Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fma 2015 AVE fekk flest h AVE AVE fekk flest heiðurslønir á FMA 2015. Umframt at fáa heiðurin sum ársins bólkur og ársins nýggi bólkur, fekk Benjamin Petersen heiðurin sum ársins sangari og Petur Pólson heiðurin av at hava skrivað ársins tekst, nevniliga Øskuhav av fløguni AVE. Tað eru teir báðir gøtumenninir Petur Pólson og Benjamin Petersen, ið eru menninir aftanfyri AVE. Báðir eru teir kendur frá øðrum útgávum. Benjamin hevur givið tvær útgávur út undir egnum navni, meðan Petur Pólson er væl kendur frá bólkum sum Visible Fish og Clickhaze. Greta Svabo Bech Greta Svabo Bech fekk tvær heið­ urs­lønir í ár, ársins songkvinna og ársins sangur. Føroysk er hon, hóast hon ein stóran part av lívinum hevur búð uttanlands, og gjørdist hon kend utt­an fyri landoddarnar, áðrenn hon fekk eitt gjøgnumbrot í Før­oy­um. Greta Svabo Bech er einasti før­ oyingur, ið hevur verið tilnevnd eina Grammyvirðisløn. Hon fekk eisini heiðurslønina sum ársins song­kvinna á FMA 2014. Ársins sangur hevur nærmast riðið landinum sum ein marra, tó á ein góðan hátt, síðani hann fyrstu ferð varð spældur í jóla­ kalend­aranum NiviNaja hjá Kring­ varpinum í desembur í fjør. Øll munnu vit nú vita, hvussu tað er at kenna seg einsamallast í Føroyum, takka verið sanginum Myrkablátt hjá Gretu Svabo Bech. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin, meðan Greta Svabo Bech hevur gjørt lagið. Høgni Lisberg Ársins útgáva kemur úr Leirvík og er signerað Høgni Lisberg. Sein­ asta útgáva hansara, Call for a Revolution, fekk í dag heiðurin sum ársins útgáva á FMA 2015. Hetta er sjeynda útgávan hjá Høgna Lisberg, síðani fyrstu útgávu hansara Most Beautiful Things í 2003. Høgni Lisberg hevur áður spælt við Clickhaze. Janus Rasmussen Janus Rasmussen hevur fingið heið­urin sum ársins framleiðari á FMA 2015. Hann er kanska best kendur sum mannliga helvtin av tónleikabólkinum Byrta, men tað er sum framleiðari, at hann hevur verið mest virkin. Hann hevur millum annað framleitt fløgurnar hjá Høgna Reistrup Áðrenn vit hvørva (2013) og Samrøður við fram­tíðina (2011). Hann hevur eisini fram­leitt útgávuna hjá Byrta. Janus Rasmussen er eisini sera virkin sum tónleikari og er limur í íslendska bólkinum Bloodgroup og hevur áður verið limur í føroyska bólkinum Lama Sea. Seinni í ár fer Janus at spæla á G! festivalinum við Ólafur Arnalds, undir heitinum Kiasmos. Xperiment Í ár var ein virðisløn, sum varð latin fólkinum at avgera, hvør skuldi hava. Hetta var fyri ársins live bólk ella einstakling á FMA 2015. Heið­ urin fall til kórið Xperiment, við Sigrið Sivertsen á odda. Kórið sló veruliga ígjøgnum við sanginum Lívsmynd hjá Frændum. Í fjør gav kórið so út sjálvnevndu fløguna Xperiment, við sangum sum Lívsmynd, Í gøtu ein dag og Farvæl, Maria. Sunnleif Rasmussen Ársins kompositión er Nordisk messe eftir Sunnleif Rasmussen. Messan varð frumframførd í Norður­landahúsinum 31. mai í fjør. Sunnleif Rasmussen hevur skriv­ að messuna fyri blandað kór og symfoniorkestur. Tað var Føroya Symfoniorkestur, sum framførdi hesa fyrstu føroysku messuna, saman við stórum felags- norðurlendskum kórið. Ein sera áhugaverd messa, ið vardi umleið 40-45 minuttir, og har partar av kórinum at enda gingu syngjandi út í salin. Dávur Juul Magnussen Dávur Juul Magnussen fekk heið­urin sum ársins sangari ella einleikari í opna bólkinum. Hann spælir trombon og var sum ein­ ans 22 ára gamal útnevndur til heiðursplássið sum høvuðs­trom­ bonistur í Royal Scottish National Orchestra. Gavin Bryars Bretski tónasmiðurin Gavin Bryars fekk heiðurin fyri ársins útgáva ella ko­nsert fyri fløguna Høvdingar hitt­ast, ið kom út fyri góðum ári síð­ani. Verkið Høvdingar hittast var framført í Norðurlandahúsinum í 2011. Verkið er íblást av søgunum um Benjamin Petersen, AVE Blátt Gtas Kristina Bærendsen Greta Svabo Bech