hósdagur 12. mars 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. mars 2015
sosialurin 30
26
Mortan Østerø
Á
heysti í 1968 samlaðust
fýra tannáringar til
tónleikavenjingar, og
longu á nýggjárinum
sama ár framførdu teir fyri fyrstu
ferð. Teir fýra – Gerhard Tróndheim,
Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og
Árni Jacobsen – vórðu 'Kvartettin í
Betesda' og í 1975 vórðu 20 sangir eis
ini útgivinir á plátu og bandi. Tveir úr
upprunamanningini eru framvegis
virknir, og tríggir eru lagdir afturat
kvartettini, sum í 2013 gav nýggja
fløgu út – í tveimum uppløgum. Fyrra
upplagið, á slakar tveytúsund fløgur,
var nevniliga somikið vælumtókt, at
tað varð útselt beinanvegin, og 1.000
fløgur vórðu sendar út á marknaðin
afturat. Hóast framførslurnar eru
avmarkaðar, fingu teir innivist á
tónleikasavnandi heiðurstiltakinum
Faroese Music Awards 2014.
Kom óvart á
– Vit høvdu als ikki væntað eina til
nevning, sigur Árni Jacobsen, sum
hevur framført við kvartettini síðani
1968.
– Eg haldi ikki, at eg fann út av tí,
fyrr enn onkur vísti mær tilnevningar
í bløðunum, sigur hann.
Teir hava fyri tað mesta sungið á
møtum, og eru ikki beinleiðis millum
tey tráspældu í loftmiðlunum. Ætlan
in hevði tó leingi verið at gjørt eina
fagnaðarútgávu at hátíðarhalda 30ár,
síðani 40ár, síðani 45ár. Endin varð, at
fimmmannakvartettin fór vælkendu
tónleikaferðina til Ascheville í USA í
2013, har upptøkur vóru gjørdar og
fløgur sendar út á føroyska marknað
in. Eftirspurningurin og móttøkan av
fløguni var somikið góð, at Kvartettin
úr Betesda kom á tónlistarliga radara
skíggjan hjá víttfevnandi FMA dóms
nevndini.
– Vit kundu tíanverri ikki fara á
sjálvt FMA tiltakið í fjør, tí tað fall
saman við, at nýggja Betesda varð
tikið í nýtslu og vit skuldu framføra
til høvi. So tað var ikki fyrr enn eg
hevði sett meg í bilin og var áveg til
hús, at eg hoyrdi í útvarpinum, at
vit høvdu vunnið. Eg varð skjótur
úr aftur bilinum, rann inn aftur í
Betesda og tók mikrofonina at boða
øllum frá, at vit høvdu vunnið heið
urin sum ársins bólkur! Í tí, at eg
hoyrdi meg sjálvan siga hesi orðini,
tyktist tað so óveruligt at eg fór at
ivast í hvørt tað veruliga varð rætt,
sigur Árni flennandi.
FMA hýsir øllum tónleiki
Fólkini handan Faroese Music Awards
hava lagt dent á, at tey ynskja at seta
tónleikin í miðdeplin, og í somáta
verður talan um eitt fagnaðar
tiltak, heldur enn eina popularitets
kapping. Í ár eru 21 heiðurslønir, sum
verða latnar einum fjølbroyttum
tónalandslagi. Einans serkøn fólk
úr ymsu dómsnevndunum gera
av hvørji verða heiðrað, mett eftir
tónlistarligu dygdunum innan júst
teirra sjangru. Sambært fyrireikar
unum, er endamáli við hesum, at
tónleikur, sum vanliga ikki fær nógv
rúm í hópmentanini, fær innivist í
tónleikafagnaðartiltakinum, FMA.
– Vit eru ikki teir, sum trína fram
á pall til størru konsertirnar ella
festivalarnar, so at FMA fyrireikarar
nir hava lagt seg eftir at fevna breitt
sæst helst aftur í, at vit yvirhøvur
vórðu tilnevndir í fyrrárið. Nú hava
vit ikki beinleiðis heiðurslønir fyri
eyga, tá ið vit syngja, og vit hava
ætlað okkum at geva hesa fløguna
út síðani 1975 – men tá tað er sagt,
so er tað ótrúliga stuttligt at fáa eitt
herðaklapp og viðurkenning. Hetta
ger okkum meira sannførdar um,
at vit eiga lurtarar uttanfyri møtir
og samkomutiltøk, nú man nærum
hevur spælt og sungið aðrastaðni enn
júst í pallljósinum síðani 1968, sigur
Árni Jacobsen.
mortan@sosialurin.fo
46 ár frá byrjan
Kvartettin í Betesda hevði
neyvan verið á listanum
millum tey tilnevndu á Planet
Awards, men fryntligu harrarnir
sluppu upp í part á FMA 2014
og gjørdust enntá besti bólk
urin í opna bólkinum
FMA arbeiðsbólkurin
Rólant Waag Dam samskipari
Eyðfinn Jensen, KVF
Fróði Vestergaard, NLH
Barbara Holm, Miðlahúsið
Ólavur Larsen, tónl. umhvørvið
Elin Brimheim Heinesen, MUSIC.fo
Sunleif Rasmussen, tónl. umhvørvið
FMA 2015
21 heiðurlønir
Í ár leygardagin 14. mars
Fyri fyrstu ferð farna ár – 15. mars 2014
Samstarv millum Miðlahúsið, Kringvarp Føroya
og Norðurlandahúsið
Vertir: Barbara Holm og Eyðfinn Jensen
FAKTA
Byrjaðu í 1968
Ársins bólkur 2014
Verandi manning:
Gerhard Tróndheim (uppr.)
Árni Jacobsen (uppr.)
Steinbjørn Jacobsen
Oddmar Marsten
Sámal Johannesen (frá uml. 1976)
tónleikur