Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 20 Gongdin síðani valið Tinggáttin Løgtingsvalið 29. oktober 2011 Gallup Desember 2011 Gallup Februar 2012 Gallup Juli 2012 4,2% 3,3% 2,7% 2,9% politikkur Yvirlivari Formaðurin í Sjálvstýris­ flokk­inum hevur fleiri ferðir havt ryggin móti múrinum, men higar­til hevur hann yvirlivað allar hóttanir ímóti sær og flokkinum. Kári P. Højgaard hevur tætt samband við sínar veljarar, dugir væl við fólki og hevur skapt sær eitt politiskt fundament at virka á. Løgtingsvalið fyri fýra árum síðani var hansara besta nakran­ tíð. Hann tekur takið fyri seg og flokkin! Kjarnin Sjálvsstýrisflokkurin hevur ein bólk av kjarnuveljarum, sum velja flokkin líkamikið hvør myndar hann og stillar upp. Sjálv­stýrisveljararnir eru blivnir færri seinastu árini, men fram­ vegis eru tey nógv hundrað, ið velja flokkin á hvørjum einasta løgtings­vali. Hetta leiðir flokkin ein fittan tein av vegnum inn í tingið. Tunnilin Hóast rok var um Eysturoyar­tunnilin og leiklutin hjá Kára P. Højgaard, eru tey mong á Skála­fjørðinum, sum halda at hann fekk veruliga gongd á málið. Hetta kann Kári fáa kreditt fyri á valinum, og møgu­liga kann hann taka atkvøður frá øðrum politik­arum í lokaløkinum. Veljara­ kanningar Seinastu tvær veljarakann­ing­ ar­nar hava givið Sjálvstýris­ flokk­inum umboðan í løgtingið, og hóast tølini eru smá og við­brekin, gevur tað ábendingar um, at Sjálvstýrisflokkurin kann varð­veita sína umboðan. Sjálvstýrisflokkurin stríðist á sperrumarkinum, nú løgtings­ valið nærkast. Formaðurin er í løtuni rættiliga einsamallur í flokkinum, og nú er avbjóðingin hjá honum at tryggja sær og flokkinum umboðan eftir komandi løgtingsval Sjálvstýrið stríðist fyri lívinum Eyðun Klakstein S jálvstýrisflokkurin hevði á seinasta løgtingsvali minstu prosentvísu undirtøkuna í næstan hundrað ára søg­uni hjá flokkinum, og onkrar veljara­ kanningar síðani valið hava sent flokkin út í kuldan uttan umboðan í løgtinginum. Samstundis er greitt, at bert Kári P. Højgaard er eftir av teimum val­ evnunum, sum í 2011 vóru ovast á sjálv­stýris­listanum. Jógvan Skorheim, Kristianna Winther Poulsen, Kári á Rógvi, sáli, og Karl A. Olsen fingu 647 atkvøður á sein­asta vali, men tey verða ikki við í komandi valstríðnum hjá Sjálv­ stýris­flokkinum. Harvið er óvissa um helvtina av atkvøðunum, sum flokk­ urin fekk á seinasta vali. Málið hjá Kára P. Højgaard og Sjálv­stýrisflokkinum er at vinna í minsta lagi 3,03 prosent av atkvøð­ unum fyri at røkka um tinggáttina, og verður valluttøkan nøkunlunda tann sama, sum hon var fyri fýra árum síðani, merkir tað, at Sjálv­ stýris­flokkurin skal hava umleið 950 at­kvøður. Á valinum seinast fekk Sjálv­stýrisflokkurin 1290 atkvøður, sum svaraði til 4,2% av atkvøðunum. – Sjálvstýrisflokkurin hevur ein trúfastan skara av veljarum at byggja á, og tað røkkur langt, men í løtuni tykist formaðurin í flokkinum at vera rættiliga einsamallur. Skal Sjálvstýrisflokkurin fáa umboðan í løgtingið á komandi vali, má for­ maðurin gera eitt gott persónligt val, og so hevur hann brúk fyri onkr­ um at draga lessið saman við sær, sigur Árni Gregersen, politiskur eyg- ­leiðari. Søgan Sjálvstýrisflokkurin er annar av tveimum teimum fyrstu flokkunum í 109 ára longu flokspolitisku søgu Føroya. Sambandsflokkurin var stovnaður í 1906, og tey, sum ikki fóru upp í Sambandsflokkin, vóru í Sjálvstýrisflokkinum, sum formliga varð stovnaður í 1909. Í 1916, sum var fyrsta løgtingsvalið, at konufólk høvdu atkvøðurætt, vann Sjálvstýrisflokkurin 51,7 prosent av atkvøðunum. Sambandsflokkurin var næststørstur við 37,9 prosentum Jógvan Skorheim Borgarstjórin í Klaksvík fekk næstflestar atkvøður, 245, á sjálvstýrislistanum seinast, men boðaði í fjør frá, at hann leggur alla orku í starvið í Klaks­víkar kommunu og stillar ikki upp til løgtingsvalið. Kári P. Højgaard Formaðurin í Sjálvstýris­ flokkinum fekk 317 atkvøður á valinum seinast og kom við í samgonguna, men var koyrdur úr landsstýrinum. Hann er tann einasti í topp-5 hjá Sjálvstýrisflokkinum seinast, sum stillar upp á valinum í ár. 1 2 3 4