Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í vikuni fer Um­hvørv­is­stov­ an at skipa fyri kunn­ing­ar­ fund­um, har høvi verð­ur at kunna seg um um­hvørv­is­ merking og um grønt inn­ keyp. Á hesum fundum verð­ur ser­liga kunn­að um al­menna norð­ur­lendska um­hvørv­is­ merk­ið “Svan­urin” – og eisini um evrop­eiska um­hvørv­is­ merk­ið “Blóman”. Umhvørvisstovan vísir á, at seinastu 10-20 árini eru um­hvørv­isvinarligar vørur og tæn­astur vorðnar alt van­ lig­ari. – Stóri vøksturin í úr­ val­in­um av slíkum vørum í handl­un­um er ein ábending um, at viðskiftaskarin, sum hugs­ar um umhvørvið, tá keypt verður, er veksandi. Lagt verður aftrat, at enn eru fá virki og handlar í Før­ oy­um, sum framleiða ella bjóða eina vøru ella tænastu, sum er umhvørvismerkt. – Ymiskar orsøkir kunnu vera til, at so er. Møguliga er ov lítil vitan um, hvat skal til fyri, at ein vøra ella tænasta kann fáa eitt um­hvørv­is­ merki. Umhvørvisstovan veit at siga, at í Føroyum eru einans tvey svanagóðkend virki, Før­oya Prent í Havn og Estra í Gøtu.   Kunningarfundir Fyri at økja um vitanina um norð­ur­lendska um­hvørv­is­ merk­ið “Svan­ur­in” og evrop­ e­iska um­hvørv­is­merk­ið “Blóm­an”, fer Um­hvørv­is­ stov­an at skipa fyri tveimum kunn­ing­ar­fund­um. Tveir serfrøðingar frá ís­ lendsku Svana­merkja­skriv­ stov­uni fara at greiða frá um um­hvørv­is­merk­ing, og hvørj­ar royndir íslendingar hava gjørt sær á hesum øki. – Fyri bert tíggju ár­ um síðani vóru sera fáar ís­lendsk­ar fyritøkur um­ hvørv­is­merkt­ar. Nú er tal­ ið munandi hægri og hava ís­lend­ing­ar góðar royndir við Svananum, sigur Umhvørvisstovan. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni HYPERLINK "http://www. us.fo" www.us.fo – Enn eru fá virki og handlar í Føroyum, sum framleiða ella bjóða eina vøru ella tæn­astu, sum er um­ hvørv­is­merkt, sigur Um­hvørv­ is­stovan Fáar vørur og tænastur eru umhvørvismerktar Eldrasamstarvið við Skálafjørðin fer at umskipa Heilsu­miðstøðina í Runavík til ein Heilsudepil. Fyrsta stigið verður at fáa tríggjar læknar í fast starv á deplinum, og í næstum verður søkt eftir triðja læknanum til Heilsudepilin  Roynd listafólk í Runavík Í dag – 16. mars klokk­an 16 – let­ur fjølbroytt mál­n­inga­ fram­sýn­ing upp á Bóka­savn­inum við Løk­in í Runavík Hetta er ein stór felags fram­sýning við fimm kend­um listafólkum úr nær­um­hvørv­inum á Skála­ fjørðinum. Listafólkini, sum sýna fram, eru Hilmar J. Høj­ gaard, Jørgin Olsen, Kára Løk­in, Harry Knudsen og Jóan­nes S. Hansen. Tey eru øll roynd innan list­ar­liga økið, hava málað í fleiri ár og eru umtókt sum list­ar­fólk. Tá framsýningin let­ur upp í dag, fer virkni yrkj­ ar­in, Edmund Williamson, at lesa egnar yrkingar, og Bóka­savnið bjóðar drekka­ munn. Máln­ingaframsýningin er partur av eini størri skrá, sum Kunningarstovurnar í Eyst­uroy samskipa í sam­ bandi við sólarmyrkingina. Framsýningin á Bóka­ savn­inum við Løkin verður opin gerandisdagar frá klokk­an 13-18, og seinasti dag­ur verður fríggjadagin 27. mars. vilmund@sosialurin.fo 26 ára gamla listarkvinnan - Floortje Zonneveld úr Hálandi - býr í hesum døgum í listabústaðnum í Tjørnuvíkar skúla. Floortje arbeiðir serliga við filmsgerð og myndatøku Í Føroyum eru bert tvey svanagóðkend virki, Føroya Prent í Havn og Estra í Gøtu Nøgdsemi avgerandi Fiskaaling hevur fingið nýggjan framleiðsluleiðara. Tað er Lisa Frederiksberg, sum hevur tikið við starvinum eftir Astrid Hansen, sum er farin í annað starv hjá Fiskaaling. Lisa kemur úr starvi hjá Vaðhorn Seafood á Strondum. Hjá Fiskaaling kemur hon at hava ábyrgd fyri framleiðsluni av laksarognum og laksayngli á støðini hjá Fiskaaling. Hon verður eisini leiðari fyri lívfiskastøðini í Skopun. Sjálv sigur Lisa Frederiksberg, at hon fer at leggja seg eftir at hækka tænastustøðið hjá Fiskaaling enn meira. Ein stór avbjóðing er altíð at fáa arbeiði at ganga rationelt og at halda seg innan fyri fíggjarkarmarnar. Ein týðandi liður í góðari framleiðslu er nøgd starvsfólk, og hetta er nakað, sum Lisa Frederiksberg ætlar at stremba eftir. vilmund@sosialurin.fo Fimm roynd listafólk sýna fram á Bókasavninum við Løkin og seinasti dagur, framsýningin verður opin, er fríggjadagin 27. mars