Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Georg heldur fram FLATSKATTUR UM MÁNAÐIN Í PENSJÓN Tað er nú greitt, at Georg F. Hansen úr Miðvági, heldur fram sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag í tvey ár afturat. Saman við trimum øðrum nevndarlimum, stóð hann fyri vali á aðalfundinum í felagnum í dag. Hinir tríggir nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru Karla Einarsson úr Rituvík, sum er næstforkvinna, umframt Suni Mortensen úr Hovi og Jógvan Páll Johansen úr Haldórsvík. Øll fýra bjóðaðu seg fram aftur og tey vórðu øll fýra afturvald í nevndina. Síðani skuldu aðalfundurin velja ein av nevndarlimunum til formann og har var Georg F. Hansen afturvaldur til formann. Samstundis er tað greitt, at Karla Einarsson heldur fram sum forkvinna Hinir fýra nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag, eru: Elin Sørensen, næstforkvinna, úr Havn, Sunrid Vang úr Froðba og Julia Hansen úr Æðuvík. Fyrsti tiltakslimur er Laila Haraldesen, annar nevndarlimur er Fríhild Winther og triði nevndarlimur er Harry Benjaminsen. Fríhiold Winther varð vald ístaðin fyri Doru Mikkelsen, sum ikki tók við afturvali. - Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu bløða í pensjónsárum, tí vælbjargaði skulu hava skattalættar, helt Georg F. Hansen á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag VIT BLØÐA Revolvarapolitikkur Jan Otto S. Holm vísir á, at tað eru einir 2.500 limir í eftir­ løn­arskipanini hjá Før­oya Arbeiðarafelag. - Hendan nýggja skipanin kost­ar sostatt limunum í Før­oya Arbeiðarafelag einar 30 milliónir krónur um árið. - Tað er eisini eitt álvars­mál fyri føroyska búskapin, tí her er talan um 30 millión­ir, sum koma minni í umfar í samfelagnum, enn annars. Hann sigur, at trupul­leikin er, at eftir hesi nýggju skipan­ini, verða pen­sjón­ir­nar skattaðar ov hart. - Tað eggjar ikki fólkið at spara saman til sína egnu eftir­løn. Men samstundis verða vit tvingað at spara upp, leggur hann speiskliga aftur­at. - Tað er eitt sindur av ein­um ”revolvarapolitikki”, held­ur Jan Otto S. Holm. Hann sigur, at skuldi for­ skattingin av pensjónum onga ávirkan fingið á pen­sjón­ina hjá einum verkafólki, skuldi skatturin verið eini 32%, soleiðis runt roknað - Verður skatturin, sum í dag er 40%, lækkaður nið­ur í 32%, hevði tað hjálpt mun­andi um hugin at spara sam­an til pensjón. Fíggingarráðgevarin held­ur, at nú pensjónirnar eru forskattaðar, kundu fak­feløg­ini brúkt orku upp á at sann­ført politikararnar um, at skatturin eigur at lækka, fyri ikki at raka tey lágløntu so hart og fyri at stimbra upp undir hugin at spara sam­an til pensjón. BRANDSKATTING Tann stóri trupulleikin er, at nú verða pensjónirnar brandskattaðar og tí, sigur Jan Otto S. Holm, fíggjarráðgevari