Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Nógvar metingar hava ver ið um hvørja støðu Sam bands- flokkurin hevur í sambandi við broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Ferð eftir ferð er nevnt, at Sambandsflokkurin gongur í tveimum ella fleiri bólkum við hvør sínum sjónarmiðum, men á landsfundi í Runavík um vikuskiftið gjørdi floks- for maðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, enn einaferð greitt, at Sambands ynskir eina breiða semju – eina breiða semju, sum um fatar aðrar flokkar enn teir, sum eru partar av sam- gonguni. Kaj Leo Holm Johannesen var ikki so bersøgin at siga, at Sambandsflokkurin fór ikki at lata Fólkaflokkin sleppa at avgera, hvussu ein nýggj fiskivinnulóg skal síggja út, men formaður Sam- bandsfloksins tók fleiri dømi fram um, hvat Sam bands- flokkurin ikki fer at góðataka. Millum annað segði hann: – Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, men ein brúks- rættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið, soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar til íløgur og rakstur eitt áramál inn í framtíðina. Sambandsflokkurin fer t.d. ikki at góðtaka, at latin verða rullandi loyvi og óav- mark aður ognar- og ræðis- rættur til vinnuna. Ein markering Tað kann gott vera, at hesi orð ikki virka so ógvuslig, men bert staðfestingin einaferð enn, at fiskiríkirømi er ogn Føroya fólks, er ein markering frá formanninum. Hann ger heilt greitt, at talan als ikki fer at verða um at lata rullandi loyvir til vinnuna, sum kunnu fatast sum óavmarkaður ognar- og ræðisrættur til vinnuna. Útmeldingin frá for manni Sambandsfloksins er vend beinleiðis móti Fólka flokk- inum, sum alla tíðina hevur hildið fast um rullandi loyvini. Við hesum orðunm slær Sambandsflokkurin fast, at tá ið loyvistíðin gongur út, so skal aftur søkjast um loyvir – og so skulu ávísar treytir uppfyllast, kunnu rættindini vinnast aftur fyri enn eitt tíðarskeið. Aðrar treytir Á landsfundi Sam bands- floksins nevndi formaðurin eisini onnur viðurskifti í fiskivinnuni, sum skulu geva eitt skilgott grudnarlag. Umsitingarætlanin hevur alstóran týdning og skal fylgjast, so úrtøkan verður so stór sum tilber. Hendan um sitingar ætl- an in er ofta nevnd fyrr, men tá ið kjakast verður, er tað sjálvdan, at hon verður tikin uppá tungu. Umsitingarætlanin hevur til endamáls at fáa okkum at gagnnýta fiskastovnarnar so skynsamt sum tilber. Hetta skal gerast, so vit eisini fáa sum mest búskarligt burtur úr fiskatilfeinginum. Fiskifrøðingar hava ferð eftir ferð nevnt, at troyta vit stovnarnar á landgrunninum minni, so fæst eisini meira burturúr uppá longri sikt. Fiskurin gerst størri og meira kemur undan hvørt ár, so stovn- arnir vaksa. – Í okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, eiga at gerast broytingar viðvíkjandi, hvussu vit skipa fiskivinnuna, m.a. eigur skipanin at byggja á grundregluna um at reka fiskivinnuna eftir markn- aðartreytum uttan rakst rar- stuðul og við støði í altjóða góð kendum reglum um burða dyggan fiski skap, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Ivast í møguleikum um semju Eitt annað, sum formað urin segði í formansfrágreiðingini var, at allur fiskur, sum er veidxur á føroysku leiðunum og av føroyskum kvotum í fremmandum sjógvi, skal um føroyskan keikant. Hetta er eisini nakað, sum stríð er um, men løgmaður veit, at skal meirvirði fáast úr fiskinum, so er neyðugt, at hann kemur á land í Før- oyum, har hann skapar ar- beiðið. At fiskurin verður virk- aður og virðisøktur á landi í Føroyum er helst tað, sum hevur allar størsta týdning fyri samfelagið. Samgongan er í løtuni í einari tilgongd til eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. Nakrir fundir eru hildnir, men onki bendir á, at tað fer at eydnast samgonguni at fáa andstøðuna við. Løgmaður hevur ferð eftir ferð sagt, at ein breið semja vil siga, at minst ann ar av teimum stóru sam gongu- flokkunum er við, men onki er í løtuni, sum bendir á at tað fer at hepnast. Og við útmeldingunum á landsfundi Sambands flok- sins er onki sum bendir á, at tað verður ein semja millum samgonguflokkarnar. Sambandsflokkurin vil hava breiða semju um nýggja fiskvivinnupolitikkin Um nakar ivaðist um støðuna hjá Sambandsflokkinum í fiskivinnuspurninginum, so beindi floksformaðurin allan iva burtur á landsfundinum um vikuskiftið Bárður í støðu til at verða nýggjur formaður Nýggi næstformaðurin fekk dygga undirtøku á landsfundinum hjá flokk inum, nú lands- fund ur var um viku- skift ið. Plássið sum næst for- maður gjørdist tøkt, tá ið Johan Dahl herfyri boðaði frá, at hann ikki stillaði uppaftur til næst formann. Landsstýrismaðurin boðaði samstundis frá, at hann eftir ætlan held ur ikki stillar upp til kom andi løgtingsval. Høga stjørnu Bárður Nielsen hev ur leingi havt eina høga stjørnu í Sam bands- flokk in um. Tað er tí onki at ivast í, at stóra undirtøkan hann fekk á landsfundinum er eitt tekin um, at hann er næsti formaðurin í flokk inum. Í seinastuni hevur hann eisini politiskt gjørt rættuliga vart við seg. Sum fíggjar nevndar- formaður hevur hann gjørt greitt, at onki fíggj ar lógaruppskot fer gjøgnum fíggjar nevnd- ina við honum sum næst formanni uttan so, at javnvág er í. Hetta er eisini galdandi fyri fíggjar lógina fyri 2016. Hann hevur eis ini tikið til sín, at Sam- bands flokkurin helst hev ur staðið ov veikur í al menninginum í hesi samgonguni. Tí ger hann nú greitt, at Sam- bands flokkurin er ein samríkis flokkur - og at tað fer hann altíð at vera. Bárður Nielsen er eis ini ein av teimum í Sam bands flokkinum, sum ikki er sinnaður at ganga Fólkaflokkinum á møti í samráðingunum um nýggjan fiskivinnu- politikk. Tí ber til at siga, at flokk urin sum heild vil hava nógv størri ávirkan á nýggju lógina um fiski vinnupolitikk, enn higartil er lagt upp til. Sambandsflokkurin valdi á landsfundi Bárð Nielsen til nýggjan næstformann í flokkinum Landsstýrið roynir enn at finna eina breiða politiska semju um eina fiskivinnunýskipan, men um tað fer at eydnast er trupult at meta um í løtuni, segði Kaj Leo Holm Johannensen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins Bárður á Steig Nielsen er nú næstformaður í Sambandsflokkinum