hósdagur 12. mars 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MARS 2015
SOSIALURIN 30
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
40
T
að undrar framvegis
fleiri enn bara meg, at
skattagoldna ferðasølan
við øllum sínum gylta
reypi og øllum sínum milliónum úr
felagskassanum bara megnar at selja
tann eini dagin av so nógvum í ár, tá
sólin ikki sæst yvirhøvur. Og hendan
eina dag sæst hon ikki í nakrar fáar
minuttir. Men hesar minuttirnar
hava yvir 8.000 útlendingar keypt.
Kanska fer sólin als ikki at
síggjast í Føroyum allan hendan
ólukkudag, heldur ikki, tá hon ikki
skal síggjast.
20. mars í 2015 er dagurin,
øll gleða seg til, tí sólin fer ikki
at síggjast. 20.mars er eisini
várjavndøgur. Øll heitini á
døgum í álmanakkanum
eru gjørd fyrr í tíðini, tá
árið hevði fýra árstíðir,
vár, summar, heyst og
vetur kallaðust tær.
Nú er bara tann eina
eftir, heystið.
Men enn hevur eingin tikið á
seg at endurskoða og dagføra álma
nakkan, so hann er eftirfarandi.
20. mars er fríggjadagur, og
fólk, sum arbeiða, hava sæð
møguleikan at veiða sær
eitt langt vikuskifti
(tað er sum sam
hugaverkføllini
hjá fakfeløg
unum, tey eru altíð fríggjadag).
Fólk noyðast at hava frí 20.mars.
Lærarar og pedagogar kunnu ikki
hava børnini, tá sólin ikki sær.
Og kanska fer at bera til at grilla
20. mars.
20.mars er ein dagur, sum ikki
kemur aftur í okkara tíð. Jú, 20.mars
verður aftur næsta ár, men tá ger
sólin sum hon vil.
Arbeiðsplássini, har sum fólk
noyðast at vera, fara at hava
kaffisteðg klokkan 09.40, tá
ljósdemparin er skrúvaður heilt
niður, og fáa sær sólarkaffi. Ella
09.40 pluss.
Tí einki í Føroyum byrjar, tá tað
eigur at byrja, so sólarmyrkingin
byrjar eisini seinni enn kunngjørt.
Føroyingar vilja annars brúka
sínar frídagar at fara hagar, sólin
skínur oman og niðan allan dagin á
tamb, D-vitaminir og bíligt sólkrem.
Útlendingar, sum ikki tíma longur
at liggja yrkadagar burtur til bræð
ingar, sum Ívar segði, eru farin at
leita eftir innihaldi í lívinum og koma
hendan vegin, higar, sum tað stendur
í sanginum, »sólin sjáldan sær.«
Sólarmyrking er, siga tey, sum
vita tað, tá mánin sníkir seg fram
um sólina fyri at vinna tíð. Men
hvat nú, um hvørki sólin ella mánin
síggjast um morgunin 20.mars? Tað
er meira enn so sannlíkt, ikki fifty-
fifty, men 20-80. Fáa øll ferðafólkini
so pengarnar aftur? Tað fer, um
so verður, at krevja eykajáttan úr
skattakistuni. Tað verður eingin
sólstrálusøga.
Men hinumegin sólina sæst sólin.
Føroyar eru til sølu, tá sólin
ikki sæst. Føroyingar sleppa at
standa undir neystunum við sínum
sólarmyrkingaroptimistabrillum,
tí balkongin, tey bestu plássini, eru
seld útlendingum. Og har er útselt.
Hagin er stongdur, ikki tí hann er
einskildur, men tí hann er seldur ein
dag uttan fyri harutíð.
Í onkrari bygd fagna tey sólini
við kaffi, tá hon sæst, um hon sæst,
aftur eftir ferðina á vetrarbreytini.
Men sólarkaffi verður ikki selt út
lendingum. Tað er annars hvørt ár.
Í gjár komu tjøldrini so. Tey av
lýsa ikki fyri veður. Tey eru ikki
komin at síggja sólarmyrkingina.
Tey plaga bara at koma í mars, so
tey kunnu rýma fyrr. Koma líka
at venda hjá tjóðini, sum valdi sær
tjaldrið sum eginfugl. Allir aðrir
fuglar í Fuglabókini enn tjaldrið eiga
tann heiðurin uppibornan. Men alt
hatta við tjóð er romantikkur so ella
so. Dunnan er ikki romantisk, hon
er bara fitt. Og gásin er væl gødd.
Krákan hevur humor, og hon er frek.
Ravnurin er ein fani og kolasvartur
afturat. Hønan ger nyttu og sjó
fuglarnir kunnu etast, um nakar er
eftir. Songfuglarnir kúra í búri, og
starin bínir á mønu hjalsins. Tjaldrið
bara larmar og heldur seg vera.
Hinumegin sólina sæst sólin
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Lesandi / sangari
Bústaður: Keypmannahavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Eg droymdi um at selja Tupperware – og so sjálvandi um at
sleppa at standa á einum palli og undirhalda.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Menn skulu helst ikki vita ov nógv um kvinnur, tí so hvørvur
spenningurin. Teir skulu elska okkum, komplimentera okkum
og flenna at okkum – í røttu raðfylgju.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
– At tað er stuttligt, men ótrúliga dýrt.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika?
– Eg havi akkurát lært meg at
binda, og tað er fantastiskt!
Um eg tordi, so hevði eg:
– Flutt suðureftir!
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Takksemi, tolsemi og fyrigeving.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá ið tvey ára gamli sonur mín í
gjár segði »Slappa av, mamma!«
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg
um, at tú:
– At eg brúki mina tíð for
ófornuftigt. Og at eg gloymi at
svara sms-boðum.
Enda setningin: Føroyingar burdu …
… allir búð í Føroyum!
BAKSÍÐAN
Anna Nygaard