Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 38 ítróttur Ikki við: Lukasz Cieslewicz (leikbann, 2 dystir) Ivasamir: Jónas Þór Næs (økslin), Alex Mellemgaard (lærkrikin) Ikki við: Símun Samuelsen (hælsinan, langtíðarskaddur) Allir mans tøkir Ivasamur: Andras Frederiksberg (lærkrikin) Við aftur: Magnus H. Olsen (knæskaði) Allir mans tøkir Jóannes Hansen T riðja umfar í lands­kapp­ ingini er á skránni í morgin og í ovurmorgin. Leygardagin eru tveir dystir: EB/Streymur-ÍF og FC Suður­ oy-TB. Sunnudagin eru trígg­ir dystir: B36-NSÍ, KÍ-HB og AB-Víkingur. Merkisvert er tað, at sjey av teim­ um tíggju dystunum, sum higartil eru spældir, er endaðir við javnleiki. NSÍ hevur vunnið tvær ferðir, KÍ hevur vunnið einaferð, og einki annað lið hevur vunnið. Einasta liðið, sum hevur tapt báðu ferð, er FC Suðuroy. EB/Streymur hevur einaferð verið partur av javnleiki og einaferð tapt. Øll hini liðini – Víkingur, ÍF, TB, AB, B36 og HB – hava bæði í fyrsta og í øðr­um umfari verið við í javnleikum. At talan er um so nógvar javnleikir er heilt sjáldsamt ella rættari heilt óvanligt. Síðani kappingin í 1988 varð víðkað til tíggju lið, er tað ongantíð áður komið fyri, at sjey av teimum tíggju fyrstu dystunum eru endaðir við javnleiki. Størsta samantalda talið av javnleikum eftir tvey umfør higar­ til er í 2010, tá ið fimm av tíggju dyst­ unum endaðu við javnleiki. Hetta er fyrsta árið, at tað eru lands­kappingardystir so tíðliga á ár­ inum. Bæði fyrsta og annað umfar vórðu avgreidd í stórari kapping við vetrar­veðrið. Tað hevur í nógvum før­um verið hált og í onkrum føri nógv­ur vindur, og harvið hevur tað verið eitt sindur tilvildarligt, hvussu úrs­lit­ini hava lagað seg. Hjá B36 er setningurin at endur­ vinna FM heitið. Triðja avbjóðingin verður sunnudagin, tá ið toppliðið NSÍ verður mótstøðuliðið í Gundadali. B36 hevur longu spælt tríggjar ferðir á heimavølli, har tað framvegis ikki er eydnast heimaliðnum at vinna. Fyrst var tað javnleikur í stór­steypa­ dystinum ímóti Víkingi, sum vann eftir brotssparkskapping, so var tað javnt ímóti EB/Streymi (1-1) á Tórs­ vølli, og sunnudagin endaði tað 3-3, tá ið Víkingur aftur var í Gunda­dali. Elsti og royndasti spælarin á B36 liðnum er 35 ára gamli liðformaðurin og hjálparvenjarin Jákup á Borg. Hann er fimm ár eldri enn næstelsti maður á liðnum, 30 ára gamli Hans Pauli Samuelsen, og hann hevur spælt 473 dystir í fremstu røð. B36 heldur til á ovara vølli í Gunda­ dali, og har er skansin hjá árstals­ felagnum, liðnum og viðhaldsfólk­ unum at vera. Tí vakti tað ikki sørt ans, tá ið Jákup á Borg eftir 3-3 javn­ leikin ímóti Víkingi staðfesti, at B36 stendur seg betri á útivølli enn á heimavølli: – Undirlagið í Gundadali er ikki gott. Vøllurin er gamal og slitin, og tað ber við sær, at fótbóltsspælið hjá okkum ikki er so flótandi har, sum tað er, tá ið vit spæla á nýggju gras­líkis­ vall­unum aðra staðni enn í Gunda­ dali, sigur Jákup á Borg. Tølini vísa, at tað liggur betri