hósdagur 12. mars 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
23
POLITIKKUR
ORÐASKIFTI UM LEIÐSLU
OG ÁBYRGD AV ALMENNUM
STOVNUM OG FELØGUM
Ein frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um ábyrgd og leiðreglur av almennum
feløgum, stovnum og grunnum verður í næstu viku grundarlagið undir orðaskifti
ÁRNI GREGEREN
Hvussu eiga almenn partafeløg,
stovnar undir landinum og annað
alment virksemi at rekast? Og hvørja
ábyrgd hava landsstýrisfólk mótvegis
partafeløgunum og stovnunum?
Hetta eru spurningar, sum Løg
tingið fer at viðgera í komandi viku.
Viðgerðin byggir á eina drúgva
frágreiðing um hesi viðurskifti, sum
Landsgrannskoðanin hevur gjørt.
Frágreiðingin lýsir hvørjar reglur
eru galdandi fyri tær virkiseindir,
sum landið eigur ella á annan hátt
luttekur í.
Endamálið við frágreiðingini er
at lýsa leiklutin hjá landinum sum
eigara ella luttakara í virksemi, sum
ikki er fevnt av fíggjarlógini, og sum
ikki altíð er fevnt av reglunum og
fyriskipanunum hjá landsfyrisit
ingini.
Frágreiðingin er gjørd við støði
í virkiseindunum: kapitalfeløg,
grunnar og ávísir almennir stovnar.
Landsgrannskoðanin ger eisini
greitt, hvat alment virksemi liggur
uttanfyri sjálvt Løgtingið og hvørjir
almennir roknskapir ikki verða
lagdir fyri tingið.
Feløg og stovnar sum ikki lata
tinginum roknskap hava tilsamans
eina eginogn uppá meira enn fimm
milljardir krónur.
Í hesum sambandi eru talan um
átta almenn partafeløg, tríggjar
vinnurekandi grunnar og fimm
landsstovnar og grunnar.
Harafturat eru tveir landsgrunn
ar, hvørs roknskapir verða lagdir fyri
tingið. Verða teir tiknir við, so er
talan um feløg, grunnar og stovnar
við einari eginogn, sum er meira enn
seks milljardir krónur.
Hesi partafeløg, stovnar og
grunnar gjalda meira enn 340
milljónir krónur út í lønum og
nevndarsamsýningum. Nevnast
skal í hesum sambandi, at onkur
av teimum hevur nógv starvsfólk
í arbeiði.
Leiðreglur
Í Føroyum eru ongar leiðreglur fyri
góðari virkisleiðslu, men staðfest
verður í frágreiðingini, at hetta er
nakað, sum landsstýrið arbeiðir við.
Ongin kanning er gjørd av, um
landið røkir sín ognarskap eftir
nøkrum reglum, men útfrá teirra
kanningum eru gjørdar tilmæli um
hvussu hetta eigur at verða gjørt.
• Landið eigur at tryggja sær, at
áhugamálini hjá landinum verða
røkt á forsvarligan hátt, undir hes
um at landið hevur ynsktu ávirk
anina í mun til tann váða ella
kostnað, landið átekur sær.
• Landið eigur at eftirmeta og
taka støðu til, um endamálið
við einstøku virkiseindini er
tíðarhóskandi, og í hvønn mun
talan er um uppgávu hjá landinum
at eiga ella taka lut í virkiseindini.
• Tá ið kunngerð viðvíkjandi lands
partafeløgum verður gjørd, eigur
landið at umhugsa líknandi krøv
til virkiseindir, ið ikki eru parta
feløg, og sum eru umrøddar í frá
greiðingini, harundir reglur um
virkisleiðslu.
• Landið eigur at orða ein eigara
politikk, sum fevnir um almenn
partafeløg og aðrar viðkomandi
virkiseindir. Ein tílíkur politikkur
kann áseta, hvørjar virkiseindir
landið skal eiga, ella hvørjum
landið skal taka lut í, endamál og
ætlanir við virkiseindunum, krøv
viðvíkjandi leiðslu, úrslitum o.s.fr.
