Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fma 2015 Danjal av Rana Jóan Jakku Guttesen var ovfarin av at Vágaverk fekk heiðurin fyri ársins útgávu fyri Drekkivatn. – Hetta er ikki tað, vit stremba eftir, tá vit spæla, men hetta smakk­ ar av meiri, sigur hann og mírist. – So eg frykti fyri, at tit hoyra meiri frá okkum, sigur hann við einum skálkabrosi. Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen myndað Vágaverk og fyrsta útgávan, Váðaverk, sá dagsins ljós í 2002. Jóan Jakku Guttesen greiðir frá, at teir báðir hava spælt saman alt teirra vaksna lív. – Vit hava altíð dáma væl at jamma saman, og medistari í karry kom jú út nakað væl áðrenn Váða­ verk, á fløguni hjá FS Vágum á sinni, sigur hann. Jóan Jakku Guttesen sigur, at hann vónar, at teir kunnu halda á at spæla. – Eg haldi, at orkestrið hjá okkum er serstakliga gott, so so leingi teir tíma at blíva við, fara vit at halda á at spæla. Nú kemur summarið, og vit eru bókaðir inn á fleiri festi­ valum í ár og á Reinsarínum. Luktar av meiri Frykti fyri, at tit hoyra meiri frá okkum, sigur Jóan Jakku Guttesen við einum skálkabrosi Danjal av Rana Fløgan Time hjá Dánjali á Neystabø hevur ársins besta húsa, staðfesti dómsnevndin hjá FMA 2015. Sjálvur sigur hann, at hann er kanska ser­ liga glaður fyri at fáa hendan heið­urin, hóast hann eisini var til­ nevndur fleiri aðrar virðislønir. – Hetta er ein sera konseptuell fløga, og húsin er partur av tí heild­ ar­myndini, sum fløgan skal vera, sigur Dánjal á Neystabø. Hann greiðir frá, at hann og restin av toyminum, ið hevur gjørt fløguna, hava lagt nógva orku í at seta røttu løgini saman og tryggja sær, at alt gongur saman í eina eind. Tað er Sjouke Busch, ið hevur gjørt húsan. Hon er úr Danmark og er gift við Kim Nyberg, ið hevur skrivað onkrar av sangunum á fløguni saman við Dánjali á Neystabø. – Hon hevur tí verið við í allari tilgongdini í arbeiðinum við fløguni, líka frá byrjan til enda, sigur hann. Umframt húsan hevur hon eisini gjørt plakatir, video, backdrop og annað grafiskt, ið er knýtt at út­ gávuni. – Hon hevur hjálpt okkum at syrgja fyri, at heildarmyndin gevur meining og hendan virðislønin er heilt víst henni til heiðurs, sigur Dánjal á Neystabø. Húsin er partur av heildarmyndini Sjouke Busch hevur gjørt ársins húsa, og virðislønin er henni til heiðurs, sigur Dánjal á Neystabø