mánadagur 16. mars 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
At vit hava fingið eina flat
skattaskipan og at pensjón
irnar nú verða skattaðar við
inngjald, er ein vanlukka
fyri vanlig verkafólk og fólk
við lágari og miðalgóðari
inntøku.
Tað er niðurstøðan á aðal
fundi í Føroya Arbeiðara
felag um vikuskiftið.
Føroya
Arbeiðarafelag
hevur fingið jan Otto S.
Holm, fíggingarráðgevara, til
at rokna út, hvørja ávirkan
tað fær á fólk við lágari og
miðalgóðari inntøku, at vit
hava fingið flatskatt, og at
pensjónirnar nú verða skatt
aðar við inngjald, ístaðin
fyri sum fyrr, har tær vórðu
skattaðar, tá ið tær vórðu
útgoldnar.
Hægri løn, hægri
skattalætta
Uttan at fara niður í teknisk
ar smálutir verður staðfest
í kanningini, at inntøkur
undir 250.000 krónur um
árið, hava onki fingið burtur
úr flatskattinum.
Tað merkir, at vanlig
verkafólk,
og
fólk,
sum
annars hava lægri, ella miðal
inntøkur, fáa at kalla ikki eitt
oyra í skattalætta.
Men hinvegin, fáa tey,
sum forvinna yvir 250.000
ágóðan av skattalættanum.
Og jú hægri inntøkan er, jú
størri verður skattalættin.
- Ein inntøka upp á 50.000
krónur um árið, hevur so
statt fingið 34.500 krónur
um árið í skattalætta, nú vit
hava fingið flatskatt, sigur
Jan Otto S. Holm.
Tað svarar til ein skatta
lætta upp á 2.875 krónur um
mánaðin.
- Hinvegin hevur ein, sum
forvinnur 800.000 krónur
um árið, fingið 66.000 krónur
um árið í skattalætta, ella
5.500 krónur um mánaðin.
Jan Otto S. Holm vísir á, at
tann, sum forvinnur 250.000
krónur, hevur fingið ein
skattalætta upp á 1,8%, men
tann, sum forvinnur 500.000
krónur um árið, hevur fingið
16% í skattalætta.
- Tað sæst týðiligt, at
ágóðin
av
flatskattinum
kemur teimum høgu inn
tøkunum til góðar, sigur
hann.
Ein stór skatta
hækking
Men samstundis sum at flat
skatturin varð settur í verk,
varð eisini tann skipanin sett
í gildi, at pensjónirnar skuldu
skattast við inngjaldi, har tær
higartil hava verið skattaðar
sum ein vanlig inntøka, tá ið
pensjónin varð goldin út.
- Men tað, sum rakar tey
serliga hart, er, at eisini inn
gjaldið til pensjónir skal
rinda vanligan flatskatt upp
á 40%.
Í heilt rundum tølum
nevnir Jan Otto S. Holm sum
dømi, ein, sum hevur for
vunnið 250.000 krónur um
árið alt lívið hevur sostatt
rindað góð 30% í skatti.
- Verður pensjónin kanska
130.000 krónur um árið,
hevði skatturin bara verið
25% eftir gomlu skipanini,
tá ið pensjónin varð skattað
sum vanlig inntøka, tá ið hon
varð goldin út.
Men eftir hesi nýggju
skipanini skulu 40% rindast í
flatskatti, tá ið goldið verður
inn til pensjón.
- Hetta er ein broyting
sum førir við sær, at pen
sjónin verður munandi lægri,
enn hon hevði verið eftir
teirri gomlu skipanini.
Missa 1000 krónur
um mánaðin
Jan Otto S. Holm staðfestir,
at tað, sum er goldið inn
í pensjón, áðrenn nýggja
skipanin varð sett í gildið,
verður framvegis skattað
eftir gomlu skipanini.
Hann vísir á, at eitt
verkafólk, sum arbeiðir fulla
tíð, hevur eina løn á 221.000
krónur um árið,
Hann tekur sum dømi, at
tey rinda 10% í eftirløn.
Verkafólk fara ofta tíðliga
á arbeiðsmarknaðin og spara
sostatt leingi saman til eftir
løn.
- Taka vit eitt verkafólk,
sum hevur spart saman til
eftirløn í fimm ár eftir gom
lu skipanini og 35 ár eftir
nýggju skipanini, har pen
sjónin verður forskattað við
40%, fer hetta verkafólkið at
fáa einar 134.000 krónur um
árið í eftirløn, tá ið skatturin
var goldin.
