hósdagur 12. mars 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MARS 2015
SOSIALURIN 30
29
Komandi partur
Í komandi parti greiðir
Øssur millum frá, hvussu tað
var, áðrenn fólk fingu WC.
R
agnhild, mamma Øssur, dugdi eisini
væl at greiða frá. Tað er so heppið,
at nógv av tí er niðurskrivað. Ragn-
hild var fødd í 1904, so hon greiddi
frá einum heilt øðrum tíðarskeiði enn Øssur.
Vit taka eisini brot úr hennara frásøgn:
Barndómsheimið hjá mær liggur við ”Niels
Finsens minde”. Hans og eg settu búgv í 1924
á Schrøters trøð. Kommunan átti trøðna,
hagani keyp tu vit grundøki. Hetta var so
einasta húsið har um leið í fleiri ár, Hans Jacob
Jacobsen, Smæran, var nærm asta hús.
Einki el ljós var. Kommunan lat okkum fáa
eina gamla petroli ums lykt frá Poul á Jagri, ið
hevði gøtu lykt irnar undir hond. Vit skuldu
tendra hana sjálvi. Tá var langt eft ir til húsini.
Har var vallað men bøla myrkt at ganga. Tað
var hvørki ljós ella kloakk.
“Ísframleiðslan”
Um veturin, tá ið ísur legðist á tjarn ir nar,
keypti Jens Olsen, sum hevði Handils-
foreiningina, sum nú er Kafé Natúr, ísin
frá arbeiðsmonnum, sum brutu hann upp
og bóru hann við leypi við roka á. Teir fingu
vist fyri kilo av ísinum, teir avreiddu. Tí mátti
leyp ur in fyllast mest møguligt. Ill gongt var
at ganga við hesi tungu byrðu oman millum
húsini á Brekku. Tað var ein smøl og brøtt gøta
móti Dimma lætt ing oman ígjøgnum kanal-
ina til ”íshúsið”, sum lá niðri á Lava. Hetta var
áðrenn nakað var, sum æt frysting.
Havnarmenn fóru tíðliga upp
Havnarmenn vóru dúgligir traðar menn. Teir
lagaðu hin gitna Stóra garð, sum røkk frá
Válgaravík yviri á Tórgarði. Hann endaði úti
í Sanda gerði, og innan fyri hann vóru nógv-
ar træðir. Hetta var í 1895, tá var Havn in lítil.
Tað búðu tá eini 2000 fólk í Havn. Vit
børn kundu óttaleys spæla á gøtunum, tað
vóru eingir bil ar ella syklur. Eg vaks upp við
Quillingsg arð í Lagabrekku. Har var ein slætti
sum kallaðist ”Niðri í Eyri”. Har var vanligt
”spælipláss” hjá børnum. Ungdómurin plagdi
um kvøld ar nar ”at fara upp á gólv” at dansa,
tá lyktirnar vóru tendraðar. Eingi børn
vóru vanliga úti longur enn til lyktirnar
vóru tendraðar. Havn ar fólk fóru vanliga
tíðliga til songar og tíðliga upp, um kl. 6-7.
Arbeiðsdagurin var langur og strangur.
Eitt spælipláss var á Abbatrøð. Har var alt
bøur. Vit heintaðu sóljur, sum vit seymaðu til
hálsband og summar dáar til armband.
Áarvegurin tá
Latum okkum fara ein túr niðan eftir
Áarvegnum, áin rennur so hugna liga framvið
Áarvegin, stundum lagr andi og stundum
buldrandi. Í Amtmansgarðinum vuksu
stór trø, greinarnar hingu út yvir ánna, eitt
sera vakurt gullregn við sínum vøkru gulu
blómum. Longri uppi var havin hjá Djóna í
Geil og hjá Lützen og Restorff.
Í Meinigheitshúsinum gingu vit í sunnu-
dagsskúla. Um summarið fóru vit útferð
við matpakka út í hagan í Sortu díkið , [har
Norðalandahúsið nú stendur]. Stundum fóru
vit út á Boða nes. Har var hugnaligt. Stór
fløta var at spæla á. Strondin var um gird av
skelsandi. Tá var siður at stroya skelsand á
túnið til hátíðirnar um páskir og hvítusunnu.
