Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 24 Eilen Anthoniussen H vat er tað fyrsta, ið kem­ ur tær til hugs, tá tú lesur orðið keypisjúka? Kanska betri kent undir navn­inum shopaholisma ella tað at vera ein shopaholikari. Ein kvinna við keypimani, ið kemur stunandi úr einum klædnahandli við stórum innkeypsposum? Eitt upp­slitið gjaldskort? Ljóðið av einum gjalds­ korti, ið verður drigið gjøgnum terminalin við tí eyðkenda ’góðtikið’- ljóð­inum at enda? So ert tú ikki langt av leið. Tað er soleiðis flestu okkara síggja og fata hetta løgna fyribrigdið, rópt keypisjúka. Keypisjúka er ikki nakað nýtt fyri­brigdi. Men vit hoyra bara ikki um hesa margháttligu sjúku longur. Onkurs­vegna er hon druknað í streyminum av lýsingarbløðum og tíð­inda­brøvum, ið dagliga lenda í okkara postkassum – bæði tí í tún­ inum og í teldupostkassanum. Men sjúkan er álvarslig, og hon hevur fingið eina misvísandi glamourøsa mynd. Sigrun Jónsveinsdóttir hevur skrivað serritgerð um evnið, m.a. tí at ímyndin av einum shopa­holikara, sum vit kenna frá filmunum, var munandi øðr­vísi enn tann, hon kundi lesa seg fram til í samband við ser­rit­gerðina. 300.000 keypa vandamikið Tað var mest av tilvild, at Sigrun endaði við at skriva ser­rit­gerð um keypisjúku. Hon fann fram til eina nýggja og um­fat­andi kanning frá 2011, ið var gjørd yvir keypimynstur í Dan­ mark, sum vísti, at danir keypa so mikið nógv, at heili 300.000 fólk um alt landið eru í tí álvar­sliga vandabólkinum, har ávaringar­lamp­ urnar av álvara eru farnar at lýsa reytt. –  Kanningar av hesum slag eru bert eru framdar í Avstralia, Týsk­landi, USA og Bretlandi áður. Hendan kanningin verður mett sum umboðandi fyri danskt for­brúks­ mynstur, men hon er eisini partur av einum vesturlendskum for­brúks­ mynstri, greiðir Sigrun frá. Tølini frá kanningini brúkti Sigrun til at bólka keyparar í eitt ferðslusljós-modell, har tað reyða ljósið er tað mest álvarsama. Heili 5,1 prosent liggja í tí reyða feltinum, svarandi til 300.000 danir. 10,5 prosent eru bólkað í gula ljósið og eru tað, vit kunnu rópa romantiskir keyparar, meðan restin eru grønir forbrúkarar, ið keypa við samvitsku og sum oftast hava vit og skil við sær til handils. –  Tølini kunnu tykjast at vera heldur lág, men tað er sera álvarsligt fyri hendan reyða bólkin. Tey keypa sjálv­andi ov nógv, men tey hava eisini mist allan veruleikasans. Í hesum bólkinum finna vit tey, sum út yvir at seta seg í skuld og keypa og brúka langt yvir evni, eisini hava spælt av við ognirnar hjá makanum og børnunum, og í summum førum enda hesar lagnurnar við sjálvmorði, sigur Sigrun. Hvat er keypisjúka? Tað er eingin ivi um, at keypisjúka er eitt komplekst fyribrigdi. Tað er ein sjúka, ið krevur viðgerð fyri ein­stak­ lingin, men tað er sam­stundis ein samfelagstrupulleiki, tí at fam­ iljur sindrast av hesum. Her kann samfelagið taka moralska ábyrgd, sum verjir brúkaran ímóti sær sjálvum. Kortini er keypisjúka ikki viður­kend sum ein sjúka, ið krevur við­gerð, sum eitt nú ludo­mani, rús­ drekka og líknandi mis­nýtissjúkur. – Fyri tey í reyða ljósinum er støðan sera álvarslig. Hetta eru fólk, ið keypa fyri at tippa eitt hol, ið sum oftast hevur við sorg at gera. Hesi koma so langt, at tey keypa fyri at goyma síni keyp, tí tey ikki kenna gleði yvir tað, tey keypa. Og tað einasta sum hjálpir, er at keypa meir. – Soleiðis koyrir tað í eini óndari ringrás, inntil tey hava brúkt upp­ sparingina hjá børnunum, sett ognirnar hjá familjuni í veð og fingið eina skuld, ið veksur upp um høvdið á teimum. Tá alt at enda kemur fyri ein dag, og familja og vinir hava vent teimum bakið, kann tað í ringasta føri enda við sjálvmorði. Sigrun greiðir frá, at keyparin úr hesum bólkinum ofta hevur stórt fokus á status. At vísa, at hann ella hon hevur pengar, sum geva atgongd til ein ávísan lívsstíl. Hetta eru trúgvir keyparar, ið ofta hava limakort í stórt sæð øllum hugsandi handlum og keypa kanska 10 ting av tí sama, heldur enn eitt ting, tey eru góð við. Tey hamstra, men tey keypa ikki endiliga, tí tey fáa góð tilboð. Í staðin er tað sjálv prosessin við at keypa og at sleipa posarnar til hús, ið drívir hesar keypararnar. – Tað er umráðandi at skilja ímill­ um keyparar í tí reyða ljósinum og tey í tí gula. Tann guli keyparin kann freistast til at keypa, tí hann fær eitt gott tilboð uppá ein smartan flat­skerm ella líknandi. Hann keypir impul­sivt og kann keypa ov nógv, men tað er við ringari samvitsku. Sam­vitskan er fullkomiliga sett út úr spæl­inum hjá tí reyða keyparanum, greiðir Sigrun frá. Hvør hevur ábyrgdina? Sigrun hevur gjøgnum sína út­ búgv­ing kannað marknaðarføring gjølla og kennir tískil alt til, hvussu marknaðar­føringsapparatini rigga. Men heldur enn at fokusera uppá, hvussu ein kann fáa fólk at brúka meira, er tað sjálvt forbrúkið og okk­ ara keypimynstur, ið hava henn­ara stóra áhuga. Hvat er tað, sum ger, at vit keypa lítið ella nógv? Hvør keypir hvar og nær? Vit halda kanska, at keypisjúka er – Tey, sum eru illa sjúk, keypa ov nógv, og tey hava eisini mist allan veruleikasans. Í hesum bólkinum finna vit tey, sum umframt at seta seg í skuld, keypa og brúka langt yvir evni, eisini hava spælt av við ognir­nar hjá makanum og børnunum, og í summum førum enda hesar lagnurnar við sjálv­morði, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir, sum hevur skrivað serritgerð um keypisjúku keypa okkum Keypisjúka Keypisjúka skal skiljast sum aðrar mis­nýtara­ sjúkur, ludomani, alkoholisma o.s.v., og hon krevur viðgerð« Sigrun Jónsveinsdóttir mynd: Allan Korsager Davidsen