Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 25 sjúk – enn! eitt nýmótans hugtak, og tað er tað partvíst, men fólk hava granskað í hesum síðan tíðliga í 1900-talinum, og í dag kann keypisjúka staðfestast, sum ein grundleggjandi misnýtissjúka. Men tað er onki at taka seg aftur í, at keypisjúkan er vaksin fram sam­ an við hópframleiðsluni, væl­ferð­ar­ samfelagnum og tí ævigt broyt­andi lýs­ingarapparatunum. Og tað er heilt víst vorðið lættari at keypa í dag. Internetið hevur gjørt alt so nógv lættari, og fyritøkurnar eru eisini vorðnar gløggari og meir nær­ gang­andi fyri at koma í samband við møguligar keyparar. Hugsa bara um allar lýsingarnar, ið vísa seg til høgru á tíni facebook-síðu. Ella øll tíðinda­ brøvini, sum tú onkursvegna hevur sagt ja-takk til og sum dagliga lenda í tínum teldupostkassa. Men sjálvt internetið og tað skjóta samskifti millum fyritøkur og keypara er ikki avgerandi fyri teir reyðu keypararnar, sambært Sigrun. – Internetið ger tað heilt víst lætt­ ari at keypa nær og hvar tú vilt, og tað ger tað lættari at fjala tíni keyp, men tað er als ikki avgerandi fyri ein shopa­holikara. Hendan sjúkan skal skiljast sum aðrar misnýtarasjúkur, og her er tað undirornað, hvussu for­ brúkið fer fram. Ein misnýtari finnur altíð ein veg, greiðir hon frá. Sum serfrøðingur í marknaðar­før­ ing veit Sigrun, at tað verður trupult at ávirka, hvussu tann privata lýs­ ingar­vinnan arbeiðir. Men tað eru aðrir mátar. – Lýsingarvinnan er gløgg. Hon arbeiðir ikki bara við tí visuella, men mennir seg alsamt til at nýta aðrar miðlar fyri at náa sínum kundum, eitt nú við at nýta luktir til at eggja okkara sansir. Men samfelagið hevur eisini eina ábyrgd, tí frá politiskari síðu fáa vit javnt og samt at vita, at vit ikki keypa nóg nógv og mugu brúka meir fyri at halda samfelagshjólini koyrandi. Og hvør er eitt lættari offur fyri ein tílíkan boðskap enn nemliga shopaholikarin? Upplýsing og hugburðsbroyting Tað skal kortini ikki skiljast soleiðis, at alt samfelagið rennur frá ábyrgd, tá tað kemur til keypisjúku. Síðani banka­kreppuna hava bankarnir stramm­að harðliga í, soleiðis at øll ikki kunnu fáa kredittkort, og tað er strangari eftirlit við tínum peninga­ ligu viðurskiftum, um tú eitt nú søkir um lán í bankanum. Tey fyrr so væl um­tóktu forbrúkslánini eru trupul at fáa eyga á í dag. Í staðin hevur marknaðurin snildis­liga umskapað seg, soleiðis at tú lættliga kanst taka lán beinleiðis í teim­um handlunum, tú ynskir at brúka pengar. –  Tað eru altso fellur fyri teg alla­staðni. Keypararnir gerast bara yngri og yngri, og vit vita væl, hvør bestemm­ar í húsarhaldunum: børn­ ini. Tí haldi eg, at tað kundi verið eitt hugskot at upplýst betri um pengar og forbrúk longu tíðliga í fólka­skúl­ anum, so børn og ung læra at skilja virðið í pengum. – Tað eru ymiskir mátar at gera tað uppá. Tey kunnu læra eina aðra til­gongd til materiell virði, eitt nú um virðið í at endurnýta ting, at býta um klæðir og leikur ella hvat tað skal vera. Keypisjúka er trupul at fáa eyga á Vit hoyra lítið um keypisjúku í dag, og vit hoyra so at siga slettis ikki um øll tey, sum í keypsrúsinum spæla sær av við hús og heim. Tað er í grundini hugvekjandi, at sjúkan enn er líka aktuell, sum tá for­brúksveitslan koyrdi í hægsta geari, ser­liga tí at vit fyri fáum ár­um síðani