Niðri á sandinum undir Fúta stovu var
eitt tað besta spæliplássið. Her savnaðust
børnini aftaná skúla tíð. Áin rann oman
gjøgnum sand in, so tað var eitt roysni at loypa
yvir um. Tað var ikki altíð, at tað eydn aðist
uttan at blíva vátur. Men tað sakaði einki. Vit
høvdu góðar før oyskar sokkar sum vermdu
væl. Har var gott at spæla. Uppi á Abbatrøð
var alt vallað, eingi hús. Tvær stórar tjar nar
lógu har. Millum teirra var ein vollur at ganga
eftir yvir til Frúu trøð, har tey hoyggjaðu. Um
veturin legð ist ísur á tær, har plagdu vit at
skoyta. men tað bleiv so stutt tíð, tá komu
arbeiðsmenn og brutu ísin upp, hann skuldi
seljast til íshúsini.
At skjóta fyri kongi
Eitt stórt upplivilsi var fyri skúla børnini
26. september, tá ið Kristian 10. kongur
hevði føðingardag. Vit skuldu møta upp og
marsjera yvir á Skansan við hornblástri á
odda. Øll vóru so uppskrýdd og latin í før-
oysk ar sokkar og rotuskógvar við reyðum
tveingjum, føroyskar tuflur, fyri klæð, nýggj
reyð flættibond. Komin yvir á Skansan stóðu
politist ar nir klárir við kanónirnar. Teir vóru
kvartermeistarin, Sámal á Krákusteini, Georg
í Skrivara stovu, Sámal hjá Aggusteini, Poul í
Snikkarastovu, August í Barna stovu, Johan í
Barnastovu. Verju skipið Beskytteren lá á vág-
ni. Kvartermeistarin rópti “første kanon fyr”,
so skutu teir. Be skytt eren svaraði aftur ímóti.
Amt mað ur in helt talu fyri kongi, 9 hurraróp
rung aðu, hornmusikkurin spældi ”Det er et
yndigt land”, ”Kong Kristian stod ved høje
mast” og “Eg oyggjar veit”. Tey flestu tóku
húgvuna av, men verri enn so øll.
Anna Askham f. 1901, fortaldi í 2003
frá eina serligari hending í 1914 tá fyrri
veraldarbardagi var brost in á einar tveir
mánaðar fram man undan. Og tað vildi ikki
øðrvísi til, at júst meðan tey skjóta fyri kongi,
kemur ein enskur krússari í Nóls oyarfjørð.
Teir høvdu hoyrt skot ini. Umborð har var tað
sera nær liggjandi at hugsa, at týskarar høvdu
tikið Føroyar, og at hetta var eitt fíggindaálop,
sum var í gongd. So her var ikki annað at gera
enn at fara at rigga til mótálop. Men so langt
kom tað tó ikki. Bretski konsulin, Valde mar
Lützen, fór umborð at greiða frá, hvussu hetta
hekk saman, so hen da diplomatiska kreppan
fekk ein friðarligan enda.
At kasta nót
Vanligt var í Havn um hetta mundi, at øll
børn skuldu vera inni, tá ið lykt ir nar blivu
tendraðar. Hetta bleiv yvirhildið, undantak
var tá ið okkurt serligt var á vási. So kundi tað
henda, meðan vit spældu og dans aðu Niðri í
Eyri, at onkur kom og rópti: “Teir kasta nót í
kvøld”. Ring urin slitnaði, og øll runnu oman
á Kongabrúnna. Tá hoyrdu vit rópini “Dragið
fyri eystan, dragið fyri vestan”. Nú komu
teir inn við nót ini. Har sóu vit ta vøkru sjón,
sum eg aldrin kann gloyma, stóra sprakl andi
seiðarúgvu liggja á sandi num undir gomlu
Fútastovu, [har íslendska sendistovan er í
dag].
