Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. mars 2015 sosialurin 30 39 Ikki við: Evrard Blé (fóturin) og Henry Heinesen (lærskaði) Ikki við: Adeshina Lawal (leikbann, 1 dyst), Jan Ellingsgaard (burturstaddur) Ivasamur: Nenad Saric (Ryggskaði) Við aftur: Clayton Soares (Loyvini í ordan), Karl Løkin (Loyvini í ordan) Ikki við: Hørður M. Mohr (burturstaddur, 2 mánaðir) Við aftur: Kristin R. Mouritsen (Heima til tveir dystir) Ikki við: Albert Adu (leikbann, 1 dyst) Allir mans tøkir Við aftur: Mamuka Toronjadze (loyvið), Valerian Lobashvili (loyvið) ligari, at loyvini hjá georgisku Mamuka og Valerian eru komin upp á pláss. – Tað er á heimavølli, at vit hava møguleika at skava flestu stigini saman, og vit hava gott mót, nú liðið fer at líkjast tí, sum vit frá kapp­ingar­ byrjan høvdu ætlað, at tað skuldi vera, sigur FC Suðuroy veteranurin Jón Krosslá Poulsen. Tað hava ikki verið innanhýsis oyggja­uppgerðir í bestu deildini í Suðuroy síðani í 2012. Tá var tað tætt og spennandi. Eftir 1-1 í Vági vann TB 3-0 við Stórá, og so vann FC Suðuroy 1-0 á heimavølli. Í fjør flutti TB upp úr 1. deild við 67 stigum, og FC Suðuroy flutti upp við 48 stigum. Í fyrstu lokaluppgerðini vann TB 2-0 á Vágs­eiði. So varð 2-2 í Trongisvági og at enda málleysur javnleikur í Vági. Í TB er lagið gott eftir javnleikir ímóti KÍ og AB: – Tað snýr seg um at yvirliva í bestu deildini. Hugburðurin er góður, og TB gevur ongantíð skarvin yvir. Vit fara við góðum treysti suður til Vágs leygardagin, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen, sum ímóti AB skoraði beinleiðis upp á horna. Tað er trýst á EB/Streymi EB/Str. - ÍF Páll Augustinussen Leygardagin klokkan 16.00 Í Fuglafirði eru tey nøgd við støðu­ talvuna eftir tvey tey fyrstu umførini. ÍF hevur spælt javnt ímóti Vikingi á útivølli og HB á heimavølli. – Báðu ferðirnar hava vit verið frammanfyri, áðrenn mótstøðuliðið hevur javnað. Ímóti Víkingi vóru vit frammanfyri 2-0. Kortini eru vit nøgdir við javnleikir ímóti tveimum av liðunum, sum verða roknað at vera FM kandidatar. Serliga tá ið havt verður í huga, at vit hava verið skerdir í álops­partinum. Nú eru miðvallarin Karl Løkin og Clayton Soares tøkir, so kappingin um plássini verður herd, sigur ÍF liðformaðurin Fritleif í Lambanum. Hann ætlar sær sigurin við Margáir leygardagin, men hann roknar við torførari avbjóðing: – Eg sá EB/Streym spæla í Gunda­ dali ímóti B36. Teir vóru sera væl skipaðir í verjupartinum, og teir vóru skjótir og stinnir í umstillingunum, so tað verður ikki bara bara, sigur Fritleif í Lambanum. EB/Streymur skal reisa seg eftir 5-1 tapið í Runavík: – Felags fyri bæði okkum og ÍF er, at tað í tveimum teimum fyrstu um­før­unum er eydnast at røkka javn­leikum við at leggja stóran dent á verju­spælið. Hjá okkum eydnaðist tað væl í Gundadali ímóti B36 og minni væl í Runavík. Vit rokna við, at ÍF fer at leggja fyri upp á sama máta. Spurn­ing­urin hjá okkum er so, um vit skulu hava sama konsept á heima­vølli, sum vit hava havt á útivølli. Tað fáa vit at síggja, sigur EB/Streyma venjarin Eliesar Olsen, sum har­við leggur lok á taktikkprátið undan fyrsta heimadystinum hjá nýggja EB/Streyma liðnum. Í fjør vann ÍF tveir teir fyrru dystir­ nar ímóti EB/Streymi, sum í næst­ síðsta umfari vann 2-0 í Fuglafirði. Víkingur skal úr gamla lagnum AB - Víkingur Rúni Gaardbo Sunnudagin klokkan 16.15 Annað vikuskiftið á rað fara víkingar­ nir suður í høvuðsstaðin. Síðsta