Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 27 til FMAvirðisløn Hvussu var tiltakið í fjør? – Vit vóru tíanverri ikki til staðar á FMA í fjør, men útfrá myndum og tí, sum onnur hava ført fram um tiltakið í fjør, so var tað professionelt og sá ordiliga kul út. Høvdu tit væntað, at fáa flest tilnevningar? – Nei, vit høvdu als ikki væntað at fáa so nógvar tilnevningar. BYRTA varð tilnevnt fýra heiðurslønir og vann tríggjar, sum var heilt fantastiskt. Hvønn týdning hevur eitt tiltak sum FMA fyri føroyska tónleikin? – Tað er eitt heraklapp og viðurkenning fyri tað arbeiðið, sum liggur í at framleiða tónleikin. Tað verður ógvuliga stór orka løgd í tónleikin, og vit hildu tað vera ógvuliga stuttligt at fáa virðisløn og harvið viðurkenning fyri okkara arbeiði. At vit áttu ársins fløgu, var ordiliga stórt fyri okkum, og er eisini nakað vit kunnu vísa á sum referansupunkt. Hvat dámar tær breiðu heiðurslønaflokkingarnar? – 100 prosent ein góð avgerð. Tað er deiligt, at alt slag av tónleiki verður heiðraður heldur enn einans popptónleikurin. Hvør hevur heiður uppibornan fyri síni tónlistarligu avrik til FMA í ár? – AVE hava verið ordiliga kul. Eg haldi teir verða serliga spennandi, og eiga helst ta fløguna, sum stingur mest burtur úr rúgvuni farna árið. FAKTA  Stovnað í 2013  Manning: Guðrið Hansdóttir Janus Rasmussen  Flest tilnevningar til FMA 2014  Vunnu 3 heiðurslønir  Janus er tilnevndur eina FMA í ár  Guðrið er tilnevnd tvær FMA í ár Guðrið Hansdóttir Byrta Manningin uttan fyri upptøkuhølini í Nashville á heysti í 2013. Mynd: Privat FMA á fleiri miðlapallum Frá klokkan 20.00 leygarkvøldið kanst tú lurta eftir FMA á Rás2 og í Útvarpinum hjá Kringvarpinum. Tú kanst eisini flylgja við FMA umvegis LIVE stroyming á kvf.fo, og tú kanst síggja myndir og frásagnir frá kvøldinum á in.fo FMA – leygarkvøldið frá klokkan 20.00