Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MARS 2015 SOSIALURIN 30 28 Óli Jacobsen PETROLIUM, KOL OG TORV VAR ÁLITIÐ Øssur heldur áfram við frásøgn um eina Havn, sum er púra fremmand fyri tey ungu í Havn í dag. Eitt nú greiðir hann frá um gæs Øssur Debes 3. partur Í garðinum gingu gæsnar. Gásarhúsið var ein tunna til at verpa í, hon var tyrvd við flagi. Tá ið ein gás fór at verpa, vórðu eggini tikin inn so hvørt hon varp. Tey vóru talmerkt og løgd í ein kassa við ull. Tá gásin so vildi liggja, vóru eggini løgd aftur í tunnuna. Tá ungarnir vóru útkomnir, gekk gásin við teimum í garðinum, til hon varð slept í hagan við teimum. Gæsnar vóru koyrd- ar í rimaleypar, stungnar vóru fjalir ímill um rimarnar á leypinum, so tær kundu liggja í tveimum ella trimum rúmum. Pápi lænti ross frá systkinabarninum, Agga hjá Gustu. Leyparnir vóru hongdir við síðurnar á rossi- num. So var farið til gongu niðan á norðara skarð í Syðradali, har pápi hevði frælsi. So om- an í dalin, vitjað var inn til bóndan, áðrenn far- ið var til gongu heim aftur. Tungt var at koma nið an úr dalinum. Eg plagdi at halda í halan á rossi num til komið var niðan á skarðið. Ofta vóru nógvir gásarungar, sum komu undan. Gás høvdu vit til døgurða jóladag og sunnu dagar. Turra gás høvdu vit eisini, hongt var upp á ovastaloft at turka. Tað var ógvuliga treyst ur matur. Pápi var flettingarmaður Pápi var flettingarmaður í Smæruni og hjá Jens Reinert, ið hevði handilin Kjøtbúðin í niðastu hædd á Sjómansheiminum út til Tórsgøtu (í dag Hotel Tórshavn). Tá ið heystfjøllini vóru gingin, var seyðurin seld ur til flettingar. Til Smæruna plagdi last bilur at koma við seyði, ið lá niðurbundin í last ini. Bilurin støðgaði við vegin, ið gongur om an ímóti Kilerkanalini. Smæran átti húsini nr. 2 til høgru omaneftir. Húsini høvdu kjallara og tvær hæddir. Í kjallaranum var slaktarí, og í mið hæddini var vørugoymsla. Ovasta hæddin var íbúð. Seyðurin var rikin oman í slaktaríið. Pápi og Helge Mikkelsen, sum arbeiddi í Smæruni, flettu. Helge svævaði og tummaði, pápi tumm- aði og tók vembur innanúr. Vilini vóru reinsaði og vaskaði. Eg var javnan og hugdi, tá ið flett var. Ofta reinsaði og vaskaði eg vembur og vil. Vil ini vórðu seld til pylsuframleiðslu. Eftirspurningur var nógvur eftir avroðum, so fólk máttu teknað seg í góðari tíð. Tá ið liðugt var at fletta, var komið eftir teimum. Møtt var upp við spann til blóð og innvølir. Eini avroð var ein litur av blóði, vomb, vilini og hvítanýrur. Eisini lótu bóndur neyt, ið vóru avtikin, til flett ingar. Pápi var góðskumetari, tá ið neyt vóru flett. Tey vóru mett eftir góðsku nr. 1-2-3. Pápi hevði stempul úr messing við handtakið, har tølini stóðu í neðra. Stemplað var á krovið við reyðum stempulblekki. Hesi stempul eigi eg. Vit flettu eisini seyð heima hjá okkum í kjall aranum. Eg plagdi at hjálpa pápa at tumma og taka innanúr. Tað gekk ein tíð, áðrenn eg fór at svæva, tað lærdi pápi meg. Krovini vóru hongd á ovastaloft at turka, so vit høvdu bæði skerpikjøt og ræst kjøt. Føðingardagin hjá pápa 7. desember fingu vit ræst kjøt og súpan. Tá ið eg var um 10-11 ár, var eg ørindadrongur í Smæruni. Tað vóru kundar, ið bíløgdu vøruna og fingu hana borna til hús. Eg bar mest til fólk á Abba trøð. Vørurnar vóru lagdar í ein leyp, so eg til gongu við leypinum á bakinum runt til kundarnar. Í gamla kommunuskúlan Í 1937 fór eg í skúla. Hetta var gamli kom munu- Siðsøga Smæran, har feðgarnir báðir arbeiddu Hans Jacob í Smæruni Her spældu børnini niðri á sandinum. Uttast t.v. er Fútastova, íslendska sendistovan