Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 22 Eyðun Klakstein T að er komið fyri, at eg havi trivið í sangin »Eg siti so eina við báli í kvøld«. Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálv­stýris­ flokk­inum og einasta umboðið hjá flokk­inum í løgtinginum. Síðani hann fór úr landsstýrinum í september 2013, hevur hann so at siga verið einsamallur um at um­ boða og mynda Sjálvstýrisflokkin í lands­politikki og mótvegis al­menn­ inginum. – Vit hava ein skrivara, sum er í parttíðarstarvi, og hann hevur verið ein sera góður stuðul. Og síðani eru tað landsnevndin og lokalfeløgini, sum eru partur av flokkinum. Men tað er eingin loyna, at eg havi verið rættiliga einsamallur um at umboða flokkin, viðurkennir Kári P. Højgaard. – Høvuðsavbjóðingin hjá okkum er, at fáa størri breidd í flokkin, tí tað er eitt vandamál, um ein persónur fyllir so nógv, at hann næstan skuggar fyri og einsamallur verður ímyndin av flokkinum. Aðrir flokkar hava fleiri røddir, og hóast politikarar í somu flokkum kunnu verða ósamdir, so er tað sjálvsagt ein styrki fyri ein flokk, at hava fleiri røddir og andlit, sigur hann. Nýggj fólk Síðani løgtingsvalið í 2011 hava rembingar verið í Sjálvstýris­ flokk­inum, og fyri viku síðani fór Kristianna Winther Poulsen, sum hevur um­boðað flokkin í løgtinginum hesa setuna, úr flokkinum. Jógvan Skorheim, sum er annar profilur í Sjálv­stýris­flokkinum, hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp á løgtings­ val­inum. Karl A. Olsen  og Kári á Rógvi, sáli, verða heldur ikki við í kom­andi valstríði. – Vit hava havt eitt ávíst fráfall í flokkinum, og tað er sera spell, og nú verður tað upp til mín, landsnevndina og lokalfeløgini at tryggja eina breiða umboðan á listanum til kom­ andi løgtingsval. Hetta arbeiðið er í gongd, og vit koma at síggja  fleiri nýggjar leikarar á liðnum, men vit eru ikki komin á mál enn, sigur Kári P. Højgaard. Eygleiðarar peika á, at størsti missurin hjá Sjálvstýrisflokkinum er, at Jógvan Skorheim ikki stillar upp­aftur. – Jógvan hevur boðað frá, at hann vil brúka sína tíð og orku til borgar­ stjórastarvið í Klaksvík. Tað verður stórt spell, um hann ikki stillar upp, tí brúk er fyri øllum góðum kreftum. Eg vóni og vænti, at Jógvan vil umhugsa sína støðu, tá ið hann sær, at Sjálvstýrisflokkurin hevur brúk fyri honum til komandi løgtingsval, men tað verður hansara avgerð. Gott mót Veljarakanningarnar, sum hava verið síðani løgtingsvalið í 2011, hava so at siga allar givið Sjálvstýrisflokkinum minni undirtøku enn á valinum, og í fleiri kanningum hevur Sjálv­ stýrisflokkurin verið undir sperru­ markinum. – Tær vánaligastu veljara­kann­ ingarnar høvdu vit, áðrenn vit fingu útmeldingar frá teimum, sum ikki stilla uppaftur, og nú tykist kann­ ingarnar vera heldur frægari, hóast vit vita, at stór óvissa er um tølini, tá ið tey eru so smá, sigur Kári P. Højgaard. – Eg havi als ikki mist mótið av kanningunum ella gongdini seinastu tíðina, og eg eri fullvísur í, at Sjálvstýrisflokkurin við síni drúgvu og virknu fortíð eisini hevur eina framtíð í føroyskum politikki. Nú skulu vit fyrst og fremst tryggja okkum ein góðan lista við breiðari um­boðan úr øllum landinum til løg­tings­valið, og við grundarlagi í tí ar­beið­num kunnu vit eisini fáa fleiri fólk at mynda flokkin frameftir. Kári P. Højgaard hevur sjálvur havt eitt trygt politiskt grundarlag at byggja á í Runa­ vík og har leið, har Sjálv­stýris­flokk­ urin uttan íhald síð­ani 1980 hevur havt um­boðan í antin løg­tingi og/ella lands­stýri. – Eystur­oyggin, Norð­oyggj­ar og Suður­streym­oy hava verið sterku økini hjá Sjálv­stýris­flokkinum, og vit vita, at eitt ella tvey góð valevni afturat í Suður­streym­oy kunnu flyta nógv til eitt val, sigur Kári P. Højgaard. Hann gleðir seg til, at kanningin av embætisførslu hansara, sum Hans Gammeltoft-Hansen ger, verður liðug. – Sjálvsagt fegnist eg um, at tað eydnaðist at slóða fyri, at tunnils­ ætlanin hóast buldur og brak gjørdist veruleiki. Men at fleiri milliónir krónur eru brúktar til at kanna mína embætisførslu í samband við Eystur­oyartunnilin, tað skapar sjálv­ sagt negativa umrøðu. Hetta er sera óheppið, og eingin skal verða í iva um, at eg gleði eg til, at úrslitið av kann­ingini verður greitt, sigur Kári P. Høgaard. Roknað verður við, at kanningin verður liðug í summar, og tílskil verður niðurstøðan greið áðrenn løg­ tings­valið, um valið sum ætlað verður hildið í heyst. eydun@sosialurin.fo Høvuðsavbjóðingin hjá Sjálvstýrisflokkinum er at hava eina einfalda og greiða valskrá, fáa meira enn ein persón at mynda flokkin og tryggja eina breiða uppstilling til valið, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Solisturin vil hava kór FAKTA  Navn: Kári Páll Højgaard  Aldur: 63 ár  Bústaður: Saltangará  Familja: Giftur Simonu. Tey eiga 6 børn og 13 ommu- og abbabørn  Varamaður á løgtingið 2001-2002  Valdur í løgtingið í 2002 og afturvaldur síðani  Landsstýrismaður í innlendismálum 2011-2013  Formaður í Sjálvsstýrisflokkinum 2002-2010 og 2011- politikkur Umboðan í løgtinginum 3 Valið 1990 2 Valið 1994 2 Valið 1998 1 Valið 2002 1 Valið 2004 2 Valið 2008 1 Valið 2011 – Høvuðsavbjóðingin hjá okkum er at fáa meira enn ein persón at mynda flokkin, tí tað er eitt vandamál, at ein persónur fyllir so nógv í flokkinum, at hann næstan skuggar fyri flokkin, sigur Kári P. Højgaard. Kári P. Højgaard hevur verið formaður í Sjálvstýrisflokk­- inum í 12 ár Mynd: Álvur Haraldsen