stóðu í eini álvar­s­ligari fíggjar­kreppu. Men eftir øllum at døma er lítið broytt í okk­ ara nýtslu. Munin finna vit harafturímóti, um vit hyggja 20-30 ár aftureftir. Í dag er torførari at síggja, hvør er ríkur, og hvør er fá­tækur. Klassamunurin er ikki so sjón­ligur, sum hann einaferð var. Tað er lættari at fjala sína sonnu støðu, tí at ein stórur partur av miðalklassanum í dag kann keypa seg til ein hægri status. Keypisjúka kann raka fólk í øllum samfelagsbólkum, men ein skal sjálvandi hava pengar fyri at brúka pengar. Fyri tey væl­bjargaðu er tað lættari at fjala sítt misbrúk, og tey ið veruliga eru væl­hav­andi keypa bara onnur ting enn tey, ið hava eitt sindur minni at keypa fyri. Trupulleikin er kortini hin sami. –  Hendan sjúkan verður ikki tikin í álvara, tí tey sum liggja í reyða feltinum telja »bara« 5,1 prosent. Men man gloymir tey næstu 10,5 prosentini í tí næst-vandamiklasta bólkinum, sum lættliga kunnu vippa yvir í tann reyða bólkin, og tískil er tað av alstórum týdningi, at keypisjúka verður tikin í álvara, so hesi fólkini ikki detta niður ímillum. Ein onnur orsøk til manglandi viðurkenningina av keypisjúku, sum eina viðgerðarkrevjandi sjúku, er uttan iva tann manglandi gransk­ ingin á økinum. Kanningin hjá Sigrun er av­markað til at finna fram til, hvussu nógv líða av keypisjúku, og hvørj­ir faktorar lýsa sjúkuna. – Tað kundi eisini verið spenn­andi at kannað, hvussu og hvat verður keypt og ikki minst at funn­ið eina loysn til fyribyrging og við­gerð av keypi­sjúku, sigur Sigrun Jónsveins­ dóttir at enda. Flestar kvinnur ■ Ikki óvæntað vísa kanningarnar hjá Sigrun Jónsveinsdóttir, at tað eru nógv flest kvinnur, ið líða av keypisjúku. ■ Kvinnurnar í aldrinum 25-44 ár eru ringastar - tó í tættari kapping við yngra bólkin, sum er 15-24 ár. ■ Menninir ikki líka væl umboðaðir innan keypisjúku sum kvinnurnar ■ Vanliga fatanin av muninum á kynunum er, at kvinnur keypa klæðir og menn elektronikk. ■ Seinastu árini eru kvinnurnar tó eisini farnar at ganga upp í smartar elektroniskar vørur sum teldur og fartelefonir. »Tað kundi verið eitt hugskot at upplýst betri um pengar og forbrúk longu tíðliga í fólka­ skúlanum, so børn og ung læra at skilja virðið í pengum« – Tey koma so langt, at tey keypa fyri at fjala síni keyp, tí tey ikki kenna gleði yvir tað, tey keypa. Og tað einasta sum hjálpir, er at keypa meir, Sigrun Jónsveinsdóttir Illustratión: Allan Korsager Davidsen Sigrun Jónsveinsdóttir (34) er útbúgvin cand.soc í samfelags­ vísund og Management of Creative Business Processes á Copenhagen Business School Í síni serritgerð frá 2012 hevur hon bólkað keyparar í eitt ferðsluljós-modell: Reytt: Compulsive Buying Behaviour, 5,1% Gult: Compensatory Buyers, 10,5% Grønt: Inconspicous Buyers 84% Av tí at danskt og føroyskt forbrúk er so meinlíkt, kunnu vit rokna við, at lutfallið er tað sama sum í Danmark. Búgva 48.500 fólk í Føroyum, kunnu 2.425 føroyingar sostatt bólkast í tað reyða ljósið og 4.850 í tað gula. Somu kanningar í Bretlandi og USA vísa, at reyði vandabólkurin er tvífalt so stórur sum tann danska kanningin vísir. Keypisjúka kann viðgerðast, men er enn ikki viðurkend sum ein viðgerðarkrevjandi sjúka, sum aðrar misnýtissjúkur, og verður tí ikki stuðla frá almennari síðu. Fakta Visti tú? 2.425 føroyingar bólkast í ringa keypisjúku