesi tingini, tí hann ikki longur kundi,
var so sera sárt fyri hann.
Eg minnist bara mammu og
babba, sum sera góð, og vit hava
altíð sæð tey klemmast og hoyrt tey
siga hvør øðrum, at tey elskaðu hvør
annan, eisini tað var tikið frá teimum,
tí babba misti allan sín førleika, men
hóast hann at enda nærum ikki
kundi tosa, so gjørdi hann alt, legði
alla sína orku í at fáa sagt mammu,
hvussu stóran týdning hon hevði, og
hvussu høgt hann elskaði hana.
Hann bar sína sjúku við einum
toli, sum vit mangan stóðu undrandi
og eygleiddu ... hann var so stuttligur,
og tann síðan av honum fór ongantíð.
Hóast hann gjørdist so sjúkur og
ikki longur kundi koma til okkum
javnan, slepti hann ikki tí at hava
samband við okkum, tá hann var
førur fyri tí, so ringdi hann og eitt tætt
band var knýtt ímillum abbabørnini
og abba ... serliga vóru tað Thomas
Juul og Petur, sum høvdu mangt
fortróligt prát, bæði við sjúkraleguna
og eisini í telefon, so leingi abbi kundi,
høvdu teir dagliga prát ... hann dugdi
so serliga væl at møta hvørjum
einstøkum, har ein var ... og so elskaði
hann, tá Ingibjørg kom, og hann fekk
lítla Sólbjørn tætt at sær, hann kundi
ikki klemma og mussa hann, sum
hann so gjarna vildi, men hann var
so fegin, tá hesin lítli gullklumpurin
vildi kela abbalang og vísti, at hann
var nakað serligt, eisini hjá hesum
lítla skattinum.
Nú er babba farin heim í staðin,
har ongin sjúka og pína er longur
... har alt bara er gott og ein stórur
uggi er at vita, at ein dag, so skulu
vit síggjast aftur og tann dag, fari
eisini eg, at síggja babba og øll hini
við mínum egnu eygum.
»Lívsins nátt svinnur brátt og í
Himlinum alt verður gott.«
Ærað veri minnið um elskaða
pápa mín Thomas Juul Askham.
Dóttir tín Ruth
18. februar varð Adanna Sólja Ojiugo Nwobi fødd í Slough, Berkshire í
Onglandi. Hon vigaði 3580 gr og var 52 cm long. Foreldrini eru Angelie
Helgadóttir Nwobi úr Tórshavn og Jerry Nwobi úr Nigeria, búsitandi í
Langley, Berkshire í Onglandi.
3. mars bleiv Kristian Samuel stóribeiggi til eina diddu. Hon var 53 cm
long og vigaði 3650 gr. Foreldrini eita Christine Valle og Petur Midjord,
Tórshavn.
1. mars fingu Bjarta og Trygvi Petersen, Glyvrar, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3610 gr.
5. mars fingu Paula Annika Thomsen og Flemming Rud Jensen, Leirvík,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3480 gr.
Leygardagin 14. mars:
Kl. 10.00 Morgunmatur
Kl. 10.30 Aðalfundur. Skrá samb.
viðtøkunum:
Kl. 12:30 Døgurði í Thabor
Kl. 15.00 Pallborðsfundur (í Ment
anarhúsinum). Evni: Rúspolitikkur
Føroya. Pallborðsluttakarar:
Pál Weihe, formaður í fólka
heilsuráðnum, Karsten Hansen,
landsstýrismaður við heilsumálum
Aksel Johannesen, formaður í
Javnaðarflokkinum, Hjalmar Hansen,
deildarleiðari á Handilsskúlanum
á Kambsdali og næstformaður í
altjóða Bláa Krossi
Kl. 18.00 Nátturði
Kl. 19.30 Sang- og hugnaløta.
Sangur við Manskórinum í Thabor og
Petur Hans Hansen & Thomas Dam.
Samrøða við fyrrverandi misnýtara
Andakt v/ Dakko Petersen. Blái
Krossur í altjóða høpi v/Hjalmar
Hansen. Innsavnan til Bláa Kross
Drekkamuður.
Sunnudagin 15. mars:
Kl. 12.00 Altargangsgudstænasta í
Fuglafjarðar kirkju. Sverri Steinhólm,
prestur, prædikar
Kl. 15.00 Familjumøti v/ Sigrun
Mikkelsen og barnakórinum úr
missiónshúsinum Libanon úr Sørvági.
Kl. 18.00 Blákrossmøti: Hanus á
Gørðum talar. Evni: Sí næstin. Kórið
Todos av Glyvrum syngur. Nýtt
Blákrossheim – hvussu gongur?
v/ Olgu Magnussen. Meir enn við
gerðarheim – um blákrossarbeiði v/
Frants Jensen. Innsavnan til Bláa
Kross. Nátturði
Kl. 21.00 BKU-ungdómsmøti
(BláKrossUngdómur skipar fyri). Olga
Magnussen talar
Landsstevna hjá Bláa Krossi verður í Thabor í Fuglafirði