mánadagur 16. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fma 2015
eiðurslønir
Trónd í Gøtu og Egil Skallagrímsson,
og í Norðurlandahúsinum vóru
Eivør Pálsdóttir og Rúni Brattaberg
solistarnir, sum framførdu saman
við Aldubáruni og Eystanljóði.
Yggdrasil
Heiðurin fyri ársins bólk ella kór í
opna bólkinum fór til Yggdrasil. Síð
ani 1981, tá Kristian Blak stovnaði
Yggdrasil, hava teir ríkað føroyska
tónleikaheimin við sínum ser
merktu tónum. Saman við bæði før
oyskum og útlendskum gestatón
leikarum, hevur Yggdrasil skapað
øðrvísi tónleik, enn vit eru von at
hoyra, ofta í tættum sambandi við
aðrar listagreinar.
Meðan
tónleikararnir
oftast
hava ein bakgrund innan jazz-tón
leikin, er ikki óvanligt, at etniskur
tónleikur, fólkatónleikur, rokkur ella
klassiskur tónleikur spælir onkran
leiklut, eins og at improviseringin
altíð spælir ein stóran part í verk
unum hjá Yggdrasil.
Reinsaríið
– Ársins átak hevur verið leingi
ávegis, men nú er tað so her. Ársins
átak er Reinsaríið, segði Jonhard
Hammer, tá hann handaði virðis
lønina fyri ársins átak til Boga
Andreasen, leiðara fyri Reinsaríið.
Síðani Reinsaríið opnaði fyri
góðum ári síðani, hevur Bogi
Andreasen megnað at skipa fyri
regluligum konsertum við bæði før
oyskum og útlendskum nøvnum,
bæði kendum og minni kendum.
Eivør
Videolagið Rain hjá Eivør vann
heiðurin sum ársins videolag í ár.
Tað er Heiðrik á Heygum, ið hevur
leikstjórnað lagið. Huglagið í kyk
myndini er eitt sindur “gamaldags”,
sum um hon er tikin upp í fimti- ella
sekstiárunum. Kykmyndin ferðast
bæði undir og yvir vatni.
– Ársins videolag ger eitt framm
an undan vakurt lag til eitt heilt
serstakt upplivilsi, segði Barbara
Samuelsen,
mentanarleiðari
í
Kringvarpinum, tá hon handaði
virðislønina fyri ársins videolag.
Blátt Gras
Ein av nýggjaru bólkunum fekk
heiðurin av at hava ársins sang í
folk, country og blues bólkinum í
ár. Talan er um bólkin Blátt Gras
og sang teirra, There is room at the
table. Blátt Gras, úr Vágunum, er ein
av fáu bólkunum í Føroyum, sum
spæla Bluegrass tónleik. Sangurin
There is Room at the Table er av
útgávuni Ávegis.
Kristina Bærendsen
Kristina Bærendsen gjørdist bæði
ársins bólkur ella einstaklingur
og ársins kvinnuligi ella mannligi
sangari í bólkinum Folk, Country
og Blues So seint sum í desembur
gav hon fløguna Nothing’s here to
Stay út. Hetta er onnur útgávan hjá
Kristinu Bærendsen, fyrra útgávan,
Kristina, kom út í 2012.
Vágaverk
Ársins útgáva í bólkinum Folk,
Country og Blues er Drekkivatn
hjá Vágaverk. Tað eru teir báðir
trubadurarnir Jóan Jakku Guttesen
og Sámal Ravnsfjall, ið mynda
bólkin Vágaverk. Frá fyrr kenna vit
sangir sum 1001 nátt og Medistarar
í Karry, men tey munnu vera fá, ið
ikki hava hoyrt sangin Hvar Baby
av hesi nýggju útgávuni, sum nú
alment hevur fingið heiðurin sum
ársins útgáva á FMA 2015.
Dánjal á Neystabø
Dánjal á Neystabø var tilnevndur
í fleiri bólkum, men fekk tó eittans
heiðursløn við sær heim, nevniliga
fyri ársins húsa. Hann gav í fjør
út fløguna Time, og tað var hesin
húsin, sum dómsnevndin við Niels
Arge Galan á odda, metti var tann
besti í fjør.
Niels Arge Galan gav annars
føroysku
tónleikarunum
eina
ábreiðslu fyri, at teirra húsar alt ov
ofta eru ov keðiligir.
Ólavur Hátún
– Tað eru mennisku, ið hava størri
visiónir enn menniskju kunnu
rúma. Eitt tílíkt er Ólavur Hátun,
segði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri
á Sosialinum, tá hann handaði
ársins herðaklapp við FMA 2015.
FMA-nevndin, ið handar virðis
lønina legði dent á hansara stóra
arbeiði fyri Føroya Musikkskúla,
ið gevur øllum føroyskum børnum
møguleikan at fáa eina tónleikaliga
uppaling.
Í slaka hálva øld hevur Ólavur
Hátún verið slóðbrótari innan før
oyskan kórsang og hevur stjórn
að fleiri kórum. Hann hevur í
mong ár verið týðandi partur av
ólavsøkuni, eitt nú í sambandi
við sangin á Tinghúsvøllinum og
midnáttarsangin ólavsøkudag. Í
fjør valdi hann tó at takka fyri seg
sum dagligur kórleiðari í Havnar
kórinum.
Jóan Jakku Guttesen, Vágaverk
Ólavur Hátún
Kristian Blak, Yggdrasil
Sigrið Sivertsen, Xperiment
Dánjal á Neystabø
Bogi Andreasen, Reinsaríið