• Landið eigur at gera eina árliga
frágreiðing, sum tekur saman um
virkiseindirnar, landið eigur ella á
líknandi hátt luttekur í, men sum
ikki eru partur av fíggjarlógini, og
har teirra roknskapur ikki verður
lagdur fyri Løgtingið.
Ábyrgdin
Uppgávan hjá landsstýrismanninum
er fyrst og fremst at tryggja sær, at
leiðslurnar virka fyri áhugamálunum
hjá landinum við at fylgja við, hava
eftirlit og taka avgerðir í mun til teir
karmar, sum ymisku lógirnar áseta.
Starvsinnihaldið hjá lands
stýrismanninum og tað at bera seg
hóskandi at fíggjarliga hava við sær,
at landsstýrismaðurin hevur eina
virkna skyldu at røkja áhugamálini
hjá landinum á forsvarligan hátt og
í mun til tað, sum fyrisett er í lógum
og aðrastaðni.
Í frágreiðingini verður sagt, at
landsstýrismaðurin altíð hevur
fulla ábyrgd og upplýsingarskyldu
mótvegis Løgtinginum. Ávirkan
hansara á, hvat verður gjørt í stovn
um og feløgum er skiftandi.
Ávirkanin er størst, tá ið talan
er um almennar stovnar og minkar
so alt eftir hvat slag av feløgum ella
stovnum talan er um. Minst ávirkan
er á vinnurekandi grunnar.
Niðurstøðan
Landsstýrið hevur evstu ábyrgdina
av fyrisitingarliga virkseminum hjá
landinum. Ábyrgdin er tó í mun til teir
karmar, sum galda fyri viðkomandi
virksemi ella virkiseind.
Ymiskar reglur galda fyri stovnar,
partafeløg og grunnar. Felags fyri
virkiseindirnar, sum ikki eru við
í fíggjarlógini og annars hava eitt
leysari tilknýti til landsfyrisitingina,
er, at tær verða sjálvstøðugt stýrdar
av nevndum, stýrum o.tíl.
Tess leysari ein virkiseind er
frá landsfyrisitingini, tess færri
streingir hevur landsstýrið at leika
á.
Leysari tilknýti ger tó ikki, at
landsstýrismaðurin hevur minni
ábyrgd á sínum málsøki, men
ábyrgdin er tá savnað á færri
streingjum og snýr seg um at velja
leiðslu, samskifta við hana, hava
eftirlit, skrivar Landsgrannskoðanin
í frágreiðingini, sum tingið skal við
gera í næstu viku.
Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum,
hevur ábyrgd av fleiri grunnum
Landsgrunnar og stovnar:
Føroya Realkreditstovnur
Íleggingargr. fyri Føroyar
Húsalánsgrunnurin
Vinnuframagrunnurin
Arbeiðsloysisskipanin
Arbeiðsm.eftirl.grunnurin
Búnaðargrunnurin
Granskingargrunnurin
Mentanargrunnur Landsins MMR
Frítíðargrunnurin VMR
Vinnusjúkugrunnurin VMR
Rúsdrekkasøla Landsins VMR
Fróðskaparsetur Føroya MMR
Vinnurekandi grunnar:
Fíggingargrunnurin frá 1992
Føroyagrunnurin frá 1971
Framtaksgrunnur Føroya
Partafeløg:
P/f Vágatunnilin 100%
P/f Norðoyatunnilin 100%
P/f Føroya Tele 100%
P/f Postverk Føroya 100%
P/f Fiskaaling 100%
P/f Føroya Lívstrygging 100%
P/f Vága Floghavn 100%
P/f Atlantic Airways 67% (nú 100%)
P/f Virðisbrævam. Føroya 44% ( er nú avtikin)
P/f Elektron 28%
P/f Føroya Dátusavn 40%
Sp/f Ítróttavedding 20%
P/f Smyril Line 16%
P/f Tjaldur VMR 3% Ja
P/f BankNordik 33%
Jørgen Niclassen, landsstýrismaður
við fíggjarmálum, hevur ábyrgd av
fleiri partafeløgum og grunnum