Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fma 2015 Danjal av Rana – Tað er stuttligt, at tílíkur tónleikur eisini verður viðurkendur fyri sítt avrik, og ikki einans poppurin og countrytónleikurin, segði Kristian Blak, eftir at bólkur hansara Ygg­ drasil fekk heiðurin sum ársins bólkur ella kór í opna bólkinum. Yggdrasil hevur, síðani byrjanina í 1981, givið 12 útgávur út, tann seinasta av hesum er Dímun, sum varð givin út í 2014. – Allar útgávurnar hjá bólkinum hava verið bygdar upp sum ein verkætlan. Dímun var um oynna Dímun, Traveling var um shaman­ ismu, Den Yderste Ø, sum var fyrsta útgávan, um skaldskapin hjá Willi­ ami Heinesen, greiðir Kristian Blak frá. Kristian Blak sigur, at hann hevur merkt eina stóra menning í føroyska tónleikaheiminum, síðani Yggdrasil byrjaði. Hann greiðir frá, at fyrstu tíðina var neyðugt, at biða útlendskar tónleikarar hjálpa sær, tí at fáir føroyingar høvdu neyð­ uga førleikan innan ymisku tón­ leikagreinirnar. – Seinastu árini hevur tó verið stór menning í førleikunum hjá før­oyskum tónleikarum, og nú er eingin trupulleiki at finna muna­ góðar føroyskar avloysarar, um onkrum berst frá at spæla til eina konsert ella á eini útgávu, sigur Kristian Blak. Ongar ætlanir eru um at leggja Yggdrasil á hillina júst enn, sigur Kristian Blak, sum eisini avdúkar, at teir longu eru í ferð við eina nýggja stóra verkætlan, sum væntandi verður sett á pall í 2016. Danjal av Rana AVE fekk flest heiðurslønir á FMA 2014. Tvær til bólkin, umframt at teir báðir limirnir í bólkinum fingu hvør sína heiðursløn. Virðislønirnar fyri ársins bólk, ársins nýgga bólkur, ársins sangara og ársins tekst fyltu føvningin á Benjamini Petersen. Sjálvur sigur hann, at hann als ikki hevði væntað hetta. – Hetta er ein stórur heiður, og eg eri sera takksamur fyri virðis­lønirnar, sigur Benjamin Petersen. Tá hann tók ímóti heiðurslønini fyri ársins sangara kundi hann ikki annað enn smílast eitt sindur. – Eg hevði aldrin trúð, at eg fór at gerast ársins sangari. Sum seks ára gamal vónaði eg ein dag at gerast ársins gittarspælari, men ongantíð ársins sangari, segði Benjamin Peter­ sen. – AVE er sprottið úr kærleikanum millum meg og Petur. Fløgan er upptikin í studionum hjá Mikal Blak, har vit hava umringað okkum við okkara bestu vinfólkum, og eg haldi tað hoyrist á fløguni, segði Benjamin Petersen millum annað, tá hann tók ímóti virðislønini fyri ársins bólk. – AVE hevur ment seg yvir eini tvey ár til at gerast tað, sum tað er nú. Tað er soleiðis, at hvørja ferð, eg og Petur Pólson møtast, hendir okkurt, greiðir Benjamin Petersen frá. Petur Pólson var ikki til staðar í Norð­ur­ landa­húsinum. Hann fekk eina heilabløðing her­fyri og er fyri tíðina á Ríkissjúkrahúsinum til við­gerð. – Tað er løgið at standa her uttan Petur, men hann hevur tað gott, og segði mær, at hann longu hevur skrivað fleiri tekstir. So AVE 2 verður allarhelst klár um stutta tíð, segði Benja­min Petersen. Gittarleikari gjørdist ársins sangari Benjamin Petersen hevði aldrin trúð, at hann fór at vinna heiðurin sum ársins sangari Stór menning í føroyskum tónleiki Kristian Blak segði seg ikki vera vanan at verða heiðraður á hendan hátt