mánadagur 16. mars 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
Terji Nielsen
Hendingin,
sum
kvinnan
greiðir frá í lesarabrævinum,
fór fram í Villumsgøtu í Havn
sunnunáttina fyri góðari
viku síðani. Unga kvinnan
var á veg til hús, tá ið hon
bleiv álopin av einum manni,
sum royndi at hála hana inn
í ein myrkan garð. Hon bleiv
eisini sligin í andlitið, áðrenn
hon fekk fatur á einum
dunki við hárspray, ið hon
hevði í taskuni hjá sær og
fekk sprænt hetta í andlitið
á manninum, sum síðani
slepti henni. Gentan rann so
til hús, og dagin eftir meldaði
hon tilburðin til løgregluna.
Unga
kvinnan
hevur
seinni fingið at vita frá løg
regluni, at tað eru lítil sann
líkindi fyri, at málið verður
uppklárað.
Hava gjørt fleiri
avhoyringar
– Vit hava gjørt nokk so fitt
við málið, men tað er ikki
altíð so lætt. Hendingin fór
fram umleið klokkan fýra
náttina til sunnudagin 8.
Mars, men málið verður ikki
fráboðað okkum fyrr enn
um hálvgum ellivu sunnu
morgunin. Tá er trupult hjá
okkum at spola tíðina aftur
og finna vitnir, sum kanska
hava sæð okkurt, sigur vakt
havandi á politistøðini í
Havn.
Vakthavandi greiðir frá, at
løgreglan hevur tó gjørt sítt
til fyri at royna at uppklára
málið, og man hevur gjørt
seks avhoyringar í málinum.
– Men vit eru ikki komin
nærri eini uppkláring. Unga
kvinnan hevur greitt frá, at
hon sá fólk ganga rundan um
seg stutt undan álopinum, og
millum annað møtti hon ein
um pari í Sjúrðargøtu, stutt
frammanundan. Hetta var
eitt par, sum var væl om
an fyri 30 ár, og sjálvandi
hava vit áhuga í at hoyra
frá hesum ella øðrum, sum
møguliga hava sæð okkurt,
sigur vakthavandi.
Unga kvinnan var sum
vera man ógvuliga skelkað
av hendingini, og hon varn
aðist ikki fyrr enn dagin eft
ir, at hon hevði fingið eitt
blátt eyga av at vera sligin í
andlitið av manninum.
terji@sosialurin.fo
Terji Nielsen
Vakthavandi sigur, at tað
vóru sera nógv fólk í býnum,
serliga sunnunáttina, og at
nógv fólk vóru dýrandi full.
– Vit hava koyrt sera
nógv fólk til hús. Tíbetur
hevur tað eydnast okkum
at finna fram til, hvar fólk
búgva, og at onkur hevur
verið inni og tikið ímóti
teimum. Hin møguleikin
hjá okkum er at koyra fólk
í detentiónina í Klaksvík at
sova rúsin av sær, men tað
vilja vit helst sleppa undan.
Tí tað bindur nógv fólk hjá
okkum. Eitt er, at tvey fólk
skulu koyra viðkomandi
norður, og síðani skulu tvey
onnur fólk vera til arbeiðis
at ansa eftir tí, sum er í
detentiónini, sigur vakthav
andi á politistøðini í Havn.
Harafturat greiðir vakt
havandi frá, at náttarravn
arnir hava verið úti í bý
num í vikuskiftinum, og tey
ringdu eisini fleiri ferðir,
tí at tey sóu ungfólk, sum
vóru so mikið dýrandi full,
at tey høvdu brúk fyri hjálp.
– Vit høvdu eisini eina
unga gentu inni her, sum
var so mikið full, at vit
noyddust at ringja eftir for
eldrunum, sum komu her
á støðina eftir henni, sigur
vakthavandi.
Sum
áðurnevnt
vóru
sera nógv fólk úti, men burt
ursæð frá, at fólk vóru full,
og nógv skuldu hjálpast til
hús, so sigur vakthavandi,
at fólk annars hava skikkað
sær sera væl.
– Vit hava einki harð
skapsmál havt, og einastu
handtøkurnar hava verið,
at vit hava tikið tríggjar
bilførarar
fyri
ávikavíst
rúsdrekka- og rúsevnakoyr
ing.
terji@sosialurin.fo
løgregla
Álop á kvinnu
bleiv kannað
Sera nógv full fólk í býnum
Um vikuskiftið hava ivaleyst nógv fólk lisið eitt lesarabræv á ymiskum netmiðlum, har ein
ung kvinna greiddi frá, at hon varð blivin álopin í Havn undanfarna vikuskifti. Unga kvinnan
rópar varskó, tí hon hevur fingið at vita frá løgregluni, at málið neyvan verður uppklárað
Um vikuskiftið hava ivaleyst nógv fólk lisið eitt lesarabræv á ymiskum
netmiðlum, har ein ung kvinna greiddi frá, at hon varð blivin álopin í
Havn undanfarna vikuskifti. Unga kvinnan rópar varskó, tí hon hevur
fingið at vita frá løgregluni, at málið neyvan verður uppklárað
Løgreglan hevur gjørt seks ymiskar avhoyringar í sambandi við málið um eina
unga kvinnu, sum bleiv álopin í Villumsgøtu í Havn fyri góðari viku síðani, men
løgreglan frættir fegin frá fólki, sum halda seg vita okkurt um málið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sera nógv fólk var úti í býnum um vikuskiftið, og
rættiliga nógv vóru dýrandi full. Men hóast hetta
hava fólk sum heild skikkað sær sera væl, og løgreglan
slapp undan at seta nakran í brummuna
Savnsmynd
Trý mál um rúsevna-
og rúsdrekkakoyring
Løgreglan hevur um vikuskiftið tikið tríggjar
bilførarar, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir
annaðhvørt av rúsdrekka ella rúsevnum.
Seint fríggjakvøldið bleiv ein bilførari tikin fyri
rúsdrekkakoyring, og tíðliga leygarmorgunin bleiv
enn bilførari tikin fyri tað sama.
Sunnunáttina varð aftur ein bilførari tikin. Men
hesin vísti seg ikki at verða ávirkaðan av rúsdrekka.
Ístaðin var bilførarin ávirkaður av rúsevnum.
Hesar tríggjar handtøkurnar í sambandi við
rúsevna- ella rúsdrekkakoyring vóru einastu
handtøkur, ið løgreglan gjørdi um vikuskiftið.