sunnudag endaði tað 3-3 í Gundadali ímóti B36. Nú gongur leiðin út á Argir. Felags fyri AB og Víking er, at liðini higartil hava verið partar av tveimum javnleikum. Í fjør kostaðu nógvu javnleikirnir tíðliga í kappingini Víkingi pláss í kappingini um gullið. Síðstu árini hevur Finnur Justinussen skorað flestu málini. Síðsta summar kom Andreas Lava Olsen aftur úr Danmark, har hann var undir útbúgving. Hann hevur verið við í fyrireikingunum til hetta kapp­ingarárið. Hóast hann hevur verið eitt sindur skaðadarvaður, so vísti hann tann tíman, sum hann var á vøllinum ímóti B36, at hann er sera málsøkin. – Tað er harmuligt, at teir tríggjar ferðir sleppa at svara aftur. 3-3 í Gundadali er eingin katastrofa, men eg iðri meg um B36 málini, tí tey vóru av tí slagnum, sum vit kalla Europa Cup mál. Tað vil siga, at vit vórðu sektaðir fyri smá mistøk í verjuni. Í hinum endanum var tað klassi, at Andreas Lava Olsen skoraði tríggjar ferðir. Men vit vilja meiri enn hetta, og tí skulu trý stig skjótt á konto, sigur Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Millum vánaligu úrslitini tíðliga í fjør var 2-0 tapið á heimavølli í fyrsta umfari ímóti AB, sum tekur ímóti Víkingi seinnapartin sunnudagin. Í AB iðra tey seg yvir, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig burturúr heimadystinum ímóti TB: – Líkindini vóru so mikið vánalig, at tey spældu báðum pørtum eitt ordu­ligt puss. Vit fegnast um, at tað eydn­aðist at javna, og nú vóna vit, at tað skal eydnast at vinna fulla úr­tøku, sigur miðverjin Teitur Jóannesarson, sum ímóti TB fyri fyrstu ferð nakrantíð skoraði í bestu deildini. Javnaldrarnir gleða seg KÍ - HB Lars Müller Sunnudagin klokkan 15.00 Tað kiksaði hjá HB í fjør. Tá ið leitað varð eftir tí eina stignum, sum restaði fyri at endurvinna meistaraheitið, so var ein av uppgerðunum, ið tað varð steðgað við, tann í Klaksvík 14. september. Fyrr á árinum hevði HB vunnið 2-0 á heimavølli og 2-1 á úti­ vølli ímóti javnaldranum úr Klaks­vík. 14. september vann KÍ 1-0 á heima­ vølli. HB hevði leikliga yvirvág og kendi seg hava havt marginalirnar ímóti sær. Higartil í ár hevur tað verið upp á sama máta. HB hevur verið partur av javnleiki á heimavølli ímóti AB og á útivølli ímóti ÍF: – Vit hava ikki havt marginalirnar við okkum. Leikliga hevur talan verið um framgongd. Vit kunnu fegnast um, at vit í Fuglafirði spældu okkum til nógvar málmøguleikar. Nú skulu vit til Klaksvíkar, har okkum dámar væl at spæla. Tað er týdningarmikið at vinna, og so eru vit við í toppinum. Tað fara annars at vera nakrar vikur, áðrenn kappingin fer at laga seg, sigur HB hjálparvenjarin Símun Samuelsen. Í Klaksvíks kappingini var KÍ omaná. Ta ferðina legði heimaliðið stóran dent á verjupartin og skjót mót­álop. Soleiðis verður tað ivaleyst aftur sunnudagin. – At spæla ímóti HB er altíð nak­ að serligt. Øll her norðuri gleða seg til tan dystin, og gongdin higartil gevur okkum orsøk at fara undir av­bjóð­ ingina við sjálváliti, sigur miðverjin og liðformaðurin í Klaksvík, Jonas Flindt Rasmussen. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 2 2 0 0 11 2 +9 6 2 KÍ 2 1 1 0 4 1 +3 4 3 Víkingur 2 0 2 0 5 5 0 2 4 B36 2 0 2 0 4 4 0 2 5 ÍF 2 0 2 0 3 3 0 2 6 HB 2 0 2 0 3 3 0 2 7 AB 2 0 2 0 3 3 0 2 8 TB 2 0 2 0 2 2 0 2 9 EB/Streymur 2 0 1 1 2 6 -4 1 10 FC Suðuroy 2 0 0 2 1 9 -8 0 Mynd: Álvur Haraldsen – Vøllurin er gamal og slitin, sigur Jákup á Borg um undir­lagið í Gundadali.