Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 21 Gallup November 2012 Gallup Februar 2013 Gallup September 2013 Gallup Mai 2014 Fynd November 2014 Gallup Desember 2014 Fynd Mars 2015 4,1% 4,5% 3,2% 3,2% 2,7% 2,6% 2,4% Formaðurin Samstundis sum formaðurin er størsti profilurin í Sjálvstýris­flokk­inum og tekur sítt stóra tak, er hann samstundis ein kon­serva­tivur politikari av gamla slagnum. Tað kann virka sum ein forðing fyri, at flokkurin kann vaksa aftur, tá ið bert ein politikari myndar flokkin og politikkin. Valevni Kári P. Højgaard stendur rættiliga einsamallur í Sjálvstýris­flokk­inum í løtuni. Størsti missurin er helst Jógvan Skorheim, sum ikki stillar upp. Tað verður avgerandi fyri formannin og flokkin, at val­evni, sum veruliga kunnu gera mun, koma á listan til komandi løg­ tings­val. Kanningin Kanningin, sum Hans Gammeltoft-Hansen ger av hand­ far­ingini av Eysturoyar­tunnil­ inum, viðger serliga leiklutin hja Kára P. Højgaard. Fær Kári P. Højgaard harðan kritikk í kann­ ing­ini, vikna hansara møgu­leikar helst á valinum. Eygleiðarar halda tó ikki, at útlit eru fyri, at kann­ingin fer at koma við lemj­andi atfinningum ímóti Kára P. Højgaard. Politikkurin Í løtuni hevur Sjálvstýrisflokkurin lítla ávirkan í politiska arbeið­num, og stundum hevur flokkurin trupulleikar við at markera seg greitt. Linjan hjá flokkinum er tætt knýtt at formanninum, sum er einsamallur profilur, og tað kann virka avmarkandi mótvegis veljar­unum. og 10,4 prosent vóru uttanflokka. Hetta var toppurin hjá Sjálv­stýris­ flokkinum, sum tók at minka, tá ið Javnaðarflokkurin og Vinnu­flokk­ urin bjóðaðu seg fram fyrstu ferð í ávika­víst í 1928 og 1936. Undir 2. heimsbardaga varð Sjálv­ stýrisflokkurin ikki longur mill­um stóru flokkarnar. Í 1940 fekk hann 16,2 prosent, í 1943 10,4 og í 1945 9,4 prosent. Í 1943 og 1945 var Sjálvstýris­ flokkurin ikki umboðaður í tinginum. Eftir uppskoti frá flokkinum varð vallógin í 1939 broytt soleiðis, at treytin fyri at fáa lut í eykavaldu tingmonnunum var, at ein flokkur skuldi í minsta lagi hava vunnið ein valdømisvaldan tingmann. Ætlanin var, at hetta skuldi vera snávingarsteinurin hjá nýstovnaða Fólkaflokkinum, men Sjálvstýrisflokkurin datt bæði í 1943 og 1945 í grøv­ina, sum hann hevði grivið fyri øðrum. Í 1946 eydnaðist tað tveim­um sjálvstýris­ monn­um at koma aftur í tingið, tá ið flokk­urin var í val­samgongu sam­an við Javnaðarflokkinum, og síðani hevur Sjálvstýrisflokk­urin átt umboðan í tinginum. Hægsta umboðanin var eftir valini í 1980 og 1990, tá ið flokkurin átti trý umboð. Burtursæð frá í 2008, tá ið undirtøkan var 7,2 prosent, og flokkurin vann tvey umboð, hevur undir­tøkan síðani túsund ára skiftið verið niður ímóti fýra prosentum og eitt umboð og harvið ikki so langt frá hóttanini ikki at røkka upp um ting­ gátt­ina, sum er 3,03 prosent. Brúk fyri styrki Síðani 2011 hevur Kári P. Højgaard aftur verið formaður í Sjálvstýris­ flokk­inum, og hann hevur verið ein­asta valda um­boð hjá flokkinum í løgtinginum. Har­við hevur Kári P. Højgaard í stóran mun myndað Sjálvstýrisflokkin og politikkin hjá teimum, hóast Jógvan Skorheim og Kristianna Winther Poulsen eisini hava loyst av í løg­ting­inum. – Tað er eingin orsøk at undirmeta Kára P. Højgaard, tí hann hevur fyrr megnað at staðið truplar royndir, og hann hevur skapt sær eina bastión í Eysturoynni. Men tað er rættiliga greitt, at flokkurin hevur brúk fyri styrki nú uppundir valið, sigur Árni Gregersen, politiskur eygleiðari. – Størsti missurin er, at Jógvan Skorheim ikki stillar uppaftur. Missurin av Kristiannu Winther Poulsen er ikki tann sami, tí hon hevur fyri tað mesta roynt at broyta politikkin hjá flokkinum, men tað lukk­aðist ikki, og nú skiftir hon flokk. – Seinastu veljarakanningarnar hava verið við Sjálvstýrisflokkinum, hóast óvissan við so smáum tølum er stór, men tað er einki at ivast í, at Sjálv­stýrisflokkurin skal manna seg upp komandi tíðina, skal flokkurin fáa eins gott val ella betri val, enn flokk­urin hevði seinast, sigur Árni Gregersen. eydun@sosialurin.fo Karl A. Olsen Fyrrverandi borgarstjórin í Vestmanna fekk 92 atkvøður á valinum seinast. Hann hevur ongar ætlanir um at stilla upp, men sigur samstundis, at hann er ikki spurdur av flokkinum. Kári á Rógvi Fyrrverandi formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum fekk 110 atkvøður á valinum seinast. Kári á Rógvi andaðist í februar. Kristianna W. Poulsen Toppskorarin hjá Sjálvstýris­ flokkinum í Havn seinast boð­aði í farnu viku frá, at hon skiftir flokk. Hon skal nú umboða Javnaðarflokkin og bjóðar seg fram sum valevni fyri flokkin. »Flokkurin hevur ein trúfastan skara av veljarum at byggja á, og tað røkkur langt, men í løtuni tykist for­maðurin í flokkinum at verða rættiliga einsamallur« Kári P. Højgaard hevur áður staðið truplar royndir, og nú skal hann endurvinna Sjálv­stýrisflokkinum umboðan í løgtinginum. Savnsmynd 1 2 3 4