Men varð skatturin av
pensjónum ikki broyttur til
eina forskatting, hevði hetta
sama
verkafólkið
fingið
147.000 krónur um árið í pen
sjón, tá ið skatturin var gold
in.
Hetta er tí, at eftir gomlu
skipanini hevði pensjónin
verðið skattað sum vanlig
inntøka, tá ið hon varð út
goldin.
Men úrslitið er, at eitt
verkafólk fer at fáa 13.000
krónur minni um árið í pen
sjón av tí, at pensjónin nú
verður skattað við inngjald.
Tað eru góðar 1.000 krónur
minni um mánaðin at liva av.
Eftir
gomlu
skipanini
hevði pensjónisturin goldið
góð 30% í skatti, men eftir
nýggju skipanini er skatturin
40%.
Áki Bertholdsen
- Tey skulu skamma seg fyri
at hava gjørt livikorini hjá
vanliga fólkinum so nógv
verri –bæði nú og langt inn
í framtíðina.
Tað var boðskapurin hjá
Georg F. Hansen, formanni
í Føroya Arbeiðarafelag á
aðalfundinum leygardagin.
Sum vit greiða frá í aðrari
grein her á síðunum, vísir
ein kanning, at ein limur í
Føroya Arbeiðarafelag, sum
fer á pensjón um nøkur ár,
fer at missa einar 13.000
krónur um árið í poensjón.
Hetta er av tí pensjónin
verður
forskattað,
sam
stundis sum at pensjóns
skatturin varð hækkaður
upp til 40%.
- At missa 13.000 krónur
um árið, ella góðar 1.000
krónur um mánaðin, er
nógvur peningur hjá ein
um arbeiðara, sum bara
hevur eftirløn úr eftirløn
arskipanini
hjá
Føroya
Arbeiðarafelag, Samhalds
fasta, og tað almennu pen
sjónina at líta á, sigur Georg
F. Hansen
Men tað vístu vit eisini á,
áðrenn
pensjónsskatturin
var trýstur ígjøgnum í 2011,
leggur hann afturat.
-
Sambandsflokkurin,
Fólkaflokkurin,
Miðflokk
urin og Sjálvstýrisflokkurin,
sum vóru í samgongu, vildu
ikki lurta og viðurkenna,
at tað vit søgdu var rætt,
men trýsti sítt uppskot
ígjøgnum.
- Úrslitið kenna vit og
verkafólkið kemur at rinda
ein stóran prís í pensjónista
árunum fyri hesa misgerð.
Koyr í ruskspannina
Georg F Hansen heldur at
tey skuldu ”skamma seg”,
fyri at hava gjørt livikorini
so nógv verri hjá vanliga
fólkinum nú og langt inn í
framtíðina
-
Nógvar
broytingar
eru
framdar,
sum
ávir
ka livilíkindini hjá verka
fólki
skeiva
vegin.
Og
verður seinni parturin av
pensjónsnýskipanini sam
tykt, er tað endaliga stað
fest, at í Føroyum koma vit
at hava eitt samfelag, har
møguleiki bara er hjá teim
um vælløntu at lívbjarga
sær.
- Skattalættin, forskatt
ingin og tað at skatturin á
eftirlønini fór upp í 40%,
rakar okkara limir hart. Tað
kann ikki vera rætt, at vit
skulu bløða í pensjónsárum,
tí vælbjargaði skulu hava
skattalættar, greiddi Georg
F. Hansen, fólkinum frá á
aðalfundinum.
- Tað fer at vera eitt gap
andi hol í landskassanum
um nøkur ár, og tá er
spurningur, um eftirlønin
ikki
verður
skatta
enn
einaferð,
leggur
hann
afturat
Hann vónar, at alt eftir
lønaruppskotið sum tað er,
verður tveitt í ruskspannina
og at Samhaldsfasti heldur
verður
styrktur
fyri
at
tryggja
verkafólki
eina
rímiliga pensjón.
FLATSKATTUR
MISSA TÚSUND KRÓNUR
Avgerðin hjá samgonguni um at seta flatskatt í gildi, og at forskatta pensjónir,
verður ein dýr søga fyri verkafólk við lágari og miðalgóðari inntøku
Tey skuldu skamma seg
Tey vildu ikki lurta eftir okkum og úrslitið kenna vit