Ein vøkur kvøldmynd, sandurin og
áin og tey gomlu húsini í Gong ini við
petroliumslampuljósi og tor vroykur úr
skorsteininum. Vit runnu heim eftir ílati og
fingu okk um nakrar murtar. Onkur seiður
mundi vera uppi í. Tað løgdu menn inir einki
í. Tað var soleiðis tá í gran na lagnum, at um
onkur hevði verið við at kasta nót, lótu teir
altíð gran nar nar fáa burturav. Vit fingu
eisini seið, mær dámdi so væl at kryvja.
Tá kundi ein fáa sær nakrar livrar burtur-
av, tí Handilsforeiningin keyp ti livur. Man
skuldi sjálvur koyra tær í eina tunnu sum
stóð mill um húsini hjá Jørgin á Sandi og
Handilsforeiningina. Vit fingu nøk ur oyrur
fyri tað. 10 og 25 oyru vóru nógvir pengar hjá
børnum tá.
Fór man eitt ørindi fyri onkran fekk man
eitt 5 oyra, frá summum bara ein sukurmola.
Vit børn høvdu nógvar reglar at ganga eftir.
Ein var tann ongantíð siga nei, tá nakar bað
okkum fara ørindi og ikki at vanta sær nak að
aftur fyri.
Frásøgn hjá Ragnhild
skúl in, har Býráðið húsast nú. Skúlagarðurin
var har, parkeringsøkið er í dag. Rundanum var
lagað ur grótgarður. Portrið var út ímóti Áar-
veg num, áraka har kioskin hjá “G” stendur. Tá
ið eg byrjaði, var Zakaris Sørensen yvirlærari.
Hinir lærararnir vóru: Holgar Bærentsen, Frk.
Sivert sen, John Davidsen, Hanus Kamban,
Sámal Erik Matras, Jacob Wenningsted, Mia
Beier og Peter Poulsen “Petur Snikk”. Har gekk
eg í 4 ár.
Hampiliga væl mann hava gingið. Árs roynd-
ina 1940 fekk eg virðisløn fyri ídni og góðan at-
burð. Virðislønin var bókin, “Poul Nolsoe, lívs-
søga og yrkingar” hjá Jakob Jakobsen. Bók in
var handað mær síðsta skúladag í klassanum
av yvirlærara Sørensen. Ì bókina hevur Jákup
Dahl próstur skrivað:
Øssur Debes fyri ídni og góðan atburð árs-
royndin 1940, J. Dahl.
Eingir hentleikar
Heima vóru eingir hentleikar sum í dag. Ljósið
var petroliumslampur. Ein hekk uppi yvir
køks borðinum, ein hekk yvir spísiborðinum,
ein sera vøkur standilampa við longum mess-
ing fóti stóð á borðinum í dagligstovuni.
Bert kalt vatn var í húsinum. Kolkomfýrur
var í køkinum við vatnbeholdara at hita vatnið.
Eisini høvdu vit primus. Aftan fyri komfýrin á
veggi num hingu tvær rundar messingaplátir,
har krókarnir, klovin og góðaráðjarnið hingu.
Øll hesi amboð havi eg hangandi í kjall ara-
num, eisini pinnagrevið (torvskeran), primusin,
breyð skeran og kjøtmaskinuna.
Kynt var við torvi ella koli, suðuroyar- ella
enskum koli. Kolasøla var niðri á keiini, á leið
har farstøðin er í dag. Har var eg vanur at fara
við leypi at keypa. Kolið var vigað í leypin og
gold ið kontant. Telling, sum var dani, stóð fyri
sølu ni. Hann var giftur við konu úr Havn. Tey
búðu í einum húsi inni í Reynagarði. Eg kendi
væl børnini hjá teimum, onkur teirra var um
ald ur við meg. Kolið var í bríkini við endan á
køksborðinum útímóti forstovuni. Torvið var í
bríkini frá komfýrinum til stovuhurðina. Und-
ir skráninginum á loftstrappuni var brík, har
mamma goymdi klæðir. Frá hesi brík ímóti
kom fýrinum var bonkur, har var omma von
at sita.
Ragnhild, mamma Øssur
Seiður verður kruvdur