fyri hjá B36 á útivølli, enn tað ger á heima­vølli. Tá ið B36 í fjør vann FM fyri tíggjundu ferð, vórðu fleiri stig skavað saman aðra staðni enn í Gunda­dali. Burturúr fjúrtan heima­ dystum spurdust 27 stig við mál­ mun­inum 20-11. Burturúr trettan úti­dystum spurdust 34 stig við mál­muninum 33-14. Tað vil siga, at miðal­úrtøkan á heimavølli var 1,93 stig, meðan miðalúrtøkan á útivølli var 2,62 stig. Kappingin er skipað soleiðis, at fimm tey ovastu frá undanfarna ári eiga 14 heimadystir, meðan trý tey niðastu frá undanfarna ári saman við upp­flyt­arunum eiga 13 heima- dystir. Tølini vísa, at Jákup á Borg hevur rætt í, at hjá B36 er tað so sum so við fyri­muninum av heimavøll- inum. Tað er høvuðsstaðarkommunan, sum eigur og hevur ábyrgdina av ovara vølli í Gundadali, og Jákup á Borg og hini í B36 kunnu fegnast um, at kommunan áður hevur boðað frá, at ætlanin er at skifta graslíkið út í summar. Tað er trýst á meistarunum B36 - NSÍ Eiler Rasmussen Sunnudagin klokkan 14.00 NSÍ er einsamalt topplið við fullari úr­tøku eftir tvey umfør. Ikki fyrr­enn eftir summarsteðgin í fjør megn­aði NSÍ at vinna á øðrum enn trim­um teimum niðastu. Nú standa meist­ ar­arnir í B36 fyri tørni, og harvið er gyltur møguleiki hjá Trygva Mortensen og hansara monnum at gera upp við veruleikan, sum tað í fjør aftur og aftur varð víst til: Vit eru framúr nøgdir við avrikini og úrslitini higartil. Kring steðgin dovnaðu vit eitt sindur bæði ímóti FC Suðuroy og EB/Streymi. Tað ætla vit at sleppa undan ímóti B36. Vit fegn­ast um liðavrikið higartil, og vit fegnast um, at tað hevur gingið so væl við málskjótingini hjá Klæminti A. Olsen, sum er framúr liðspælari, sig­ur Trygvi Mortensen. Jákup á Borg, B36 liðformaðurin, vónar, at tað fer at hanga betri saman hjá honum og hansara monnum ímóti NSÍ, enn tað gjørdi ímóti Víkingi: – Verjuparturin hevur mangan borið okkum ígjøgnum, tá ið tað ikki hevur roynst so væl hjá okkum fremri á vøllinum. Hesa ferð vóru vit ikki sannførandi í verjuspælinum, men tað verður heilt víst betri ímóti NSÍ, sigur Jákup á Borg. Um tað eydnast NSÍ at fara úr Gundadali við øllum, so verður fjar­ støðan frá meistarunum og fram til toppin sjey stig. Tí er einki at siga til, at tað er trýst á B36. Nú eru loyvini komin upp á pláss FC Suðuroy - TB Petur Reinert Leygardagin klokkan 15.00 Fyri fyrstu ferð síðani á mikkjalsmessu í 2012 skal FC Suðuroy leygardagin spæla landskappingardyst í bestu deildini á heimavølli, tá ið grannarnir í TB koma suður á Vágseiði. Í felagnum verður nógv gjørt burturúr, tí tað er stórur felagsdagur, har tað verður lagt fyri longu klokkan 10.30. Eftir tapini í Runavík og Klaksvík við samantalt 1-9 kennist tað huga­ LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Tølini siga, at tað gongur betri aðrastaðni enn á heimavøllinum, har meistararnir ikki hava vunnið í ár, og liðformaðurin leingist eftir, at vøllurin verður skiftur út B36 kennir seg ikki væl í Gundadali Upptakt til Effodeildina